hósdagur 30. november 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 140
4
Hóast vit búgva í Føroyum – einum lítlum
landi við áleið 50.000 íbúgvum – so kunnu
vit ikki siga, at her hendir onki og alt er
so keðiligt.
Vit nærkast jólum og øll fiskivinnan bíðar
eftir, hvussu hon verður skipað
eftir nýggjár. Ongin veit tað heilt,
men sjálvandi vita tey, sum sitda innast
í samgonguni á leið, hvussu alt sær út,
tá ið vit vakna aftur eftir at hava sent
raketttirnar og ynskt hvørjum øðrum
gott nýar.
Mitt í øllum rokanum her seinasta
dagin í 11. mánaðinum frættist eisini, at
nýsetti stjórin í Kringvarpi Føroya hevur
sent tíðindaleiðaran heim við ætlan um
at siga hana úr starvi.
Eitt ógvusligt stig, sum vit ikki hava
sæð fyrr í almenna monopolinum.
Meðan tað hendir, so er Fróðskapar
setrið eisini komið út við krøvum um
fleiri pengar til raksturin, tí nú eru fleiri
nýggjar útbúgvingar settar á stovn og
fleiri ung vilja lesa í Føroyum.
Alt gott um tann trendin men tað sær
út til, at leiðslan á Fróðskaparsetrinum
hevur taðkað á okkurt líktorn, tí lands
stýriskvinnan við mentamálum legði ikki
fingranar ímillum, tá ið hon úttalaði seg
um setrið frá tingsins røðarapalli.
Eftir hennara útsøgnum, so er tað nokk
ikki búskap tey duga besta á setrinum.
Eitt sum øll, sum hava virkað við leiðslu
í almennum skipanum eiga at vita, er, at
tað ikki er nóg mikið at onkur politikari
sigur, at teir halda at ” soleiðis gera vit
bara”.
Ongin trygd er fyri, at slíkar útsagnir
halda í politisku skipanini. Tí mugu al
mennar leiðslur tryggja sær, at lógir,
kunngerðir og játtanir eru í lagi áðrenn
pengar verða brúktir.
Hervið er tó ikki sagt, at Setrið hevur
gjørt nakað slíkt, men millum tingfólk
hoyrist, at tey ikki eru serliga fegin um
útmeldingarnar frá Setrinum.
Almenni geirin er vaksin og veksur
framvegis. Tað er helst ein náttúrlig
gongd, men tað krevur munandi størri
eftiransing í góðum tíðum enn í ringum
tíðum.
Størstu almennu arbeiðsgevararnir
eru heilsuverkið og almannaverkið.
Á flestu arbeiðsplássum í hesum verk
um hava tey skipað seg við arbeiðsplássum
við fjarleiðslum.
Ein skipan, sum Excel-fasistarnir halda
er góð, men sum í veruliga lívinum als ikki
virka. Fráverandi leiðarar ella millumleið
arar hevur ongin brúk fyri. Serliga á al
mennum arbeiðsplássum krevst, at ein
leiðari er at koyra undir og halda ferðini
uppi.
Fjarleiðsla er ein misskiltur leiðsluhátt
ur á slíkum arbeiðsplássum. Tað sæst bert
við at vitja hesi leiðsluleysu arbeiðspláss
ini.
Skal hetta samfelagið framvegis menn
ast, so mugu vit taka okkum saman. Tað
nyttar ikki at seta seg niður at krevja.
Vit noyðast at gera, sum Kennedy
sáli segði; spyr ikki hvat landið kann
gera fyri teg – spyr heldur hvat tú
kanst gera fyri landið.
Hetta er hugburðurin, sum
hevur borið okkum higar,
sum vit eru komin. Lat
hetta ikki hvørva, tí onkur
hevu forvunnið nógvar
pengar seinnu árini.
Hinvegin mugu tey
leiðandi eisini ansa eftiir,
at gjógvin millum okkum
føroyingar ikki gerst ov djúp.
Hvørki so ella so.
Ája
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Eg hevði væl tíma at fiska makrel, um
eg fekk 14.000 kr. um dagin
Liljan Weihe,
tíðindaleiðari í
Kringvarpinum, fekk
ætlanarskriv um uppsøgn
í vikuni
Jóanis Erik Køtlum
er settur sum stjóri á
Landssjúkrahúsinum
og forstjóri fyri
Sjúkrahúsverkið.
Løgreglan biður um hjálp
í harðskapsmálið í Havn í
vikuni.
Katrin Thorsvig Hansen
er sett í starv sum
høvuðsákæri í Føroyum.
Margreth Olsen er
nýggjur stjóri í Sernámi.
Semja
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
av børnunum fáa
trupulleikar, um
foreldrini drekka ov illa?
50%
Tingfólk hava nú tosað dúgliga um,
hvørt tað er semja ella ikki er semja um
fiskivinnunýskipanina. Tá hetta blaðið
varð prentað var eingin greiður niður
støða um, hvørt tað fer at eydnast ella
ikki.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Fríggjadagin verður andøvsgul
upp í ein strúk av vestri,
7 - 12 m/s, sum um náttina
veksur til stívt andøvsgul upp í
hvassan vind, 10 - 15 m/s. Og
tað verður skíggjað. Hitin alt
samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp
í ein strúk av vestri og útnyrðingi,
7 - 12 m/s, sum seinni minkar og
verður til lot til andøvsgul 3 - 8
m/s av vestri og útsynningi, men út
á náttina veksur hann vindin aftur
til andøvsgul upp í ein strúk, 7 - 12
m/s av vestri. Skíggjað og okkurt
æli, men um náttina fer at regna.
Hitin alt samdøgrið 4 - 8 stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul
upp í hvassan vind, 10 - 15 m/s
av vestri, sum seinni snarar í ein
útnyrðing og um náttina minkar
hann vindin til andøvsgul upp í
ein strúk, 7 - 12 m/s. Skíggjað
og út á dagin turt. Hitin alt
samdøgrið millum 4 og 8 stig.
10-15 m/s
7-12 m/s
10-15 m/s
Um orðið sigur Sprotin
semja1
-u -ur kv1
1 tað at vera samdir el. semjast væl, í sátt og semju; gera
semju við e-n2 tað at tveir el. fleiri partar eru vorðnir
samdir um e-t, sátt, sáttargerð, samlyndi, semingur; sms.
t.d. góð-, ill-, ó-
Tað Disney kavar!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At landsroyndirnar
í skúlunum skulu
takast uppaftur?