Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. desember 2017 · Nr. 142 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, sum sýndu samkenslu, tá ið okkara elskaði sonur, beiggi, drongur og pápi Dávid Løvhøjten, Leirvík f. 9. oktober 1992 d. 26. august 2017 so brádliga varð tikin frá okkum. Av hjarta takka vit fyri alla umsorgan og hjálpsemi, sum er sýnt okkum í hesi sváru tíð. Tøkk til tykkum øll, sum komu á vanlukkustaðið, og gjørdu tykkara allarbesta fyri at bjarga Dávidi. Tøkk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum og løgregluna fyri tykkara umsorgan. Tøkk til Berg Debes Joensen fyri troyst og umsorgan á sjúkrahúsinum og fyri sera góða prædiku til jarðarferð Dávids. Tøkk til Árna Jacobsen og Jógvan Páll Sevdal fyri andaktir í heimi okkara. Tøkk til verfaðir Dávids, Bill Justinussen, fyri andaktina í kapellinum. Tøkk til Pól Johannessen fyri góð orð í kirkjuni. Tøkk til Terja Vestergaard og Jónhild Djurhuus fyri vakran sang í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til John og Hildur fyri lán av bussum. Tøkk til Moniku og Jóan Magnus fyri vakurt violin og orgulspæl í kirkjuni. Tøkk til tykkum, ið stóðu fyri teknikkinum til jarðarferðina. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við at baka og servera til ervið í bygdarhúsinum. Tøkk til skúlan og frítíðarheim fyri umsorgan fyri gentunum. Tøkk til Eysturkommunu fyri sýnda vælvild í mun til systrarnar hjá Dávidi. Tøkk til manningarnar umborð á Polarhav og stjørnuni, og JFK trol. Eina hjartans tøkk bera vit familju, vinfólki, bygdafólki og øllum, sum hava verið um okkum hesa sváru tíð. Takk fyri alla ta hjálp og umsorgan, sum tit hava veitt okkum. Tøkk til tykkum, sum komu inn á gólvið, ringdu og sendu heilsanir. Tøkk til vinfólkini hjá Dávidi, sum so trúliga vóru saman við okkum í sorgini og hjálptu til á ymsan hátt. Tøkk til tykkum øll, sum møttu upp uttan fyri okkara heim til at tendra ljós fyri Dávidi. Ein sera rørandi løta. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Takk fyri peningagávur til lítla Sálomon. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Dávidi til hansara seinasta hvíldarstað. Guð signi tykkum øll! Hvíl í friði, kæri skattur! Vit síggjast, elskaði Dávid. Mamma, babba, Elin, Vár, Lív, Eva Maria, lítli Sálomon, Birgit, Poli og Jim. Tøkk Hjartans tøkk fyri hjálp og sýnda samkenslu, tá okkara kæra Elsebeth Malena Frida Jacobsen, vanliga nevnd Lena fødd 9.2.1923 og deyð 18.10.2016 andaðist og varð jarðað. Familjunar vegna Erika og Hjørdis Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaði sonur og bróðir Hákun Elnarsson Justinussen 29.03.1967 - 22.10.2017 andaðist og varð jarðaður. Tøkk, Jón, fyri vøkur orð í kapellinum, og Jóan Magnus fyri troystarrík orð, tá ið vit komu í Hebron. Tøkk Osmund, Niels Pauli og Ingvard fyri góð orð í salinum og á grøvini. Tøkk Dánjal, Monika og Eirikur fyri tónleikin. Somuleiðis tøkk til tykkum, ið hjálptu til í salinum og á grøvini. Tøkk til tykkum umborð á Polarhavi, ið vóru um hann til tað seinasta. Tøkk til tykkum øll, ið sýndu samkenslu og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna, Elnar og Beinta Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá Jákup á Sýnini andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkið á Vesturskin, sum tóku sær væl av Jákupi seinastu tíðina. Takk til Ova Brim prest. Takk til kirkjutænarar, gravara og sangarar. Takk til Garða Jákup fyri vøkru orðini á Vesturskin. Takk til tykkum sum bakaðu køkur til ervið, og til tykkum sum á annan hátt hjálptu til. Takk fyri blómur, kransar og gávur. Og stóra tøkk til tykkum mongu sum fylgdu Jákupi til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Jenny, børn við makum, og abbabørn Tøkk Hjartans Tøkk fyri Synda samkenslu og hjálpsemu, ta´ið elskaða mamma, omma, langomma og vermamma okkara. Margaret Stewart Hansen Ætta úr Scotlandi, búsitandi í Tórshavn f.08.05.1928 d.05.11.2017 Andaðist og varð jarðað. Tøkk til Landssjúkrahúsið og Heimatænastuna. Tøkk til Hera Joensen prest. Tøkk til tænarar, sangarar og gravarar. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar. Tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt hjálptu til jarðaferðina og ervið. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjuna vegna. Edith, Bӧrge, Jóhanna Maria Tøkk Vit vilja hjartaliga takka øllum fyri sýnda samkendslu, tá okkara elskaði pápi, abbi, langabbi, sonur og beiggji Petur Petersen (Petur hjá Adu) føddur 02.07’45 -deyður 07.09’17 andaðist og varð jarðaður. Takk til læknarnar á Sandi, Havstein Klein prest, kirkjutænarar, gravara, organist og sangarar. Takk til tykkum sum bakaðu og á ymsan hátt hjálpti til ervið. Takk fyri kransar, blómur, uppringjingar og góð orð. Takk til tykkum mongu sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjuna vegna: Jógvan William, Tórarin, Barbara, Bárur