mánadagur 11. desember 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. desember 2017 · Nr. 144
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
Skotska stórfelagið, Glasgow
Rangers, skal í næstum hava
nýggjan venjara, eftir at
felagið síðst í oktober valdi
at uppsiga samstarvið við
portugisiska Pedro Caixinha.
Og eitt sindur margháttligt
er, at eitt kent navn í
føroyskum fótbólti verður
settur í samband við tøka
venjarastarvið hjá Glasgow
Rangers. Hóast kenda navnið
í føroyskum fótbólti ikki er
heitasti kandidaturin til at
yvirtaka leysa venjarastarvið
í
Glasgow
Rangers,
er
Maurice Ross millum teir, ið
man kann spæla uppá sum
nýggjan venjara hjá Glas
gow Rangers. Maurice Ross
liggur sum nummar átta av
kandidatunum sum nýggjur
venjari hjá Glasgow Rangers
hjá skotskari veddingarfyri
tøku, har hann millum annað
liggur frammanfyri kend
nøvn sum Patrick Vieira,
Tim Sherwood og Barry
Ferguson. Omanfyri Maurice
Ross liggja nøvn sum Dick
Advocaat, Steve McClaren
og Tony Pulis, ið allir eru væl
kendir í altjóða fótbólti.
Rangers hevur mest
sum sett venjara
Men hóast veddingarfyri
tøkurnar geva møguleikar at
spæla uppá hvør ið nýggjur
venjari hjá Glasgow Rangers
verður, tykist tað ósannlíkt
at nakar av teimum, ið verður
settur í samband við starvið,
fer at gerast nýggjur venjari
í
skotska
stórfelagnum.
Heldur tykist tað mest sum
greitt, at Graeme Murty, sum
hevur verið fyribils venjari
í Glasgow Rangers síðani
Pedro Caixinha fekk sekkin
í oktober, fer at vera nýggjur
permanentur venjari í felag
num. Sum skilst tykist tað
bert vera ein spurningur
um tíð, til tað fer at vera
avdúkað.
Hevur eina fortíð í
Glasgow Rangers
Orsøkin til, at Maurice Ross
verður settur í samband
við Glasgow Rangers er, at
skotin í árunum frá 2000
til 2005 spældi fyri skotska
felagið, har hann tá var
høgt í metum. Tað eydnaðist
eisini Maurice Ross at spæla
seg á skotska landsliðið í
tíðarskeiðinum.
Millum
annað spældi Maurice Ross
við Skotlandi í 2002, sum
á Svangaskarði spældu 2-2
javnleik móti Føroyum.
Stutt úr Føroyum
og út í heim
Tað
tykist
fullkomiliga
óhugsandi at Maurice Ross,
sum fyri stuttari tíð síðani
varð
kunngjørdur
sum
nýggjur venjari í Víkingi,
fer at vera nýggjur venjari
í Glasgow Rangers. Men
fyri føroyskan fótbólt, er
stuttligt at eitt navn í før
oyskum
fótbólti
verður
settur í samband við eitt
stórfelag. Tað vísir bara, at
vegurin kanska ikki tykist
at vera so langur úr Føroy
um og út í heim, sum vit
onkuntíð halda.
Um onkur skuldi havt hug
til at spæla uppá Maurice
Ross sum nýggjan venjara
hjá Glasgow Rangers, gevur
nýsetti venjarin hjá Víkingi
pengarnar 34 ferðir aftur
hjá
skotsku
veddingar
fyritøkuni.
andre@sosialurin.fo
Skaðar gera
framvegis
um seg
Skotsk veddingarfyritøka bjóðar møguleikan at spæla uppá nýsetta
venjaran í Víkingi, Maurice Ross, sum nýggjan venjara hjá skotska
stórfelagnum, Glasgow Rangers. Men tað er ósannlíkt at karismatiski
skotin fer at verða nýggjur venjari hjá Glasgow Rangers
MAURICE ROSS SETTUR
Í SAMBAND VIÐ
GLASGOW RANGERS
Sum tit síggja í grein í blaðnum í dag, so hava
fleiri av okkara útisetum hava størri og
smærri skaðar í leypi av hesum árinum. Tað
fær meg at leita aftur til tíðina, tá føroyskir
fótbóltsspælarar at kalla aldrin kláraðu
skiftið til útlendskan fótbólt.
Eg skal ikki siga, talan er í hesum førinum
er um stressskaðar og aðrar skaðar, sum
tú fær tá tú byrjar at venja fótbólt á einum
hægri stigi, men tað er nærliggjandi at hugsa
tað í ávísum støðum. Tað er ongin ivi um, at
føroyskur fótbóltur – og sum heild føroyskur
ítróttur – er á einum hægri altjóða stigi í dag,
enn fyrr. Tað tykjast úrslit í altjóða kapping
og eitt nú metini í svimjing at vísa.
Tað er tó langur vegur á mál. Tað prógvaði
luttøkan hjá U17 landsliðnum hjá dreingjum
í fótbólti til EM endaspælið, og tað sama
við HM luttøkuni hjá U21 landsliðnum hjá
monnum í Algeria. Tað er framvegis langt á
mál, og longri vit koma, longur er á mál.
Vit mugu framhaldandi halda fram við at
menna okkum. Heimurin stendur heldur
ikki í stað. Tøl úr eitt nú Premier League vísa
eisini, at spælarar skulu renna skjótari í dag
enn fyri bara fáum árum síðani. Tí gangan
vit aftur, um vit standa í stað.
Annars hevur lutakatið til 1/8 finalurnar í
Champions League verið í dag:
Lutakastið:
Juventus (Italia) - Tottenham (Ongland)
FC Basel (Sveis) - Manchester City (Ongland)
FC Porto (Portugal) - Liverpool (Ongland)
Sevilla (Spania) - Manchester United
(Ongland)
Real Madrid (Spain) - Paris Saint-Germain
(Frakland)
Shakhtar Donetsk (Ukraina) - AS Roma
(Italia)
Chelsea FC (Ongland) - FC Barcelona (Spania)
Bayern Munchen (Týskland) - Besiktas
(Turkaland)