hósdagur 30. november 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. DESEMBER 2017
SOSIALURIN 140
32
Elisabeth
átti vakrastu
tekningina
Herfyri skipaði frítíðarskúlin
Snjallabjalla í Klaksvík fyri tekni
kapping. Vinnandi tekningin fer
at myndprýða jólakortini hjá
Klaksvíkar kommunu í ár, og allar
tekningarnar hanga nú uppi í
Býráðshúsinum. Vinnarin gjørdist
Elisabeth Jacobsen, sum gongur í
2.A á Skúlatrøð.
Klaksvíkar kommuna hevur
gjørt av at brúka tekningina hjá
Elisabeth at myndprýða tey á leið
500 jólakortini, sum Klaksvíkar
kommuna sendir út í desember,
og í samband við avdúkingina lat
Snjallabjalla eisini Elisabeth eina
gávu, sum var ein tekniblokkur og
ein breið vifta av litblýantum.
Allar tekningarnar úr Snjallu
bjallu eru nú komnar upp at
hanga í Býráðshúsinum á Nólsoy
ar Pálsgøtu. Har kunnu øll koma
framvið og síggja allar tekn
ingarnar, boðar Klaksvíkar komm
una frá.
Ljós lýsir ikki í myrkri
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
T
á kreppa segðist
vera her hjá okk
um fyrst í nítiár
unum í hinari
øldini, var sjálvandi
eisini kreppa hjá Tórs
havnar kommunu.
Krónurnar vóru
fáar, kanska ongar
á nógvum kontum
hjá kommunukassanum.
Ja, kreppan var so stór, at neyð
ugt var at spara - og spara nógv og
illa. Ein sparingin var, at onnur
hvør gøtulykt var sløkt, ikki bara
um dagin, men alt samdøgrið, dag
og nátt, 24/7.
Nú er aftur kreppa í Havn. Tí
onnur hvør gøtulykt er sløkt, dag
og nátt, 24/7.
Eg gangi til arbeiðis. Hvønn
morgun nú um heystið at kalla í
bølamyrkri.
Ein morgunin gjørdi eg av at
gera eina semivísindaliga kann
ing. Eg taldi, hvussu nógvar
gøtulyktir vóru á leiðini, mín
ari leið, 12 minuttir at ganga,
og hvussu nógvar teirra
lýstu ikki.
32 gøtulyktir eru á leið
ini, í tí borðinum, eg gangi.
14 eru sløktar, eisini í
myrkri.
Men kreppa er ikki,
siga tey. Ikki nú. Tvørturímóti
enntá. Hví vórðu ikki 18 gøtulyktir
settar upp í staðin fyri 32, tá
kommunan heldur, at har er ikki
brúk fyri fleiri enn 18. Heldur
ikki í konjunkturtíðum.
Tær komu, áðrenn
fartelefonin kom við
innbygdari lumma
lykt, so øll hava
ljós í lumm
anum.
Men tær
kunnu nú takast niður og setast
upp í nýggjum býlingum, so slepst
undan at keypa nýggjar gøtulyktir,
hvørja ferð, nýggj gøta verður
gjørd.
Havi ikki kannað, um hetta er so
í øllum býnum, at onnur hvør gøtu-
lykt, sum á sinni varð sett upp fyri
at lýsa í myrkri, er sløkt í myrkri.
Um so er, eru nógvar tøkar
gøtulyktir at brúka aðrastaðni, til
dømis oman fyri Hvítanes. Bara á
einum teini, sum er styttri enn ein
kilometur, eru 18.
Nú fari eg ikki á val, havi ikki
gjørt tað, síðani á leið sum hasar
gøtulyktirnar vórðu settar upp. So
eg kann bara halda kjaft.
Men kanska, bara kanska tó,
onkur veljari gongur somu leið
sum eg í myrkri. So eg kann, uttan
at spyrja tó, tosa fyri hana. Gera
vart við støðuna fyri hann.
Tey brenna ivaleyst nógv, hasi
gøtuljósini. Og hvør brúkar tey í
myrkri? Hvør gongur yvirhøvur?
Øll hava bil. Flestu húsarhaldini
hava tveir.
Og at ganga í myrkri er ikki
so ringt, um leiðin er rein, einki
sløðist har, sum ikki eigur at vera
har. So er bara at ganga og vóna
tað besta. Finna sær eitt ljós í
onkrum húsi at ganga eftir, seta
kósina eftir. Og læra seg at tendra
lummalyktina í telefonini. Hon er
har, hóast telefonin er keypt í ein
um leikuhandli (eingin reklama
her, takk), veit bara ikki hvar, hon
er, lummalyktin.
Uttan fyri stovuvindeygað
heima lýsir óført. Har er gjørd ein
autostrada við gøtulyktum, sum
allar lýsa. Men eingin gongur har
í myrkri, tí eingi býr har.
So sløkkið bara allar gøtulykt
irnar. So spara tit eitt heilt skatta
prosent.
Men nú krevur landið, at SEV,
sum kommunurnar eiga, lækkar
prísin á ljósinum yvir landið.
Fimm oyru fyri hvørji 3.600 kilo
wattsekund (stór tøl eru altíð best
at brúka. Tey hava størri ávirkan,
størri propagandavirði).
So verða kanska pengar til at
tendra tvær av teimum 14 lyktunum.
Fríggjamorgunin var eisini
myrkt. Men tað var í lagi, tí tað var
svarti fríggjamorgun.
Komin úr USA gjøgnum Dan
mark sjálvandi. Var Black Friday
ikki í Danmark, var hann heldur
ikki her.
Ein annar fríggjadagur er eisini
komin uttaneftir, kroystur oman
yvir okkum. Hann er um várið.
Langur, men bara 24 tímar tó. Og
uttan útsølu og ljós.
Hann er eisini komin uttaneftir,
tann fríggjadagurin. Men ikki úr
Danmark.
Sum sagt, gøtulyktirnar tola væl
dagsins ljós, men ikki náttarinnar
myrkur.
Høgni
Djurhuus
Myndina eigur Klaksvíkar Kommuna.