Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. desember 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2017 10 k v i n n u b l a ð i ð DIY BIRITA BLACK ER ÚR KLAKSVÍK, HAR HON LIVIR SAMAN VIÐ SÍNUM LÍVSKÆRLEIKA, ODDURI OG BØRNUNUM, ARCHIA OG VITALIU. BIRITU HEVUR ALTÍÐ DÁMAÐ SERA VÆL AT TAKAST VIÐ TAD KREATIVA, AT LATA HUGFLOGIÐ REIKA OG SKAPA. HON HEVUR VERIÐ VIÐ Í FLEIRI KREATIVUM VERKÆTLANUM ÁÐUR, HAR Í MILLUM QUEEN AGNAS HJÁ MIRIAM OG JANUS. JÓLAPRÝÐI Nú vit eru komin inn í desember, mátti jólaprýði sjálvandi við hesuferð. Eg havi valt at gera ymisk uppheng, sum eru løtt at gera, soleiðis at børrnini eisini klára tað sjálv. Hetta eru kanska ikki mest jólaligu litirnir, men soleiðis dámar mær tað. Ì dag eru alskins sløg av jólaprýði, vit síggja næstan allar litir nýttar, alt er lov. Her eru 5 ymisk prýði: trækúlur, ein glaskúla, eitt noða, rútari og ein seyður. Trækúlurnar eru fyrst partvíst málaðar við hobbylak, og so havi eg drigið tógv ígjøgnum og fest tveir fjarðar niðast við. Í glaskúluna havi eg koyrt tveir fjarðar og sett dymo klistur á við tekstinum “Gleðilig Jól”, tad ber eisini til at skriva við hond. Noðað er ein tundurkúla, har festi eg fyrst ein stáltráð niður í tundurkúluna, sum eg boygdi til eitt eyga. So vant eg tógv um stáltráðin, og harfrá vant eg tógvið runt um tundurkúluna og endaði við at koyra tráðin inn millum hinar. Stokkarnir eru træpinnar, man brúkar til pinnamat. Rútarin er sera einfaldur, har teknar tú bara ein rútara og tveir minni inni í, sum fylgja ovasta kantinum – ger eina skabelón og klipp út. Seyðurin er kliptur út í kartong (sí skabelón,) og so er tógv vundið rundan um hann. Eg klipti nøkur hakk í aftara partin, fyri at tógvið skuldi liggja betur. Gleðilig jól Birita URTAPOTTAHALDARI UPPSLAGSTALVA & LAMPA