týsdagur 28. november 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politisku spenningarnir øgiligir í tinginum
– álitið úr vinnunevndini helst í hesi vikuni
Árni Gregersen
Ágangurin á samgonguna og fyrst
og fremst landsstýrismannin við
fiskivinnumálum, Høgna Hoydal,
Tjóðveldi, er ómetaliga stótur frá
andstøðuni, nú vit eru um at koma
inn í desember.
Miðflokkurin hevur eitt uppskot
um at leingja verandi skipan tvey
ár liggjandi í vinnunevndini, sum
formaðurin í flokkinum, Jenis av
Rana, nú vil hava úr aftur nevndini.
Í dag spyr hann so løgmann um
tíðin ikki er komin hjá løgmanni
at fara at virka fyri at leingja nú
verandi fiskivinnulóg, nú stígur er
komin í arbeiðið at gera eina nýggja
og landsstýrismaðurin í fiskivinnu
málum hóttir við at nokta flotanum
at loysa um knappar fimm vikur?
Sambandsflokkurin er eisini við
at leggja trýst á.samgonnguna.
Bárður á Steig Nielsen, formað
ur Í Sambandsflokjkinum, spyr
eisini løgmann um hann heldur at
landsstýrismaðurin við fiskivinnu
málum hevur nakra heimild at
leggja flotan á nýggjárinum og
hann spyr eisini um løgmaður so
eisini er samsekur og hvat hann fer
at gera fyri at sleppa undan at ger
ast samsekur.
Bárður S. Nielsen sigur m.a. í sín
um viðmerkingum, at landsstýris
maðurin við fiskivinnumálum hev
ur í seinastuni hótt við, at um hann
ikki fær sín vilja í málinum um
nýggja fiskivinnuskipan, verður
flotin lagdur á nýggjárinum.
Fyri at gjøgnumføra sín politikk
vil landsstýrismaðurin ikki leingja
loyvini og setir við hesum landsins
virðir upp á spæl.
Hetta stríðir greitt ímóti stýris
skipanarlógini og lógini um ábyrgd
landsstýrismanna, har tað verður
ásett, at landsstýrismaðurin skal
sita fyri sínum málsøki á lógligan
og fullgóðan hátt.
Landsstýrismaðurin hevur við
hesum skyldu til at tryggja lands
ins virðir.
Um landsstýrismaðurin ikki
hevur eina ætlan klára til, hvat skal
henda 1. januar, verður løgmað
ur noyddur at taka ræði á lands
stýrismanninum fyri at tryggja
framhaldandi rakstur í okkara høv
uðsvinnu.
At enda sigur Bárður S. Nielsen,
løgtingsmaður, at løgmaður ella
landsstýrismaður
kann
verða
revsaður, um hann tilætlað ella av
grovum ósketni skúgvar til viks
tær skyldur, sum liggja á honum
sambært løgtingslóg um stýrisskip
an Føroya ella lóggávuni annars
ella starvsinnihaldi hansara.
Vinnan eisini
Trýstið frá vinnnuni hevur verið
ógvusligt leingi, men nú evsta
markið nærkast hava felagsskapir
nir hvest álopini munandi.
Vinnan vísir á, at tíðin nú er so
knøpp til gamla lógin fer úr gildi, at
vinnan á ongan hátt hevur stundir
at laga seg til nýggju lógina.
Hon vísir eisini á, a thon heldur
ikki kennir tær kunngerðir, sum
eftir lógini eisini eru við til at stýra
fiskiskapinum.
Í samgonguni gongur eisini hart
á, Enn er ikki endalig semja komin
í hús, hóast tað sigst, at partarnir
nærkast hvør øðrum.
Ein afturvendandi spurningur
er, hvussu stórur partur – serliga
av uppsjóvarkvotunum – skulu fara
yvir almennu uppboðssøluna, men
sum keldur í vinnunevndini siga,
so eru tað eisini aðrir smálutir sum
skulu fáast uppá pláss.
Løgtingið viðgjørdi í gjár spurn
ingin um veiðuloyvir, sum ikki
longur, eftir nýggju lógini – skulu
brúkast, Hetta elvdi til orðaskifti
um fiskivinnu generelt í tinginum,
hóast formaðurin royndi at beina
kjakið inn á sjálvt tingmálið.
Veiðuloyvini vóru upprunaliga
til fiskiskapin undir Føroyum, men
vóru ongantíð ætlað til annað enn
søgulig rættindi. Tí hava tey í veru
leikanum heldur ikki nakran týdn
ing, tá ið talan er um nýggj loyvir
– annaðhvørt tey eru í føroyskum
ella í altjóða sjógvi.
Fleiri dømir eru um skip, sum
hava fingið loyvi at fiska, hóast
tey ikki hava havt veiðuloyvi. Sum
regul tó í avmarkaða tíð ella á av
markaðum øki.
Sum skilst hevur samgongan
sett sær sum mál at fáa álitið úr
vinnunevndini í hesi vikuni, so
spurningurin um fiskivinnuný
skipanina kann avgreiðast í næstu
viku.
Í skrivandi stund er tó ongin
semja í samgonguni.
HART TRÝST
MEN ÁLITIÐ ÚR
VINNUNEVNDINI
ÁVEGIS
Jenis av Rana, Miðflokkurin, vil hava, at galdandi
lóg verður longd, tí so nógv er liðið út.
Bárður Nielsen, SDambandsflokkurin, vil hava løgmann at siga, hvat
hann ger við andsstýrismannin um landsstýrismaðurin leggur flotan
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, stríðist við at fáa samgongufólkini
í vinnunevndini og í samgonguni at semjast um
uppskotið, sum ligur í vinnunevndini,