Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2017síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 20 Desember 2017 27 Orsøkin til hetta er serstakliga, at hesir báðir timburhandlarnir standa fyri 91 prosent av samlaðu skuldini hjá teimum føroysku timburhandlunum svarandi til 86 av teimum 95 milliónunum í skuld, sum timburhandlarnir hava tilsamans. Borg hevur soleiðis ein marknaðarpart uppá 26 prosent og 20 prosent av vinninginum, meðan Havnar Timburhandil hevur ein marknaðarpart uppá 15 prosent, og 9 prosent av vinninginum. Teir lokalu klára seg væl Eitt, ið vert er at geva gætur í kanningini er, at teir smærru og lokalu timburhandlarnir klára seg væl í kappingini. Teir fýra smærru, ið tilsamans hava 18 prosent av marknaðinum, megna hóast sín avmarkaða marknaðarlut, at hava heili 24 prosent av vinninginum. Serliga er tað Sandavágs Timburhandil, ið hevur klárað seg væl, og hevur hann havt eitt avlop uppá tilsamans 11 milljónir krónur áðrenn skatt hesi fimm árini frá 2012-2016. Eisini Vágs Timburhandil og Suðuroyar Timburhandil hava havt góð og støðug avlop øll árini í hesum tíðarskeiði, sum hevur ligið ímillum 1-2 milljón krónur eftir skatt á nærum hvørjum ári galdandi fyri hesar báðar timburhandlar. Hvat er eitt gott avkast? Ein spurningur, ið ber til at seta sær er, tjena føroysku timburhandlarnir ov nógv, tá hugt verður eftir inntjening í mun til tann kapital, ið hetta virksemið krevur. Sum vit síggja, so hevur meðal avkastið hesi fimm árini verið 6,5 prosent um árið tá talan er um timburhandlarnar í síni heild. Av hesum er meginparturin útgoldið sum vinningsbýti svarandi til 5,5 prosent um árið. Talan hevur verið um góð ár við nógvari bygging, og sæst hetta eisini aftur við at rentingin av eginognini er farin upp frá 4 prosent í 2012 til 12 prosent í 2016. Hetta hava timburhandlarnir megnað at tjent inn við einari sølu, sum kann metast at verða vaksin úr umleið 275 milljónir krónur í sølu í 2012 upp í 400 milljónir krónur í sølu í 2016. Afturat hesum skal leggjast meirvirðisgjald. Út frá einari meting um krøv til avkast millum íleggjarar, tá sæð verður í mun til váðan, og søgulig tøl sum vísa, at sølan kann væntast at lækka við áleið 40 prosent tá tað vendir, og tíðirnar gerast verri, so kann sigast, at talan er um eitt avkast, ið avgjørt má metast at vera neyðugt, verður hugt eftir avkastinum fyri hesi fimm árini undir einum. Langt frá yvirnormalum avkasti Ein háttur at rokna seg fram til eitt yvirnormalt avkast er at nýta modellið, ið ætlanin er at nýta til føroyska fiskivinnu. Verður hetta modell nýtt, so kunnu vit siga, at í 2016, tá avlopið var 29 milljónir krónur áðrenn skatt við einari sølu uppá 400 milljónir krónur, so eru vit langt frá einum marki fyri eitt slíkt yvirnormalt avkast. Føroysku timburhandlarnir kundu hetta árið havt hækkað prísin á øllum sínum vørum við stívliga 10 prosent uttan meirvirðisgjald og fingið eitt avlop áðrenn skatt sum var meir enn tað dupulta, áðrenn talan var um eitt yvirnormalt avkast. Til hetta er at viðmerkja, at talan er sjálvsagt um eina vinnu við minni váða, og har avkastkravið er lægri. Føroyskir timburhandlar marknaðarpartur – Bruttovinningur 2016 40.639 ; 41% 25.374 ; 26% 15.248 ; 15% 8.511 ; 9% 4.177 ; 4% 3.862 ; 4% 1.291 ; 1% Bygma Balslev Borg Havnar Timburhandil Sandavágs Timburhandil Vágs Timburhandil Suðuroyar Timburhandil Handilsvirkið Niclasen Kelda: www.vnnuvitan.biz Samlaður bruttovinningur hjá føroysku timburhandlunum frá 2012 til 2016 (tkr.) - 20.000 40.000 60.000 80.000 100.000 120.000 2012 2013 2014 2015 2016 Kelda: www.vnnuvitan.biz Hesir timburhandlar eru við í kanningini: Bygma Balslev, Tórshavn Borg, Runavík og Klaksvík Havnar Timburhandil , Tórshavn Sandavágs Timburhandil, Sandavágur Vágs Timburhandil, Vágur Suðuroyar Timburhandil, Tvøroyri Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur Tíðarskeið: 2012-2016 Kelda: www.vinnuvitan.biz