Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjálvt um vinnunevndin hevur latið tinginum eitt álit um fiskivinnunýskipanina, er tað ikki víst at semjaí samgonguni er fullkomin Árni Gregersen Tað tók drúgva tíð og tað var eitt tógvið stríð, áðrenn vinnunevndin loksins kundi lata Løgtinginum álitið um uppskotið til “Fyrisiting av sjófeingi” í gjár. Vinnunevndin hevur við­gjørt hendan spurningin stór­an part av hesum árinum. Fyrst fyrra upp­ skotið, sum landsstýrismaðurin við fiski­vinnumálum, Høgni Hoydal, legði fram, men sum ikki var lið­ugt viðgjørt, tá ið Páll á Reyna­túgvu, tingformaður, sendi tingið í summ­ arfrí. Nú í heyst hevur vinnunevndin arbeitt við tí sama uppskotið, men eitt sindur broytt í summar­ steðg­inum. Í millartíð skifti vinnu­ nevndin eisini formann – Bjørt Samuel­sen, Tjóðveldi, tók við eftir Bjarna Hammer, Javnað­ar­flokk­ur­ in. Vinnunevndin hevði tveir rættu­ liga stórar trupulleikar at dragast við. Tann fyrri var, at tað uppá for­ hond var greitt, at tað so at siga fór at vera ómøguligt at gera semju mill­um andstøðu og samgongu í nevnd­ini. Grundleggjandi tóku Fólka­ flokk­urin og Sam­bands­flokkurin ikki undir við uppskotinum hjá lands­stýrismanninum. Tað kemur eisini fram í teirra álitið har sagt verður: -Meirilutin heldur, at lands­ stýris­maðurin eigur at taka upp­ skotið aftur og umhugsa sína støðu í Fiski­málaráðnum. Ger lands­stýris­ maðurin ikki tað, eigur løgmaður at loysa lands­stýrismannin úr starvi. -Um tað ikki eydnast eigur løgtingsformaðurin enn einaferð at senda Løgtingið heim. Fiskivinnan hevur í øldir verið hjartað í bú­skap­ in­um. Tí ber ikki til at spæla sær við hesa vinnu á Løgtingi. -Fyri mongu húskini kring landið, fiskimenn, flakakvinnur, onn­ur, ið arbeiða í fiskivinnuni, og fyri­tøkur, sum veita fiskivinnuni tæn­astur og liva av hjávinnum, ið stava frá virkseminum har, hevur fiski­vinnu­lóggávan avgerandi týdn­- ­ing. Og við tað, at hesi eru so stór­ur og týðandi partur av sam­felagn­um, rakar tað øll, um illa verð­ur farið um, sum í hesum føri. -Meirilutin tekur tí ikki undir við mál­inum, og mælir Løgtinginum staði­liga frá at samtykkja upp­ skotið Hetta var rættuliga kent fyri tey, sum hava fylgt við orðaskiftinum. Hin stóri spurningurin hjá vinnu­nevndini var at finna semju mill­um samgonguumboðini í vinnu- ­nevnd­ini. Ein av limunum er Bjarni Hamm­er, Javnaðarflokkurin. Tað er eisini alment kent, at hann sam­an við Kristin Michelsen ikki hava verið serliga fegnir um upp- skotið hjá lands­stýris­mann­in­um. Tað eydnaðist kortini við til­ lagingum og øðrums nildum, at fáa Bjarna Hammer at taka undir við uppskotinum, so tað kundi leggjast fram. Andøva ímóti Men sjálvt um uppskotið er komið úr vinnunevndini, so eru ikki allar súðir syftar. Beinanvegin inihaldið var kent millum tingfólk, meldaðu ting­ kvinn­urnar hjá Framsókn út, at upp­runaliga uppskotið nú er so nógv broytt, at ivasamt er, um flokk­urin kann taka undir við upp­ skot­inum, sum tað liggur. -Hetta mugu vit í hvussu so er við­gera í okkara flokki. Hetta er farið um nøkur mørk, segði Hanna Jen­sen, Framsókn. Um tað fer at elva til nýggjar trupulleikar vit vit ikki enn, men vit vita, at Kristin Michelsen, Javn­ að­arflokkurin, hevur ikki bundið seg treytaleyst til at taka undir við upp­skotinum. -Tað er long tíð til fríggjadagin og nógv kann broytast og broytingar kunnu eisini gerast millum 2. og 3. viðgerð, sigur Kristin Michelsen. Størstu broytingarnar í álitinum er, at uppboðssølan er minkað úr 25 prosentum til 15 prosent, burt­ur­ sæð av svartkjaftinum, sum verður 25 prosent. Menningarkvoturnar eru hækk­ að­ar úr sjey prosentum til 8,5 pro­ sent. Tað er helst tann hækk­ing­in, sum hóvar Framsókn minst. Antitrust-mørkini eru hækkað nakað, so ongin rakar loftið sum nú er. 2. viðgerð av lógaruppskotinum verð­ur fríggjadagin. Álitið er komið men tað tryggjar neyvan semjuna Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, syrgdi fyri, at áltið loksins bleiv lagt fram í gjár. Hanna Jensen, Framsókn, heldur at hennara flokkur má viðgera uppskotið áðrenn endalig støða verður tikin. Hanna Jensen, Framsókn, heldur at hennara flokkur má viðgera uppskotið áðrenn endalig støða verður tikin. Nú er upopskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni aftur í tinginum.