Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 6 k v i n n u b l a ð i ð av at taka myndir. Serliga torført er tað at liva av kreativu verkætlanunum, ið Miriam dámar so væl. Tí taka Miriam og Janus øll sløg av uppgávum á seg. – Sum kreativur fotografur lærir tú skjótt, at tú ikki bara kanst taka spennandi kreat­ iv­ar uppgávur. Tað er fullkomið luksus at sleppa at gera tað kreativa. Tað havi eg lært, stað­festir hon álvarsom. – Eg eri stolt av, at Janus og eg í dag liva av myndatøku. Men eg hugsi alla tíðina um kreat­ivu verkætlanarnir, ið eg vil sleppa at skapa. Eg veit, at onki kemur burturúr teim­um fíggjarliga, men tær eru góðar fyri navnið, tí tað er tað persónliga, sum tú gert, ið veru­liga lýsir hvør tú ert, og hvat tú megnar, sig­ur hon umhugsin. RELIGIÓN Í MYNDUNUM Hon greiðir frá um uppvøkstur sín í brøðra­ sam­komuni, og hvussu uppvøksturin hevur ávirkað myndatøkuna. – Eg haldi, at tað sæst í myndunum, at eg eri religiøst ávirkað. Tað eru fleiri, sum siga, at tað er trøllakent og ógvusligir kontrastir mill­um ljós og myrkur í myndunum, sum eg taki, staðfestir hon. Hon greiðir frá, at uppvøkstur hennara eis­ini onkursvegna ávirkar kreativu av­gerð­ ir­nar, ið hon tekur. Serliga seinastu árini hon hevur tikið alsamt fleiri nakinmyndir av kvinnum. Hon tekur bæði myndir av kvinnum, ið koma til hennara, og ynskja mynda­tøku til egið brúk, og eisini mynda­ tøka av naknum kvinnum til kreativar verk­ ætl­anir, sum hon síðani vísir fram á ymiskum pall­um. – Eg eri als ikki kedd av ávirkanini, ið átrúnaður hevur á meg. Heldur eri eg glað fyri ta tilgongdina og tankarnar, sum eg skuldi ígjøgnum, áðrenn eg gjørdi av at taka nakin­myndir, ið vórðu vístar alment, stað­ festir hon. Fyri Miriam hevur samantvinningin av átrúnað og kvinnuligum seksualiteti til tíðir verið fløkt, og hon greiðir frá, at kenslan av skomm, sum mangan er ótilvitað, er so rót­ grógv­in í fleiri kvinnum, tí tær alt lív sítt hava hoyrt menn prædika um, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Hon hevur bæði hoyt talur úr Há­song­ inum, sum fara í smálutir og hálova kvinnu­ lig­um seksualiteti, og hon hevur eisini hoyrt av­noktanir av tí sama. – Frá tí at eg var lítil havi eg skula tikið støðu til hetta, og eg havi eisini sæð og følt hesa skommina í samkomuni, hóast tað varð frítt tosað um seksualitet heima hjá okkum, sig­ur hon. Hetta er torført at greiða frá, heldur Miriam, og tað er orsøkin til, at hon nú ar­ beið­ir við eini bók við nakinmyndum og teksti. Ein bók, sum Miriam sigur fagnar fría sam­felagnum. Tað fría samfelagið, ið Miriam við nakin­ mynd­unum vil fagna, leggur seksuellu skomm­ina, sum nógvar kvinnur kenna, á hill­ ina. Miriam heldur, at tað er umráðandi, at virðis­meta hetta samfelagið, ið ikki er ment á hendan hátt av óvart. – Tað hevur verið ein long tilgongd við góð­ari feminismu. Kvinnur hava í fleiri ár stríðst fyri, at kvinnurøddirnar ymsa staðni í sam­felagnum verða hoyrdar. Hetta ger, at vit í dag skilja kvinnuna betri, enn vit gjørdu fyrr, sigur hon. –Eg njóti hetta frælsi til fulnar, staðfestir hon. Til bókina, sum hon arbeiðir við, vil Miriam lýsa ymiskleikan og øll sløg av kvinnu­kroppum. Hon greiðir tó frá, at hóast tað ikki hevur verið trupult at fingið myndir av kvinnum í tjúgunum, so hevur tað verið sera torført at finna føroyskar kvinnur í fjørutinum, ið vilja vera við. – Fjøruti ára gamlar kvinnur í Føroyum siga ikki ja, og ofta er grundgevingin arbeiði, sigur hon. “Tær allar flestu gera tað fyri seg sjálva. Eg trúgvi, at um eg skuldi gjørt tað sjálv, so hevði eg eisini gjørt tað fyri mína egnu skuld.”