hósdagur 7. desember 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
16
desember 2017
8
Porkerisnes – triðja stálskipið
sum er smíðað í Føroyum
Eirikur Lindenskov
Tað var mikil fagnaður á Tórshavnar
Skipasmiðju tann 30. mai í 1963, tá
stállínuskipið »Porkerisnes« fór av
bakkastokki.
Hetta er søgulig hending á tann
hátt, at hetta var bara tað triðja stál
skipið, sum varð smíðað í Føroyum.
Sosialurin skrivaði soleiðis leyg
ardagin 1. juni í 1963:
»Porkerinsnes flotað: Hósdagin
var 3. stálskipið, sum bygt er á Tórs
havnar Skipasmiðju flotað.
Og samstundis er hetta annað
skipið, ið Tórshavnar Skipasmiðja
hevur bygt til porkerismenn. Tað
sýnir dirvi og áræði, tá eitt so lítið
pláss sum Porkeri eftir so stuttari tíð
er ført yri at fáa sær eitt nýmótans
stál-línuskip afturat.
Skipið fekk navnið »Porkerisnes«.
Kjartan Mohr, stjóri, Hákun Djurhuus,
løgmaður og Z. Müller, ið er stjóri í
felagnum Bergið, ið skipið hevur latið
bygt, talaðu, og síðani gav frú Irena
Olsen úr Porkeri skipinum navn. Síð
ani varð »Porkerisnes« flotað.
Byggimeistari er Oliver Holm av
Tvøroyri.
Vit ynskja porkeringum góða
eydnu við skipinum.«
Og Dimmalætting skrivar eisini
um hendingin sama dag:
»Porkerisnes av bakkastokki í
Tórshavn: Annað prýðuliga fiskifarið
úr stáli til Porkeris bygd.
Triðja stálskipið frá Tórshavnar
Skipasmiðju fór hósdagin fyrrpart
av bakkastokki. Hetta er 188 fót
línubátur til P/F Bergið í Porkeri, og
gav frú Irena Olsen, Porkeri, honum
navnið »Porkerisnes«.
Nýggi línubáturin skal verða lat
in av skipasmiðjuni um 8. - 10. juni.
Hann er 23 fót breiður og 12,4 fót
djúpur, hevur 375 hesta Vølund dies
el motor og Russel Newberry ljós
motor og aksulgenerator. Harum
framt allar tær nýggjastu teknisku
innleggingarnar sum radar, loran, 2
ekkolodd o. s. fr.
Báturin, ið kann ferma 160 tons
í saltfiski, hevur frystilast upp á 41
rúmetrar. Pláss er fyri 26 monnum
við »Porkerisnesi«, sum um miðjan
juni fer fyrsta túrin til Grønlands við
snellu. Skipari verður Peter Knudsen
úr Saltangará. Byggipeningurin ligg
ur um 1,4 mill. kr.«
Porkeningar vóru undangongumenn við skipabygging í Føroyum fyrstu árini. Her er tað »Porkerisnes«, ið fer av bakkastokki 30. mai 1963. Myndirnar tók Eigil Gunnarsson
Sera nógv fólk høvdu leitað sær út á Runding, tá triðja stálskipið, sum varð bygt í Føroyum, fór av bakkastokki í 1963. Hetta var annað skipa, sum porkeningar bygdu