týsdagur 5. desember 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eins og tey hava gjørt nakrar ferðir
áður, seinast í 2014, hava Eystanljóð
og Tórshavnar Manskór aftur
í ár gjørt av at vera saman um
jólakonsertina. Í ár verður hon
sunnudagin 10. desember, sum
eisini er 2. sunnudagur í advent.
– Og av tí, at kórini hvør í sínum
lagi vanliga hava skipað fyri
jólakonsertum í sínum øki, hava
kórini aftur í ár gjørt av at hava
tvær konsertir. Ta fyrru í Gøtu
kirkju, hon byrjar klokkan 16.00,
og ta seinnu, sum byrjar klokkan
19.30, í Vesturkirkjuni, skriva tey í
tíðindaskrivi.
Tað eru tvey javngomul kór,
sum fara at syngja sunnudagin.
Manskórið var stovnað í 1986 og
hevði 30 ára stovningardag í fjør, og
Eystanljóð varð stovnað í 1987, og
hevði tí 30 ára stovningardag í ár.
Tað var russiski tónleikalærarin,
André Demidoff, sum stovnaði
kórið undir kvøldskúlaskipanini
í Gøtu kommunu í 1987, og hann
stjórnaði eisini kórinum fyrsta árið.
Tá hann fór frá, tók Bjarni Restorff,
sum hevur verið kórleiðari hjá
Tórshavnar Manskóri síðan kórið
var stovnað, við. Bjarni hevur
stjórnað Eystanljóði í tveimum
umførum, í tilsamans sjey ár. Síðan
tað hava fleiri aðrir kórleiðarar leitt
Eystanljóð, til Leif Hansen, sum
hevur verið leiðari seinastu mongu
árini, tók við. Tað er eisini hann,
sum stjórnar kórinum nú.
Eystanljóð er rættiliga virkið,
og hevur, sum tey flestu føroysku
kórini, nógvar konsertir, bæði
heima og uttanlands. Kórið hevur
eisini tikið størri verk á seg, millum
annað hevur Eystanljóð sungið
bæði Stórmessuna og Requiem
hjá Mozart. Á jólakonsertini fer
Eystanljóð at syngja kendar før
oyskar og útlendskar jólasangir.
Tórshavnar Manskór er eisini
eitt øgiliga virkið kór. Umframt
vanligu konsertirnar og kórfesti
valin, sum kórið altíð er við í, er
Tórshavnar Manskór nógv umbiðið
til nógv ymisk tiltøk. Tað hevur
við sær, at kórið samanlagt hevur
umleið 50 almennar framførslur
um árið. Í ár var ein nýtt tiltak á
skránni, tá kórið á fyrsta sinni skip
aði fyri einari felags konsert sam
an við Havnar Hornorkestri. Eitt
tiltak, sum hepnaðist sera væl.
Nú er tað so jólakonsertin,
ella jólakonsertirnar, sum eru á
skránni. Kórið, sum framvegis er
undir leiðslu av Bjarna Restorff og
Kára Bæk, hevur eina rættiliga fjøl
broytta skrá, við bæði útlendskum
og føroyskum sangum – eisini jóla
sangum.
Konsertirnar verða sum sagt
nú sunnudagin, tann 10. desember.
Tann fyrra verður í Gøtu kirkju
klokkan 16.00, og tann seinna í
Vesturkirkjuni klokkan 19.30.
– Kórini vóna, at tit møta fjøl
ment.
JÓLAKONSERT VIÐ
EYSTANLJÓÐ OG
TÓRSHAVNAR MANSKÓRI
Tórshavnar Manskór í Vesturkirkjuni
Mynd: Ólavur Frederiksen
Eystanljóð og Tórshavnar Manskór eru næstan
javngomul, stovnað í ávikavist í 1987 og 1986
Í bókini Stríð leikar á, Føroya Hand
verkarafelag 60 ár, sum Erhard
Jacobsen hevur skrivað, verður
greitt frá søgu felagsins, frá tí
felagið varð stovnað 24. februar
1957 og líka fram til dagin í dag.
Føroya Handverkarafelag hevði
sum endamál at savna øll hand
verkarafeløg í landinum í eitt meg
infelag fyri á tann hátt at gagna
áhugamálunum hjá limafeløgunum
og limunum.
Fyrstu árini royndi meginfelagið
at savna tey feløgini, sum tá vóru,
og at stovna handverkarafeløg í
teimum bygdunum, har eingi hand
verkarafeløg vóru. Tað næsta var
at fáa gjørt egnar sáttmálar fyri
handverkið og at samráðast um
sáttmálar við Føroya Handverks
meistarafelag og seinni við lands
stýrið og kommunurnar.
Yrkisfeløgini hjá handverkarum
og meistarum hava altíð lagt stór
an dent á at hava ávirkan á út
búgvingina av handverkarum, og í
1980’unum og 1990’unum stríddust
yrkisfeløgini við lands- og skúla
myndugleikarnar at royna at varð
veita ávirkanina á lærlingaútbúgv
ingarnar. Hetta stríð endaði við
nýggju lógini um yrkisútbúgvingar,
sum kom í 1998.
Føroya Handverkarafelag hevur
verið virkið í uppgongutíðum, sum
teimum í 1980’unum, men eisini í
niðurgangstíðum, sum eitt nú vóru
kreppuárini fyrst í 1990’unum og
aftur fyrst í nýggju øldini.
Søgan hjá Føroya Handverkara
felag er hendingarík, og onkrar
rokaligar hendingar hava verið í
søgu felagsins.
Í 1997 tók seg upp ósemja mill
um limafeløgini í Føroya Hand
verkarafelag, sum endaði við, at
trý limafeløg tóku seg úr megin
felagnum og stovnaðu sítt egna
meginfelag. Og seinni fór eitt lima
felag aftrat úr gamla meginfelagn
um.
Føroya Handverkarafelag, sum
nú ikki umboðar øll handverkara
feløgini, er tó framvegis eitt virkið
fakfelag.
– Bókin, sum er 332 síður við
myndum, er ikki bara ein lýsing av
søgu Føroya Handverkarafelags,
men gevur eisini gott innlit í fak
felagsarbeiði bæði fyrr og nú, skriv
ar felagið í tíðindaskrivi.
Stríð leikar á fæst í bókabúðun
um og kostar 298 kr.
Søgan um Føroya
Handverkarafelag út í bók
Føroya
Handverkarafelag
fyllir 60 ár í ár, og í
tí sambandi er komin
út bók um søguna
hjá felagnum