Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 Desember 2017 27 Føroysku timburhandlarnir, ið selja timbur, byggitilfar og annað til tann føroyska marknaðin, hava seinastu árini havt stóra framgongd bæði í sølu og avlopi av rakstri sínum. Hetta vísir ein kanning, ið Vinnan hjá Sosialinum hevur latið gjørt við grundarlagi í roknskapunum hjá teimum føroysku timburhandlunum. Talan er um tilsamans sjey timburhandlar, sum allir í útgangsstøði eru byrjaðir sum lokalir timburhandlar, og sum allir uttan ein bert hava eina timburútsølu. Tveir eru í Tórshavn, meðan hesir býir og bygdir hava hvør sín lokala timburhandil, Runavík, Klaksvík, Vágur, Tvøroyri, Sandavágur og Sørvágur. Talan er um sjey ymisk partafeløg, ið reka hetta virksemið, harav allar hava føroyskar eigarar uttan tann eini, sum stóra byggiketan Bygma í Danmark eigur. Tað er eisini hesin timburhandilin, ið er nógv tann størsti í Føroyum, tann sum klárar seg best, og tann sum er best fyri fíggjarliga. 80 milljónir í avlopi í fimm ár Teir sjey timburhandlarnir hava seinastu fimm árini havt eitt samlað avlop uppá 80 milljónir krónur áðrenn skatt, og tá skattur er goldin er talan um eitt avlop uppá 66 milljónir krónur. Hetta kann so setast í mun til eginognina, ið var við ársbyrjan 2012, tá hon var tilsamans 202 milljónir krónur. Timburhandlarnir hava sostatt hesi fimm árini rentað sína eginogn við tilsamans 33 prosent, ella 6,5 prosent um árið. Til samanberingar kann nevnast tey fýra stóru føroysku fiskivinnufeløgini, ið sama tíðarskeiði hava havt eitt avlop uppá 1,5 milljard Stórur vøkstur og nógv bygging Føroyskir timburhandlar 29 milljónir í avlopi BYGMA BALSLEV STENDUR FYRI HELMINGINUM AV ØLLUM VINNINGI OG HEVUR EIN MARKNAÐARPART OMANFYRI 70 PROSENT MILLUM TEIR SJEY FØROYSKU TIMBURHANDLARNAR SOSIALURIN HEVUR GREINAÐ.