Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus HONDBÓLTUR Helgi H. Hoydal og teir úr Odder halda sambandið við oddin í næst­bestu donsku deildini, har teir leygardagin vunnu tepran 30-29-sigur ímóti HEI, Skæring. Helgi spældi við, men kom ikki á mál­talvu­na. Odder er framvegis nummar trý, tvey stig aftanfyri odda­liðið TMS Ringsted og eitt stig aftan­fyri nummar tvey, Randers HH. Skive, sum hevur Peter Krogh á liðnum, vann leygardagin 33-21 ímóti FIF, ið hevur Róa Berg Han­ sen á liðnum. Peter Krogh, sum eftir nýggjár kemur aftur til før­ oyskan hondbólt og H71, skeyt eitt av málunum hjá Skive, meðan Rói Berg Hansen skeyt tvey mál fyri FIF, ið er greitt aftast í deildini. Skive er miðskeiðis á stigatalvuni, nummar átta av 14 liðum. Kjartan Johansen, fyrrverandi StÍF-spælari, sum undan hesum kapp­ingarárinum skifti til Fyllingen í fremstu norsku hond­ bólts­deildini, er væl nøgdur við fyrstu tíðina í Bergen. - Tað hevur verið ein góð uppliving við nógvum nýggj­um avbjóðingum. At byrja við fekk eg ikki nógva spælitíð, men tað hevur gingist betur og betur og eg eri komin tættari upp á byrjunaruppstillingina, sigur Kjartan í samrøðu við Rás2. Strand­ingurin, ið er hálv­pro­ fessionellur og býr saman við tveimum liðfeløgunum, sigur, at tað hevur verið neyðugt hjá honum at styrkt seg kropsliga. Fyri einari viku síðani var hann toppskjútti ímóti Bodø við sjey málum, men hóast at liðið hevur spælt seg í 1/8-finalurnar í Challenge Cup, so gongur tað heldur misjavnt í heim­ligu kappingini, har Fyllingen í løtuni er nummar sjey út av teimum 12 liðunum í Grundigligaen, sum besta deildin í Noregi eitur. SÚKKLING Tað var ein stórur heiður fyri norska súkkling, tá ið Bergen í døgunum 16. til 24. septembur var vert­ur fyri HM í súkkling og flest allar av heimsins súkklustjørnum kapp­aðust í gøtunum í Bergen. Tað er tó ein risastór rokning, sum fyriskipararnir nú standa eftir við. Ein uppgerð staðfestir, at fyri­skipararnir í løtuni standa eftir við ógoldnum rokningum fyri ímillum 41 og 45 milliónir krónur. Eitt undirskot var longu vænt­andi meðan kappingin var í gongd, men at tað skuldi gerast so­ mikið stórt kom óvart á. Tað hevur verið skipað fyri innsavning og sakførarar hava verið inni í mynd­ ini, men felagsskapurin eigur í løtuni einans sjey milliónir krónur á konto og hevur aðrar 11 milliónir ávegis, so tað er ógvuliga ósannlíkt, at allir kravánarar fara at fáa tað, teir annars hava krav uppá. SVIMJING Føroyskir svimjarar hava seinastu dagarnar luttikið í NM/NJM, sum er norðurlendsk meistarastevna fyri vaksin og fyri ung. Kappingin hesa­ferð hevur verið í íslendska høvuðs­staðnum, Reykjavík, har Sign­hild Joensen nærum alt fyri eitt útmerkaði seg við at seta tvey nýggj føroysk met – bæði á sama teini. Í innleiðandi riðlinum í 100 metrum ryggsvimjing svam hon 1:00.91, sum var betring av hennara egna meti áljóðandi 1:01.00, men í finaluni betraði hon um hetta metið enn einaferð og svam 1:00.50. Hetta var eisini nóg mikið til at vinna bronsu í kappingini. Tað var ógvuliga tætt við, at tað gjørdist til heiðursmerki av betri karati, tí vinnarin svam 1:00.31 og nummar tvey svam 1:00.48. Pál Joensen er vanliga tann føroy­ingurin, ið ein setur í sam­ band við 1500 metrar frí, men so við og við er Óli Mortensen av álvara farin at gera um seg á hesum teini­num. Í Reykjavík vann hann finaluna í hesum teininum, har hann fekk gull við tíðini 15:02.27, ið sam­stundis var ein rimmar betring av hansara egna persónliga besta, sum frammanundan var 15:10.09. Hesa tíðina setti hann í Doha fyri trim­um árum síðani. Óli endaði góð átta sekund frammanfyri tann næstbesta, Aslak Nørgaard úr Danmar, og heili 25 sekund framman­fyri tann triðbesta, svenska Mattias Glenesk. Í 100 metrum frí hjá kvinnum varð eitt nýtt føroyskt met sett, tá ið Vár Erlingsdóttir Eidesgaard í finaluni svam teinin við tíðini 56,98 sekund. Hon gjørdist nummar sjey í finaluni, men umframt sjálva føroyska metið, so kann hon eisini fegnast um, at hon er fyrsta føroyska kvinna, ið svimur tein­in undir 57 sekund. Metið framman­ undan átti hon sjálv. Tað metið var 57,09 og varð sett so nýliga sum til FM í síðsta mánaða. Signhild Joensen setti nýtt føroyskt juniormet í 50 metrar rygg­svimjing, tá ið hon í finaluni, har hon gjørdist nummar fimm, svam teinin upp á 28,75 sekund. Hetta var eitt gamalt met, ið hon tók, tí metið frammanundan (29,00) var heilt afturi frá 2010. Tað var Birita Debes, ið átti tað metið. Eisini Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevði eitt met eftir í sær, tá ið hon setti bæði nýtt føroyskt met og junior­met í 200 metrar frísvimjing. Hetta var í 4×200 frí liðsvimjingini hjá føroyingum, har hon sum fyrsti svimj­arin á liðnum svak teinum upp á 2:20.18. Gamla metið átti Sára Ryggs­hamar Nysted, og varð tað sett á oyggjaleikunum á Jersey í 2015. albinus@sosialurin.fo Føroyskir svimjarar hava seinastu dagarnar luttikið í norðurlendskari meistarastevnu í Reykjavík, og har bleiv tað til fleiri føroysk met FØROYSK MET Í REYKJAVÍK Vár E. Eidesgaard