Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi síða 8-9 Varðin Pelagic tekur skap tíðindi síða 8-9 Royna seming mikudagin Í skrivandi stund er ógreitt, hvørja lagnu uppskotið um fiski­vinnu­ný­ skip­an­ina fær. Fyri fundin í vinnunevnd Løg­ tings­ins í morgun klokkan 9 segði Bjørt Samuelsen, forkvinna, at tað er ætl­anin at fáa álitið liðugt á fund­i­num, so tað kann leggjast fram í dag. Hon legði tó dent á, at hon ikki hevur sagt, at álitið verð­ur lagt fram í dag, men at tað er henn­ ara ætlan. Bjarni Hammer, sum er ann­ar av tingmonnunum hjá Javn­að­ar­ flokk­inum, sum hevur lig­ið í bukt­ ini, er eisini limur í vinnunevndini, og hann segði fyri fundin, at tað fyri­lá eingin semja áðrenn fundin. Hvørj­um hesin glantrileikur endar við er tí ikki gott at vita – og sjálvt um eitt álit, sum vinnunevndin er samd um – skuldi komið úr vinnu­ nevnd­ini í dag, so er tað helst eing­in sum harvið trýr, at all­ar súður er­u syftar. So høgt er trú­viriði hjá sam­ gong­uni ikki, at ein semja í vinnu­ nevnd­ini er trygd fyri nøkr­um sum helst. Og tað er spell, at ein semja í eini ting­nevnd ikki kann takast fyri fult, men soleiðis er, tá tú gongur á odda at máa trúvirði undan tær sjálv­um. Hinvegin so er greitt, at nú eru 27 dag­ar, til uppsøgnin hjá Sam­bands­flokki­num, Fólka­flokk­ i­num og Javn­að­ar­flokk­i­num av fiski­loyv­u­num í 2006 er veruleiki. Og tí má okk­urt gerast. Onkur hevur dúvað uppá, at nagga­tódnin skal føra tað við sær, at ver­adi skipan verður longd í eitt fimm ára skeið afturat. Hetta er tað, sum Fólkaflokkurin eftir øllum at døma vil. Flestu aðrir flokkar hava giv­ið til kennar, at teir vilja broyt­ ingar. Sambandsflokkurin segði fyri fleiri mánaðum síðani, at hann tók und­ir við 90 prosentum av upp­ skoti­num. Síðani tá er tað mýkt og tamb­að í samgonguni, tó at vit ikki vit, hvønn veg. Men valla er tað flutt longur frá ynskjum Sam­ bands­floksins. Tí hevði tað verið gott fyri sam­felagið, fyri vinnuna og fyri pol­itisku skipanina, um ein breið semja spurdist burtur úr hes­um so ella so. Púra greitt er, at broyt­ing­ar mugu fremjast, og at ikki ber til at lata gomlu skipan halda fram. Hóast tað sær svart út, so vóna vit veruliga, at tingfólk – fyrst og fremst tey í samgonguni – taka seg sam­an. Um tey ikki gera tað, so ger and­støðan tað heldur ikki. Tí hjá eini andstøðu fyllir tað meira at gera skaðan enn størri hjá sam­ gong­uni. Soleiðis er føroyskur pol­ itikk­ur bara, tíverri. Tað krev­ur sítt at bjóða seg fram at stjórna land­i­num. Vísið nú, um tit eru stjórnarberandi. Eru tey stjórnarberandi? Tað krevur sítt – vísið nú, um tit eru stjórnarberandi Sirið Stenberg, lands­stýr­is­ kvinna, hevur tilnevnt teir til­sam­ans níggju limirnar, sum fara at mynda Etiska ráð­ið komandi fýra árini. Hild­ur við Høgadalsá verð­ur for­kvinna í nýggja ráð­num, sum fer til verka um árs­ skift­ið. Tey tilnevndu eru: Hildur við Høgadalsá er til­nevnd forkvinna. Hild­ur er út­búgvin sjúkra­røkt­ar­frøð­ ing­ur og hevur ver­ið lim­ur í Sjúkra­røkt­ar­et­iska ráð­num, harumframt var hon eitt tíð­ ar­skeið forkvinna í ráð­num. Á yrkisleið síni hev­ur hon starv­ast víða inn­an heilsu­ verk­ið, har­av meg­in­part­in av tíð­ini á Sjúkra­røkt­ar­frøð­i­s­ kúl­a­num. Tilnevnd av lands­stýr­is­ kvinn­uni í heilsumálum. Steintóra Samuelsen, ser­lækni í gynækologi/ob­ str­e­trik og starvast sum yv­ ir­lækni á Lands­sjúkra­húsi­ num. Tilnevnd av lands­stýr­is­ kvinn­uni í heilsumálum. Jógvan D. Hansen, út­ búgv­in Cand. Phil. og starv­ ast sum lærari í heimsspeki. Tilnevndur eftir tilmæli frá pol­itisku flokkunum á Løg­tingi. Richard Schwartzson, út­ búgv­in farmaceut MSc (IT) og er KT leiðari á Tjaldurs Ap­o­teki. Tilnevndur eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løg­tingi. Sólbjørg Frederiksberg, út­búgvin fysioterapeutur og starv­ast á fysioterapideildini á Lands­sjúkrahúsinum. Tilnevnd eftir tilmæli frá pol­it­isku flokkunum á Løg­ tingi. Jákup H. Foldbo, út­búgv­in Cand. Scient. Soc. og starvast sum trivnaðarleiðari í Run­a­ vík­ar kommunu. Tilnevndur eftir tilmæli frá Komm­unufelagnum. Leif Olsen, útbúgvin sos­ i­al­ráðgevi og starvast sum ráð­gevi í Almannaverkinum. Tilnevndur eftir tilmæli frá lands­stýriskvinnuni í al­ manna­málum. Debes H. Christiansen, út­ búgvin lívfrøðingur og starv­ ast sum deildarleiðari á Heils­ u­frøð­iligu Starvs­stov­uni. Tilnevndur eftir tilmæli frá lands­stýrismanninum í utt­anríkis- og vinnumálum. Marjun Bæk, fyrrverandi sókn­ar­prestur og hevur eisini í fleiri ár virkað sum sjó­mansprestur. Tilnevnd eftir tilmæli frá lands­stýr­is­kvinnuni í menta­ mál­um. Etiska ráðið valt Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin »Eg eri ikki til pynt!« Soleiðis viðmerkir keiputeknarin, Napoleon Smith, støðuna hjá Poul Michelsen, lands­ stýr­i­smanni, sum ikki møtti á norðurlenskum fundi í protest um, at uttanríkisráðharrin danski blandar seg