týsdagur 28. november 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
– Sum barn úr slíkum heimi
upplivdi eg, at pápi kendi seg
so álvarsliga hóttan eftir lív
inum, tí hann varðaði av og
vildi verja virkið hjá Kjølbro,
at vit uttan freist vórðu flutt
í loyndum úr Klaksvík.
Soleiðis
skrivar
Karin
Kjølbro í bersøgnari grein í
blaðnum í dag (á síðunum 12-
15), har hon umrøður Klaks
víksstríðið og bókina, sum
Arnstein
Niclasen
hevur
skrivað, »Herskin herðindi«
Hon skrivar millum ann
að soleiðis:
– Mamma mín, Turið, við
fýra børnum 13, 11, 8 og 4 ár og
mostir okkara, og eitt systk
inabarn, Jógvan, og teirra
arbeiðskona. Siglast kundi
hvørki inn ella út úr Klaksvík
vegna 95-ara avsperring við
skipum og tunnum. Klokkan
var trýkorter til seks.
– Vit vóru við at rigga til
nátturða. Maðurin, ið kom
eftir okkum segði við boðum
frá pápa, at vit skuldu vera
norðuri í Ánunum klokkan 6.
– Vit fóru sum vit stóðu og
illa ílatin. Komin norð í Ánir
nar gingu vit oman í fjøruna
norðan fyri avsperringina,
har ein jolla lá, tók okkum
umborð og flutti okkum út á
Grunning (eitt skip hjá Kjøl
bro), ið lá og bíðaði.
– Minnist serliga væl váta
grasið, tí eg var í inniskóm, og
at vit gingu í tøgn.
– Komin í jolluna, kom
herur av ýlandi ótangum
(vaksnir menn). Allarhelst
hevði onkur 95-ari á virki
num hjá Kjølbro boðað frá.
Tað kendist svárt, at eg kendi
onkran, sum hevði sitið væl
inni hjá foreldrum mínum.
Fyrst fóru teir at lyfta bilin
hjá pápa, sum teir sveiggjaðu
út og inn, sum um teir vildu
blaka hann oman. Síðani
fóru onkrir at rulla grót. Men
vit vóru nú komin so langt út
frá, at teir rukku okkum ikki.
Illveður var.
Soleiðis lýsir Karin Kjøl
bro hendingina, tá hon sum
11 ára gomul saman við fam
iljuni mátti rýma úr Klaks
vík, tí at pápi hennara, sum
var sonur J. F. Kjolbo, kendi
seg og familjuna hótt eftir
lívinum, tí at tey ikki høvdu
skrivað undir adressuna at
fáa Halvorsen lækna at vera
verðandi í starvinum sum
lækni á Klaksvíkar Sjúkra
húsi.
Karin
Kjølbro
heldur
fram:
– Tá vit komu til Fugla
fjarðar og løgdu at har, stóð
havnarfútin fyri okkum og
forðaði og noktaði okkum at
koma í land (eftir boðum úr
Klaksvík?).
– Skiparin, Hans á Varp
inum, segði tá, at hann fór
ikki avstað aftur við kvinn
um og børnum í hesum
ódnarveðrinum. Tessvegna
endaði tað við, at vit sluppu
í land, og pápi fór aftur til
Klasvíkar við Grunningi.
Eftir 14 dagar inni á Skála
komu vit aftur til Klaksvíkar.
– Tað fyrsta mamma
segði, tá ið vit vóru heima
aftur, var, at "nú leggja vit
hetta aftur um okkum, tí vit
skulu liva aftur millum hesi
fólkini í Klaksvík". Hetta helt
hon til sín doyggjandi dag.
Minnist ikki, at tað nakrantíð
var tikið til umrøðu aftur í
heiminum.
Mamma kundi annars
havt loypt øði í grindina, um
hon læt seg interviewa av
tíðindafólkum bæði í telefon
úr Keypmannahavn, eins og
tíðindafólkum av Parkeston
(danska skipið við løgreglu
fólkum og hundum), ið lá á
Skálafjørðinum, sum knapp
liga stóðu á trappuni hjá okk
um á Skála. Teir ikki so mikið
sum sluppu at síggja hana.
Hon var loyal móti sínum
bygdarfólkum.
Happingin helt tó fram
við rópum og tramansskapi.
Fyrstu
norðoyastevnuna
aftaná útlegdina var eg á
vegnum við nýggjum mynd
atóli. Meðan eg tók mynd av
skrúðgonguni, kom ein ungl
ingi, hoyrandi til brøðurnar í
Klaksvík. Hann langaði niður
á myndatólið, so tað fór í
smæsta smildur.
Javnaldrin og systkina
barnið, Anders, fyrrverandi
røntgenyvirlækni á Lands
sjúkrahúsinum og abbason
ur Kjølbro, gekk eitt skifti
í skúla í Klaksvík. Hann
sigur við Ólav Rasmussen í
samrøðu við sjónvarpið um
læknastríðið, at hann kendi
seg tá so hótttan, at hann
tordi illa út í fríkorterinum.
Hoyrdi nýliga eitt 95-ara
barn
frá
fimmtiárunum
orða seg um læknastríðið.
Hann nevndi, at hann visti
lítið og onki. Fylgdi ikki so
væl við, "tí vit vóru upptik
in av fótbólti og ítrótti og
gingu í dans. Tað vóru meira
brøðrabørn, ið vóru virkin,
tey sluppu ikki til ítrótt og
dans, tí tað var synd - í øllum
førum tá".
– Men hví skuldu vit av
bygdini so brádliga? Pápi
mín, Poul Nolsøe Kjølbro, var
altíð ein fáorðaður og munn
stillur maður. Hann dugdi
væl at skriva eins og at tekna
og mála. Tøkniligt skil hevði
hann sum fáur.
– Um sama mundið Klaks
víkin verður avsperrað, tí
Parkeston var á veg til Før
oyar, er ein farmabátur hjá
Kjølbro komin við krúti, tí
Kjølbro skuldi reka hvala
støðina við Áir 1955-1958.
Knappliga verður ringt til
pápa (Kjølbro og eldri son
urin vóru burturstaddir), at
menn eru farnir umborð á
Polo, og eru lagstir á krútið.
Hann fer umborð og verður
hóttur við skotvápni (henda
søga er ikki váttað). Hetta er
sama dag, sum hann ger av
at fáa familjuna av bygdini
og so brádliga, at vit als ikki
fingu umrátt okkum, skrivar
Karin Kjølbro.
Lesið eisni greinina »Mill
um halgimenni, hetjur og
óargadýr« á síðu 12-15.
Hótt eftir lívinum undir
Klaksvíksstríðnum
Lumpaðu Kjølbro
J. F. Kjølbro
hevði ikki
skrivað undir
adressuna
fyri Halvorsen
lækna og tí
varð hann
skírdur svíkjari
Stórkeypmaðurin
og
reiðarin í Klaksvík, J. F.
Kjøbro, varð lagdur undir
at vera í parti við minni
lutanum, kallaðir »fimm
ararnir« – av tí at sagt
varð, at 95 prosent av
fólkinum í Klaksvík hevði
skrivað undir adressuna
fyri at fáa Halvorsen at
halda fram í læknastarv
inum.
Karin Kjølbro er abba
dóttir J. F. Kjølbro, og hon
kennir hesa tíðina sum
sera svára.
Í greinini skrivar hon
millum annað:
»Men tó bar til hatta
tíðarskeið at lumpa Kjøl
bro, sum ivaleyst hevði
goldið stóran part av út
reiðslunum, sum skuldu
til fyri at adressufólk
ið, harímillum andalig
ir brøður og arbeiðsfólk
hjá Kjølbro, kundi fremja
sín ágang móti myndug
leikunum, sum komu úr
Havn og ikki minni ímóti
egnum bygdarfólkum –
fimmarum,
harímillum
børnum og abbabørnum
Kjølbros, hvørs feilur var,
at tey ikki høvdu undir
skrivað adressuna.
Tí tá ið 95% stóðu sam
an, og fjøldin arbeiddi hjá
Kjølbro, loyvi eg mær at
ivast í, hvussu loyal tey
vóru móti Kjølbro.
Her er eisini vert at
nevna, at Klaksvík er upp
á seg størsta brøðrasam
koma í verðini.«
Tað leikaði hart á undir læknastríðnum í Klaksvík árini 1952 til 1956. Karin Kjølbro greiðir í blaðnum í dag frá,
hvussu tann lítli minnilutin, »fimmararnir« vórðu forfylgdir, hóttir og happaðir av meirilutanum. So hart leikaði á,
at húskið hjá Karin Kjølbro og teimum mátti í skundi flýggja úr Klaksvík, tí tey kendu seg hótt eftir lívinum
Karin Kjølbro, abbadóttir
J. F. Kjølbro, keypmann og
reiðara
Stórt løgreglulið í Klaksvíksgarðinum undir læknastríðnum í Klaksvík. – Ringa viðferðin og eirindaleysa happingin vardi
leingi – eisini eftir at Halvorsen var farin. Okkurt er so ólíkligt, at eg troysti mær ikki at nevna tað – um hvussu happandi og
niðrandi fimmarar og børn teirra vóru viðfarin, sigur Karin Kjølbro