hósdagur 7. desember 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
14
desember 2017
8
Eirikur Lindenskov
Tann 2. november vóru 40 ár liðin,
síðani sølumiðstøðin SMS lat dyrnar
upp á fyrsta sinni.
Sølumiðstøðin, sum húsaðist
undir tveimum lonum, sum vórðu
bygdar norðan fyri spildurnýggja
apotekið fekk stóran týdning fyri
handilslívið í høvuðsstaðnum – og
hevur tað enn.
Virksemið hjá SMS var fyrstu árini
eftir 1977 miðsavnað í bygninginum
á Trapputrøðni, sum tá var nógv
minni, enn hann er í dag. Men nú
er størsti parturin av virkseminum
hjá P/F SMS uttan fyri sjálvan SMS
bygningin – í Mylnunum og í Bónus-
handlunum kring landið.
Á stóru 40 ára føðingardags
veitsluni hjá SMS í Høllini á Hálsi í
Havn 28. oktober, har yvir 800 fólk
vóru til borðs til hátíðardøgurða, vóru
fleiri av trúgvu starvsfólkunum heiðr
að – og tey síggjast á næstu síðu.
The Gran Old Man í SMS, Jørgen
Jørgensen, alias Jørgen Slagter,
hevur verið við frá fyrsta deg, 2.
november í 1977
Heiðraðu trúgvum starvs
fólkum á 40 ára degi
Fleiri starvsfólk hjá SMS hava verið leingi í
starvi – nøkur teirra síðani byrjan í 1977. Tey
vórðu heiðrað á 40 ára veitsluni hjá felagnum