Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fleiri brúkaragjøld men lægri persónsskattur Ein arbeiðsmaður fær 7.500 krónur í skattalætta, um uppskotið hjá skattanevndini verður til veruleika. Danjal av Rana Hvør borgari yvir 21 ár skal rinda 300 krónur um mánaðin í borg­ara­ gjaldið. Hvørt húski skal rinda fyri húsa­ tænastur, so sum vatn, kloakk og ruskavheintan. Tann kostnaðurin verður 1000 krónur fyri sethús, 800 krónur fyri raðhús og 600 krónur fyri hvørja íbúð. Punktgjaldið á bensini hækkar úr 2,70 krónum fyri liturin upp í 3,50 krónur. Punktgjaldið á diesel hækkar úr 0,75 krónum upp í 2,00 krónur. Brennioljugjaldið hækkar úr 0,80 krónum upp í 1,50 krónur, fyri tonguolju úr 0,10 krónum upp í 1,50 krónur fyri liturin. Rentustuðulin skal avskaffast stigvíst, so at hann er burtur um 25 ár. Arvaavgjaldið skal stigast, so at jú meiri tú arvar, jú meiri rindar tú í skatti. Fastognarskattur skal setast í verk, tí hetta hevði breiðka um skatta­grundarlagið, samstundis sum tað hevði minkað um ójavnan í sam­felagnum. Tilfeingisgjaldið hjá alivinnuni skal umskipast, so at alivinnan rindar minni, tá laksaprísurin er lág­ur, men munandi meiri, tá laksa­ prís­urin er høgur. Sjómannafrádrátturin, sam­døg­ urs­frádrátturin og uttan­lands­frá­ drátturin skulu strikast. Hesar broytingarnar fara til­ sam­ans at geva 864 milliónir krón­ ur inn í brúkara- og avgjøldum, sum skulu nýtast til at lækka lands- og kommunuskattin og at hækka almennu veitingarnar, sig­ur skattanevndin hjá Føroya Lands­ stýri, sum týsdagin handaði lands­ stýris­kvinnuni í fíggjarmálum skatta­frágreiðing sína. - Hetta er fyrstu ferð í 34 ár, at ein slík endurskoðan verður framd, so tað er upp á tíðina, segði lands­ stýris­kvinnan í fíggjarmálum. Skattanevndin er komin til ta niðurstøðu, at skattatrýstið í Før­ oyum ikki er verri enn í hin­um norðurlondunum. Einans Noreg og Ísland hava eitt lægri skatta­ trýst, mált í prosentum av brutto­ tjóð­arúrtøku. Men, sigur skattanevndin, per­ sónligi inntøkuskatturin, sum svar­ar til 56 % av øllum skatta- og av­gjaldsinntøkum landsins, er nógv hægri í Føroyum enn miðal fyri bæði hini norðurlondini og OECD. Tí mælir skattanevndin til at lækka persónsskattin, so at Før­oy­ ar á hesum øki verða meiri kapp­ ingarførar við grannalond okkara um arbeiðsmegi. - Tað skal loysa seg at arbeiða, og tí hava vit lagt okkum eftir at minka um markskattin í skattastiganum, altso skattin, sum verður rindaður av seinast vunnu krónuni, segði Kári Petersen í framløgu síni. Skattanevndin mælir tí millum annað til, at botnfrádrátturin í komm­unuskattinum verður strik­ að­ur, meðan hann verður hækk­ að­ur upp í 100.000 krónur fyri lands­skattin. Skattastigin verður end­ur­skoðaður, so at inntøkur upp til 40.000 krónur rinda minni í skatti, meðan tey við ársløn yvir 400.000 og aftur yvir 800.000 fara at rinda meiri í skatti. Men skal ein inntøkukelda lands­ins lækka, mugu aðrar hækka og her er tað, at omanfyristandandi broyt­ingar koma inn. Skal nú til politiska viðgerð Skattafrágreiðingin er kortini bara júst tað, ein frágreiðing. Skatta­ nevnd­in hevur sitið og arbeitt við frá­greiðingini í hálvtannað ár, og nú verður hon send víðari út í Fíggj­armálaráðið, har hon skal til polit­iska viðgerð. Ivasamt er tí, hvussu nógv av hes­um verður sett í verk. Kristina Háfoss sigur í samrøðu, sum sæst á Rás 1 og in.fo, at nógv góð uppskot eru í frágreiðingini, men eisini okk­ urt, sum verður torført at seta í verk, og nevnir millum annað fast­ ogn­ar­skattin. - Nú skal frágreiðingin fáa eina politiska viðgerð í Fíggjar­mála­ ráðn­um, og síðani verður hon møgu­liga brúkt sum grundarlag und­ir komandi lógarbroytingum á skatta­økinum.