hósdagur 30. november 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
1. desember 2017
Eru Føroyar ávegis at gerast eitt
fámannaveldi?
Soleiðis spyr fyrrverandi skrivarin í reiðara
felagnum, Árni M. Dam í hoyringsskrivi
til vinnunevnd Løgtingsins, sum vit eisini
endurgeva part úr í blaðnum í dag.
Hann ávarar um, at vit í Føroyum eru
við at lata teimum valdið, sum hava stórt
peningaligt vald, soleiðis at hetta á ein ella
annan hátt ávirkar politiskar avgerðir.
– Hendan ávirkan ger, at politiskar av
gerðir og aðrar avgerðir tæna oligarkunum
betur – heldur enn heildini. Spurningurin
er, um vit ikki longu eru komin í slíka støðu
her í Føroyum, ávarar hann.
Hann vísir á tað margháttliga í, at teir
tingmenn hjá Javnaðarflokkinum eru gar
antar fyri, at fámannaveldið fær fastatøkur
og fær sligið fæst síni rættindi til valdið í
Føroyum. Hann heldur tað beinleiðis vera
naiva hugsan at halda, at fyri tað um eitt
reiðaravirkið fær so stórt vald, at tað so fer
at bjarga Suðuroynni.
Vit eru nú í tólvta tíma, um tað fer at
eydnast at samtykkja eina fiskivinnuný
skipan, ella um landsstýrið má bíta í grasið
og gera so, sum partur av andstøðuni vil, at
verandi loyvi verða longd í fimm ár afturat.
Okkara kosnu fólk hava nú havt yvir
4.000 dagar til at samtykkja eina nýggja lóg,
so sum øll vóru samd um fyri gott og væl 10
árum síðani.
Nú eru 30 dagar eftir, til vinnan skal
virka eftir nýggju lógini. Og enn er nagga
tódn.
Tað er í sjálvum sær stór fúl skomm og
sigur nógv um okkara politisku skipan.
Um tað er trýstið frá »oligarkunum«, sum
meiriltuin á tingi ikki megnar at standa
ímóti, skal ikki kunna sigast. Men vit kunnu
í øllum førum staðfesta, at illa gongur hjá
teimum, sum høvdu loysnirnar upp á alt, og
sum tvær ferðir hava skrivað undir uppá, at
tey eru samd, at semjast og virða ta semju,
tey hava gjørt.
Nú stendur á gomlum nøglum – tí nú má
røkka ella støkka.
Men hjá bestu fiskivinnufyritøkum
hevur gongur væl, tí tær tjena nógvar
pengar og hava nógv fólk í vinnu.
Lægsti felagsnevnarin í Løgtinginum
er uttan iva nóg mikið til tess, at hesa fýra
fyritøkurnar kunnu varðveita sín part av
køkuni, so hjá teimum er vallar nakar vandi.
1. mars fær Kvinna
nýggjan blaðstjóra, 36
ára gamlu Tóra Eff
ersøe Mortensen av
Tvøroyri.
Hon hevur seinastu
10 árini starvast hjá
Aller Media í Danmark.
Seinastu árini hevur
Tóra verið leiðandi
redaktørur á vældámdu bløðunum Isabellas,
Mad & Bolig og Spis Bedre.
– Eg gleði meg at byrja á Kvinnu og at brúka
mínar royndir í føroyskum høpi. Kvinna er eitt
spennandi blað, og eg síggi fleiri møguleikar at
gera blaðið enn meira viðkomandi. Eg kundi
hugsað mær fleiri kvinnusøgur, og at Kvinna
kemur meira út um landið. Eg síggi eisini fyri
mær, at mótin fer at hóska betri til føroyska
gerandisdagin. Og so kundi eg hugsað mær
matuppskriftir, sum kunnu gerast ein vanligan
týsdag, sigur Tóra í tíðindaskrivi.
Hon sigur seg vita, at tað er hart arbeiði, ið
liggur handan vøkru
forsíðurnar, og
hon veit, at Kvinna
skal geva íblástur,
undirhalda og skapa
kjak.
Nú eru bara 30 dagar eftir
Tóra er nýggi
blaðstjóri á Kvinnu
nýggjur pennur
Les eisini blaðið
á telefonini
Danmark ætlar at
steðga føroyskum
virksemi
Tíðargrein Poul
Michelsen s24-25
Uppgerð við sjálv
stýrisrørslu og pol
itiskt sjálvmorð
Siðsøga
síða 26-27
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Hann tekur við starvinum á
nýggjárinum
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlend
ismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at
seta Jóanis Erik Køtlum í starv sum nýggjan
sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum og
forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið. Sostatt verður
tað hann, sum fær høvuðsábyrgdina av at
samansjóða virksemið á teimum trimum
sjúkrahúsunum.
Jóanis Erik Køtlum er 51 ára gamal og
hevur útbúgving sum Cand. Merc. í búskap
arfrøði við fíggjarstýring sum sergrein frá
Copenhagen Business School.
Jóanis Erik hevur drúgvar arbeiðs- og
leiðsluroyndir á strategiskum støði innan
sjúkrahúsverk, m.a. sum sjúkrahússtjóri á
Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri í Heils
umálaráðnum, virkandi aðalstjóri í Heilsu
málaráðnum, og sum stjóri fyri grønlendska
heilsuverkið.
Við sínum royndum hevur Jóanis Erik
Køtlum sera stórt innlit í sjúkrahúsverkið
og tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman
í sambandi við, at fráboðað tiltøk í Menn
ingarætlanini skulu setast í verk, sigur Sirið
Stenberg.
Jóanis Erik Køtlum tekur við starvinum
tann 1. januar 2018.
Jóanis Erik Køtlum skal
stjórna sjúkrahúsunum