mánadagur 11. desember 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tá ið Føroyar 10. oktober taptu 1-0
ímóti Ungarn í HM undankapp
ingardysti suðuri í Budapest, varð
punktum sett fyri hetta kapp
ingarárið hjá Føroyum.
Tað var í 1988, at Føroyar spældu
fyrsta altjóða skrásetta lands
dystin, og harvið eru tredivu kapp
ingarár løgd afturum, sum Føroyar
hava verið á altjóða pallinum.
Í 1988 var tað bara vinadysturin í
Akranesi. 24. august vann Ísland 1-0.
Árið eftir var aftur bara talan um
vinadystir. 12. september í 1990 var
fyrsti EM undankappingardysturin
í Landskrona – tiltikni 1-0 sigurin
ímóti Eysturríki – og síðani hevur
stútt og støðugt verið spælt í EM og
HM undankappingum.
Føroyar hava luttikið í sjey
EM
undankappingum
og
sjey
HM undankappingum. Eitt skifti
– 2000-2001 – varð roynt við NM
kapping, sum skjótt datt niðurfyri
aftur. Tað var tá – 31. januar 2001 –
at tað endaði við málleysum javn
leiki ímóti Svøríki Í Tipshallen í
Växjö, og ein ávísur 19 ára gamal
Zlatan Ibrahimovic, sum tá spældi
við Malmö, royndi seg fyri fyrstu
ferð á svenska landsliðnum.
Hesi tredivu árini eru skrásettir
180 landsdystir ímóti øðrum limum
í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA.
Umframt EM og HM undankapp
ingar og ta einu NM kappingina
hava Føroyar spælt fleiri vina
dystir, men dystirnir, sum lands
liðið spældi á heimavølli í Oyggja
leikakappingini í 1989 eru sjálvsagt
ikki taldir við.
Nýggja avbjóðingin
Í 2018 verður fyri fyrstu ferð síðani
1989 eingin HM ella EM undan
kappingardystur. Tað kemst av, at
lutakastið til EM undankappingina
ikki verður, fyrrenn HM enda
spælið í Russlandi verður av, og
tí tað er avrátt, at allir EM undan
kappingardystirnir
verða
av
greiddir í 2019.
Tað kemst av, at nýggj lands
liðskapping millum limalondini í
europeisku
fótbóltssamgonguni
UEFA fer av bakkastokki í 2018.
Hon verður nevnd Nations League.
Í kappingini verða luttakandi
londini skipaði í fýra deildir við
javnt sterkum liðum, har vinnarin
av deildini fær møguleikan at
luttaka
í
sjálvum
EM-enda
spælinum, sum verður í 2020.
Føroyska landsliðið luttekur í
deild D, saman við 15 øðrum lond
um, ið eru styrkismett ájavnt við
Føroyar á styrkislistanum hjá
UEFA. Hvør deild verður býtt í fýra
bólkar, við fýra londum í hvørjum
bólki.
Bólkavinnararnir
hittast
síðani í hálvfinalu og finalu, og
vinnarin fer til EM 2020. Dystirnir
í bólkaspælinum verða spældir á
heysti í 2018.
Komandi
ár
skulu
Føroyar
sostatt spæla seks dystir í bólka
spælinum í Nations League – tríggjar
á heimavølli og tríggjar á útivølli.
Tveir dystir verða í september, tveir
í oktober og tveir í november 2018.
- Samlaða talið á landsdystum
verður væl hægri, enn tað higartil
hevur verið. Undanfarnu nógvu
árini hava vit spælt í einari EM ella
HM undankapping í tvey ár. Nú fara
vit at spæla í nýggju kappingini
annaðhvørt ár og so í kendu undan
kappingunum annaðhvørt ár. Hetta
vil siga, at meðan talið á undan
kappingardystum í 2016/2017 var
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
Landsliðið:
Ein av spurningunum er, um tað verður í nýggja
árinum, at Fróði Benjaminsen, sum í vikuni verður
fjøruti ár, fer at røkka hundrað landsdystum
NÝGGJ AVBJÓÐING
OG FLEIRI
LANDSDYSTIR