týsdagur 5. desember 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Kommediuspælið hjá samgonguni
tykist ongan enda at taka, nú fram
sóknarkvinnurnar í Løgtinginum
skulu gera vargunum hjá Javnað
arflokkinum á Tvøroyri kynstrið
eftir.
Tað er sera væl skiljandi, at
samgongufelagar hjá Javnaðar
flokkinum hava fingið propp – og
vit kunnu undrast, at tey ikki langt
síðani hava mist tolið við óseriøsa
sundirlyndinum, sum hevur merkt
flokkin, serliga í hesum máli.
Men tá tað nýtykist vera semja
um okkurt – so tykist tað enn
løgnari, at tær nú skulu fara at
spæla hund. Er tað so, at tað sam
gongan endilig hevur fingið tveir
vargar í rætt, at so aðrir sleppa
leysir, so kann samgongan akkurát
tað sama pakka saman beinan
vegin, tí fólki troyttast av slíkum
óseriøsiteti.
Tað er púra greitt, at samgongan
fær onga hjálp frá andstøðuni í
hesum máli. Annaðhvørt koyrir
samgongan hetta neyðareggið í
gjøgnum Løgtingið, ella fellir upp
skotið, og harvið eisini samgongan,
til jarðar.
Andstøður í Løgtinginum hava
ta ediliga fremsta mál altíð at fella
tað, sum ein samgonga kemur
við. Allir flokkar eru samdir um,
at soleiðis skal tað vera. Og upp
á skift – alt eftir, vhør situr í sam
gongu – so briskla tey andstøðuni
at vera negativ.
Tí eru skuldsetingar um bæði
eitt og annað frá andstøðuni um,
at Kristin og Bjarni eru keyptir við
hesum og hasum, nú semja kanska
tykist í eygsjón. Kann væl vera, at
teir eru keyptir – men óhugnaligt
er tað í øllum førum, at tað skal
vera ein nátúrligur partur av ting
arbeiðinum, at tú kanst »keypa«
tingfólk til at meina hetta ella
hatta.
Tað er nóg langt úti sum er. Og
helst er bara talan um politiskar
markeringar frá Framsókn – sum
á tann hátt kann fráleggja sær
politiska ábrygd av tí partinum
av fiskivinnunýskipanini, sum
tey ikki eru so nøgd við. Politiskar
sermjur
hava
altið
politiskar
neyðsemjur við sær, og tær kunnu
vera ringar at slúka.
Tá málið kemur til aðru viðger
í Løgtinginum fríggjadagin, fer
andstøðan helst at leika harðliga í
– og vit gita, at tað verður samtykt
við teimum 17 atkvøðunum hjá
samgonguni.
Við triðju viðgerð kann henda,
at
onkur
sambandstingmaður
tekur undir málinum. Men valla
fyrr enn 17 samgongufingrar hava
trýst á grøna knøttin.
Tað hevði verið smart og hevði
á ein hátt víst aftur pástandin hjá
okkum um, at andstøður fyrst og
fremst hugsa um at gera fortreð.
Samgongufólk hava tað
helst best, tá tey eru ósamd
so var túrurin hjá Framsókn
Karin
Kjølbro
og lækna
stríðið
Arnstein Niclasen
Kjak síða 14-15
Hvar
er Sam
bandið?
Jógvan í Garðastovu
Kjak Síða 14
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í dag, 6. desember, fyllir
útisetin Jan Restorff 50 ár.
Javnaldrar og familja minn
ast hann, tá hann sum smá
drongur og unglingi búleikað
ist í Havn.
Nú hann hevur búð í Dan
mark um 32 ár, er hann helst
meira kendur sum matstovu
leiðarin og úrmælingurin á
Søllerød Kro, har hann hevur
staðið fyri seinastu 18 árini.
Upprunaliga fór hann í
læru sum receptionistur, men
áhugi hansara fyri tænastu,
víni og matgerð gjørdi, at
hann eisini lærdi til tænara
og afturat tí kokkaðist.
Hóast hann hevur verið og
er virkin gjøgnum 32 ár, hev
ur hann ongantíð »sett seg
niður«, men verið gestunum
til tænastu uttan fyri diskin.
Hann fer »í grind« hvønn
dag. Hann setur sær mál, er
virkin og røkkur á mál. Á
krónni er eingin dagur líka,
men málið er, at orkan hvønn
dag verður brúkt at tæna gest
inum á besta hatt.
Ein vitjan á krónni er meira
enn matur og drekka, hon skal
gerast ein uppliving, at gestur
in hevur fingið nakað at minn
ast aftur á. Hesin hugburður
ger
ivaleyst,
at
mangir
kundar gerast »stammgestir«.
Jan valdi Danmark fram um
Hafnia. Her høvdu møguleik
arnir og karmarnir ivaleyst
kenst ov treingir fyri ein so
dugnaligan fakmann.
Í dag hevur vinnan í Føroy
um ment seg so ómetaligt, at
vit nú eru á líka føti við grann
ar okkara i norðurlondum.
Ivaleyst støkka mong av
viðskiftafólki og vinum hans
ara inn á Søllerød Kro, nú eig
arin, Jordan og frú, fyrireika
reception fyri Jan sunnudagin
10. desember klokkan 18.00
Hjartaliga til lukku, kæri
Jan
Tú ert og verður ein origi
nalur. Kærar heilsanir.
Ónevndur skyldmadur
Jan Restorff fimmti
Sunnudagin 8. desembur
klokkan 15:30 letur upp máln
ingaframsýning í Ribarhúsi í
Fuglafirði. Sámal Toftanes
sýnir fram.
Hetta fjórðu ferð, at Sám
al sýnir fram í Ribarhúsi, og
honum líkt kemur íblásturin
til myndevnini framvegis fyri
tað mesta úr nærumhvørv
inum;
bygdalagsmyndirnar
fylla eisini mest hesaferð. Tó
eru eisini fleiri spennandi
fólkalívsmyndir
og
meiri
fríar
hugflogsmyndir
við.
Málningarnir eru 17 í tali.
Fernisering verður sunnu
dagin 8. desembur kl. 15.30,
har Bárður á Lakjuni fer at
syngja. Harumframt verður
lættari ábit og ein góður
drekkamunnur at fáa.
Framsýningin í Ribarhúsi
verður opin allan desember.
Vanliga er opið mánadag –
fríggjadag frá kl. 15.00 – 17.30
og leygardag frá kl. 11.00 –
13.00. Nærri kunning er at
finna á www.ribarhus.com og
á facebook ”Piddasahandil og
Ribarhús”.
Sámal Toftanes
í Ribarhúsi
Fremsti danski matstovuummælarin, Søren Frank, leggur
ikki fingararnar ímillum í Politiken, har hann skrivar um Jan
Restorff á 50 ára degnum: »Mr. Søllerød Kro Restaurantchef
Jan Restorff har gennem snart 20 år været drivende kraft på
Michelin-restauranten Søllerød Kro – og en af tjenerfagets få
stjerner, som rager op over de kendte kokke.«
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin