mánadagur 11. desember 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
FTZ-deildin:
Pætur Albinus
Renna undan
Neistin og H71 hava hug at sigla
sín egna sjógv í FTZ-deildini.
Neistin hevur munin, og H71, sum
er nummar tvey, hevur eisini lagt
sjógv niður til nærmasta avbjóðara.
Ein av teimum avbjóðarunum,
sum eru við at fáa síðsta útkall,
um teir skulu gera sær vónir um
at sleppa við í FM-finaluna, er
Team Klaksvík. Tað vóru júst H71
og Team Klaksvík, sum hittust í
Hoyvíkshøllini í gjár, og hevði H71
harvið møguleika at senda klaks
víkingar enn longri frá sær, meðan
klaksvíkingar hinvegin royndu at
gera eitt sprell fyri at sleppa við í
oddastríðið. Ein sokallaður fýra
stigsdystur.
H71 royndi frá byrjan at loypa
hvøkk á Team Klaksvík við einari
sera
ágangandi
verju.
Hetta
eydnaðist í ein mun, tí klaks
víkingar stríddust við at finna
loysnirnar fyrstu løtuna, og illa
gekst eisini við málskjótini, har
gestirnir fyrsta korterið einans
fingu trý mál.
Beinharða flata verjan hjá Team
Klaksvík syrgdi tó fyri, at tað var
at kalla javnvág í roknskapinum.
H71-álop bergtók heldur ongan, og
fyrri hálvleikur var sum heild bæði
rótutur og málfátækur.
Team Klaksvík fór til hálvleiks
á odda 10-9.
Í seinna hálvleiki var eitt sindur
av ping pong um leiðsluna. Klaks
víkingar varðveittu hana fyrstu
løtuna, men síðani komu hoy
víkingar omaná, men Team Klaks
vík vísti góða sálarliga styrki og
kom enn einaferð inn aftur í dystin.
Team Klaksvík var eitt nú á
odda 20-19, men H71 hekk í, og ein
hevði allatíð kensluna av, at hetta
helst fór at verða avgjørt í síðstu
løtu.
Og tað bleiv hann. Rótuti fyrri
hálvleikurin varð nú goldin aftur
við góðum spæli. Talan gjørdist
eisini um ein dramatiskan enda,
har H71 legði seg framum við einum
máli síðstu løtuna, nevniliga 23-22,
og mong hildu eisini, at Poul Símun
í Garði eftir vakran flúgvara økti til
24-22 fá sekund undan dystarloki,
men hetta málið varð seinni strikað
aftur.
Team Klaksvík gjørdi ikki nógv
burturúr at fáa pyntað um úrslitið,
men eftir dystin vóru teir argir um,
at teir ikki vistu av, at teir einans
vóru aftanfyri við einum, tí so
høvdu teir helst tikið timeout og
lagt alt avrikið í dystin fyri at fáa
javnað til 23-23.
Rokið var tó av, og við 23-22-sigri
hevur H71 nú lagt enn størri mun
niður til Team Klaksvík og hini
liðini. Einans VÍF, ið hevur tríggjar
dystir tilgóðar, kann – um alt
gongur púra eftir vild – ota seg
nærri hoyvíkingum, ið alt meira
líkist einum finaluliði saman við
Neistanum.
Tryggur sigur
Neistin hevur higartil verið so nógv
tað støðugasta liðið í FTZ-deildini
hjá monnum, og undan vitjanini av
KÍF í gjár høvdu neistamenn ikki
tapt í seinastu níggju dystunum.
Tað skuldi tó neyvan gerast so
lætt hesaferð, nú formliðið KÍF, ið
seinast vann ímóti Kyndli, kom á
vitjan.
Neistin hevði tó gott tamarhald
á
kollfirðingum.
Góða
spælið
helt fram, og í fyrra hálvleiki økti
Neistin so hvørt um leiðsluna og
fór til hálvleiks á odda 14-9.
Tað gingu ikki nógvir minuttir
av seinna hálvleiki áðrenn Neistin
var á odda 17-10, og so var at kalla
leyst og liðugt. KÍF fekk eisini
nógvar útvísingar í seinna hálvleiki,
og hetta gjørdi tað ikki lættari fyri
teir at sleppa innaftur í dystin.
Tað endaði við, at Neistin vann
ruddiliga og greitt 24-16. Mál
skjótingin hjá heimaliðnum var
væl býtt upp, og heili seks spælarar
skutu trý ella fýra mál.
Hetta var 10. ferð á rað, at
Neistin fór av vøllinum aftur uttan
at hava tapt. Støðufestið lønar seg,
tí Neistin er framvegis oddalið við
tveimum stigum niður til H71 og
heili níggju stig til triðbesta liðið, ið
er Team Klaksvík. FM-finaluplássið
er ikki í vanda.
KÍF kom niður aftur á jørðina,
men kann tó ugga seg við at StÍF
heldur ikki vann og at teir tískil
framhaldandi halda seg burtur frá
aftasta plássinum.
Kyndil reisti seg
Tað vóru tvey lið við brúk fyri
stigum, sum hittust í ítróttarhøllini
á Skála í gjár. StÍF, sum er á aftasta
plássi, og so Kyndil, sum roynir at
finna seg í tí betra endanum av
stigatalvuni. Tað var ilt at spáa
um hvønn veg sigurin skuldi fara,
og í teimum báðum dystunum,
sum liðini høvdu spælt í ár, var tað
blivið til ein sigur í part.
Í fyrra hálvleiki var tað heldur
einki, ið skilti liðini. Tey skiftust
um at hava leiðsluna, og tað endaði
vði at gestnirnir úr Kyndlu fóru
til hálvleiks á odda við einum,
nevniliga 15-14. Leiðslan kundi
verið størri, tí Kyndil misnýtti
tvey brotskøst stutt fyri hálvleiks
steðgin.
Í seinna hálvleiki rann Kyndil
eina løtu undan StÍF og kom á odda
24-18, men heimaliðið fekk tó skapt
nakað av spenningi í aftur dystin,
sum var merktur av nógvum út
vísingum, men tættari enn trý mál
á muni kom StÍF tó ongantíð.
Kyndil vann dystin 33-29 og fekk
vaskað vónbrotið av einum tapi
ímóti KÍF síðsta vikuskifti av sær.
Kyndil er nú mitt á stigatalvuni,
men er tó í vanda fyri at missa
plássið aftur tá ið VÍF spælir sínar
manglandi dystir.
Hjá strandingum er róðurin
tyngri. Teir eru í løtuni aftastir, eitt
stig aftanfyri KÍF.
albinus@sosialurin.fo
Bæði oddaliðini í FTZ-deildini hjá monnum vunnu í
gjár, og nú hevur deildin hug at skrædna, har Kyndil
annars fekk fótin fyri seg aftur við sigri ímóti StÍF
NEISTIN OG H71
RENNA UNDAN