Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. desember 2017 · Nr. 141 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Steypakappingin í flogbólti er nú byrjað. Hjá kvinnunum var mest spennandi dysturin í Trongis­vági, har Dráttur vann 3-2 á TB. Av­ gerandi settið endaði við 15-12 sigri til gestirnar úr Drátti. Hin dysturin í bólki eitt endaði við greiðum sigri til SÍ, sum vann 3-0 á Ternuni. Í bólki 2 vann Mjølnir 3-0 á KÍF í Kollafirði. Tað var minni munurin á í settunum, tí Mjølnir vann settini við fimm og seks stigum, men tað var ongantíð veruligur spenningur um útfallið av dystinum. Í hesum bókinum er bara trý lið, tí ÍF hevur tikið sítt lið úr kappingini. Tað ljóðar úr Fuglafirði, at tað gongur strilti við at manna liðini á gentusíðuni. Triðja liðið í bólki­num er Fleyr. Mjølnir vann í Havn Tríggir dystir hava eisini verið hjá monnunum. SÍ b, við formanninum í fólkaflokkinum, Jørgini Niclasen, á odda vunnu á TB. Á liðnum eru eisini kempur sum Jón Nielsen og Jón Joensen, sum hava drúgvar royndir. SÍ b vann 3-1. Mjølnir vann eisini í Gundadalshøllini á Fleyr. - Vit gera ov nógvar býttar feilir, stað­festir ein argur Rói Hentze, sum eisini er sera harmur um, at hann og liðfelagarnir í Fleyr a ikki tóku fjórða settið, har teir vóru á odda. Tað endaði við, at Mjølnir vann settið og fór við sigrinum. -Tað var týdningarmikið fyri okkum, at vinna fjórða settið, tí so fingu vit eisini trý stig, heldur enn tvey, sum vit vunnu við gylta setti­ num, sigur Thorvald Danielsen hjá Mjølni. Í bólki 2 var ein dystir, har SÍ a vann greitt 3-0 á ÍF, har er tiðja liðið Fleyr b. trondur@sosialurin FLOGBÓLTUR Flogbóltur, steypakappingin: ÚRSLIT FYRSTA Fyrsta umfar í steypakappingini í flogbólt hevur verið um vikuskiftið. Tvey lið í hvørjum bólki koma víðari til eina hálvfinalu, sum verður um miðjan februar 2018