Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 8 k v i n n u b l a ð i ð EIN DJÚPRI MEINING VIÐ NAKINMYNDUM –Eg skal ikki skammast við vakurleikan, eg havi sum kvinna ella hava ringa samvitsku av ymiskum orsøkum, men heldur verða stolt av tí feminima, sigur Miriam Gunnarsson. Hóast tað er tørført at orða, so veit hon, at nakinmyndirnar nerta við djúpar kenslur hjá mongum, og hon hevur ofta fingið við­ merk­ingar um júst hendan vakurleikan, ið er so torførur at lýsa. Sjálvandi fær hon eisini atfinningarsamar viðmerkingar, men hon heldur ikki, at tað er ein orsøk at gevast, tí summi verða provok­ er­aði. – Eitt samfelag har tú ikki hevur loyvi til at provokera, er ikki samfelag, har eg hevði viljað búð. Eg eri ein kvinna, ið tekur vakr­ar, feminimar og sterkar nakinmyndir av øðr­ um kvinnum, men av tí, at eg komi frá eini konservativari bakgrund, so er endaliga úrs­ litið ikki tað sama, sum hjá teimum, ið selja sex og porno. Tað sært tú á myndunum, stað­ festir hon ærliga. – Tá eg byrjaði at taka myndir av naknum kvinnum og leggja tær á Facebook, skrivaði ein kvinna til mín, sum eg kenni væl, at hon ikki sá mun millum tað, sum eg geri, og tað sum verður gjørt, tá gentur og kvinnur verða rændar og seldar. Tá hvakk eg við, sigur hon. – Men slíkar viðmerkingar siga mær eisini, at eg veruliga havi brúk fyri at gera hesar myndirnar, leggur hon afturat. Lukkutíð verður Miriam ikki lættliga ávirkað av slíkum viðmerkinum, og tær ávirka als ikki arbeiði, ið hon ger. – Onkuntíð vildi eg ynskt, at slíkt ávirkaði meg meir. Men eg síggi tað eisini, sum mína sterkastu síðu, at tað ikki ger, sigur hon. TILGONGDIN ER VØKUR Fyri Miriam er tað umráðandi, at tað er eitt forstáilsi millum hana og modellina áðrenn myndatøkuna. Tað er besti mátin at tryggja sær, at tær eru samhugaðar. –Eg taki ikki hesar myndirnar, bara tí eg vil taka myndir av naknum kvinnum. Tað eru tað fleiri onnur, sum gera, men eg havi eina djúpri meining við hesum, sigur hon. – Eg eri ein opin kvinna, og tá eg eri úti millum fólk, fái eg skjótt eina kenslu av, um kvinnan, sum situr yvirav ella við síðuna av mær hevði tímað, at eg tók nakinmyndir av henni og hevði tolt uppmerksemi og krit­ikk­ in, sum kemur aftaná, sigur hon. Er myndatøkan í Viðareiði, til dømis, so verður tosað um tilgongdina og um enda­ málið við myndatøkuni allan vegin norð og all­an vegin suður aftur til Havnar. Tað er umráðandi fyri Miriam, at kvinnan veit, hvat fer at henda, kennir seg trygga og hevur endaliga avgerðarrættin. – Eg havi tikið nógvar myndir, sum mær dámar heilt ómetaliga væl, men sum eg ikki eri sloppin at brúka. Gjøgnum tilgongdina hev­ur modellin meir makt enn eg, og tað er ikki vanligt, at myndafólk arbeiða á hendan hátt, men eg haldi, at tann tilgongdin er vøk­ ur, tí hon stendur í andsøgn til móta­heim­in, har ein brúkar modellirnar, sum einum lystir, sigur Miriam. Hon heldur als ikki, at ein slík tilgongd ger arbeiði strævnari, hóast tað tekur longri tíð at fremja verkætlanina. Miriam brúkar nógva tíð at bíða eftir røttu kvinnuni, tíðs­ punkt­inum og umstøðunum. –Tað er ikki bara ein kvinna og eitt mynda­ tól. Eg haldi sjálv, at tá tú hyggur at hesum mynd­unum, so sært tú nógvar kenslur eisini. Mynd­irnar eru kensluligar, sigur hon. Tað er ymiskt, hvussu afturmeldingarnar frá kvinnunum, ið verða avmyndaðar, eru. Miriam greiðir frá, at hon sjálv bert hevur fingið positivar afturmeldingar, men summ­ar kvinnur siga henni, at tær eru glaðar fyri, at tær endiliga tóku seg saman at gera mynda­ tøk­una, tí tær hava ætlað sær í so langa tíð. Aðr­ar eru ikki glaðar fyri avgerðina, fyrr enn ein tíð er liðin – ofta eitt ár ella so, tí tær ikki kenna seg aftur í støðuni við tað sama, og ikki duga at dyrka tað vakra. Eftir eina tíð hava tær tó vant seg við tað og hava lært at elska at síggja seg sjálvar á hendan hátt. – Tær allar flestu gera tað fyri seg sjálva. Eg trúgvi, at um eg skuldi gjørt tað sjálv, so hevði eg eisini fyrst og fremst gjørt tað fyri mína egnu skuld, sigur hon. Tað er torført hjá Miriam at svara uppá spurn­ingin, hvat tað ger fyri eina kvinnu at taka slíkar myndir. Hon greiðir frá, at ein partur av tí óivað er at virka ímóti skomm­ kensl­uni, ið nógvar kvinnur ganga við. – Tað er nakað, sum nógvir menn hava tor­ ført við at skilja, tí tað er eitt slag av kvinnu­ lig­ari kenslu, sum fleiri kvinnur ganga við í langa tíð. Á ein ella annan hátt er hetta kvinn­ ur, ið gera upp við okkurt á myndunum, sigur hon. Miriam hevur sett sær sum mál at lata tríggj­ar ymiskar myndabøkur úr hondum næstu fýra árini. Tann fyrsta verður nakin­ mynd­ir, men evni í hinum vil hon ikki avdúka enn. – Eg fari tó altíð at taka nakinmyndir, tí tað havi eg brent fyri síðani eg byrjaði at taka mynd­ir, sigur hon. “Tá eg byrjaði at taka myndir av naknum kvinnum og leggja tær á Facebook, skrivaði ein kvinna til mín, sum eg kenni væl, at hon ikki sá mun millum tað, sum eg geri, og tað sum verður gjørt, tá gentir og kvinnur verða rændar og seldar. Tá hvakk eg við.”