týsdagur 12. desember 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. desember 2017 · Nr. 145
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Óskilið í Javnaðarflokkinum halda
uppat, um flokkur skal gera sær
nakra vón um at vinna innaftur
mista trúvirði, sum flokkurin hevur
ofrað av tí einfaldu orsøk, at Javn
aðarflokkurin er ikki at stóla uppá.
Kanska flokkurin manglar ein
Atla Dam, sum kann langa nevan
í borðið og krevja av sjálbestalt
aðum populistum sum Kristin
Michelsen, at hann sum tað allar
minsta møtir til arbeiðis – og at
hann virðir demokratisku spæli
reglurnar um, at tá hann ikki fær
møtt á tingi, so skal hann lata vara
fólkið møta.
Tað er rætt, at tingfólk standa
til svars fyri síni egnu samvitsku.
Men fyri tað »eiga« tingfólk ikki
tingsessin. Øll eru vald í einum
felagsskapi, í einum flokki, sum er
partur í tí at skipa samgongu og
andstøðu í tinginum.
Tað er heilt ótrúliga bláoygt av
løgmanni at halda, at Miðflokkurin
skal spenna eitt trygdarnet undir
samgonguna, bara tí at Kristin
Michelsen ikki møtir til arbeiðis.
Sjálvandi ger Miðflokkurin ikki
tað. Tá hann kann gera samgong
uni fortreð, so ger hann tað. Tað er
tann ultimativa uppgávan hjá and
støðuni. Og Bill Justinusen man
hava kølasvarta tungu, tá hann
roynir at billa fólki inn, at hann
broytti meining um at taka undir
við uppskotinum hjá Sonju Jógv
ansdóttir um skattafrádrátt fyri
fakfelagsgjald, tí hann ikki hevði
lisið uppskotið.
Bill Justinsussen sá sær eitt
høvi at gera samgoguni fortreð –
og gjørdi tað. Føroyskur politikkur
hevur útviklað seg soleiðis, at situr
tú í andstøðu, so skalt tú gera so
nógv fortreð sum gjørligt. Helst so
nógv, at samgongan má leggja frá
sær. So er tað líka mikið, hvussu
skilagott eitt uppskot kann vera.
Hevur tú møguleika at seta kílar í,
so gert tú tað.
Vónin hjá Bill Justinussen er
so, at Sonja Jógvansdóttir verður
so spinnandi fornermað, at hon
ikki fer at atkøvða fyri fiskivinnu
nýskipanini, sum í skrivandi løtu
ikki er komin til atkvøðugreiðslu.
Hetta er sum hjá børnunum.
Løgtingið er sum ein barnagarður
við ólátaðum børnum. Men tað
ringasta er, at alsamt fleiri poli
tikarar bara hugsa um seg sjálva
og leggja einki í flokkin, í felags
skapin. »Bara eg kann sæta mær«,
tykir huglagið vera. Og so dámar
teimum so væl at halda veljarar,
fjølmiðlar og alt samfelagið á pínu
beinkinum, so gera tey tað. Tess
longri tess betur.
Men
í
Javnaðarflokkinum
mugu tey rodna av skomm, so illa
tey hava gingið í takt síðani valið.
Aksel V. Johannesen má taka
seg saman, og tað mugu setast
krøv til ólátaðar tingmenn. Ger
Aksel ikki tað, so fær flokkurin ein
logandi frammaná á næsta løgtigs
vali, tí fólk troyttast av idioti.
Javnaðarflokkurin trampar
sítt egna trúvirðið í botn
nú rodna tey av skomm
Føroy
ar gerast
fátækari
Leif Høj
Kjak síða 20
Øll
kunnu
keypa
farsið...
Tíðindi Síða 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Við kóri, horn
orkestri og
barnakóri
Fríggjadagin 15. des. kl. 19
verður
tónleikaliga
fjøl
broytt jólakonsert í Vest
manna Kirkju.
Vestmanna
Sangkór,
Vestmanna Hornorkestur og
Vestmanna Barnakór bjóða
øllum til eina forvitnisliga
og hugnaliga jólakonsert í
kirkjuni.
Tað verður við traditio
nellum og nýggjari jólatón
leiki, føroyskum, russiskum,
donskum, svenskum, norsk
um, týskum, enskum og ital
skum – eftir Bach, Rachman
inoff, Liljefors, Praetorius,
Garau, Leontovich, Nord
quist og Johansen.
Í Vestmanna Sangkóri
fegnast vit um at syngja við
nógvum nýggjum og ungum
kórlimum, sum eru komin
aftrat í ár, undir leiðslu av
okkara kórstjóra Benjamin
Gaasedal
Vestmanna Hornorkestri
somuleiðis, altíð eitt væl
ljómandi
orkestur
undir
kønum hondum hjá Atla
Kárason Petersen, har tað
ikki stendur á, at fleiri ung
koma uppí, sohvørt onnur av
teim ungu fara úr bygdini og
víðari á tónleikaleið.
Og so nýggja Vestmanna
Barnakórið, við glaðum og
spentum barnarøddum und
ir leiðslu av Rannvá Matras
Olsen.
– Vit bjóða øllum í bygd
og bý at verða hjartaliga
vælkomin
til
konsert
í
Vestmanna kirkju fríggja
kvøldið.
Jólakonsert í Vestmanna
Mikukvøldið 13. desember
kl. 19.30 hevur Nes Sóknar
Musikkfelag sína árligu jóla
konsert í Glyvra kirkju.
Hornorkestrið
fer
at
framføra hópin av kendum
jólaløgum, serliga føroysk
og ensk, í hugnaligu kirkjuni.
Sum nakað nýtt verður
konsertin fyriskipað saman
við
messingblásarum
úr
Nes Sóknar Musikkskúla,
og koma ungu leikararnir at
seta sín dám á konsertina.
Ymiskir smærri bólkar
fara at framføra, áðrenn
hornorkestrið spælir.
Jólakonsertin hjá Nes
Sóknar Musikkfelag er gott
høvi í jólamánaðinum at seta
eina løtu av til góðan jólatón
leik í hugnaligu kirkjuni.
Nes Sóknar Musikkfelag
er mannað við yngri og eldri
tónleikarum, og er stjórnað
av Kenneth Jones.
Tiltakið er ókeypis.
Hópin av jólaløg
um í Glyvra kirkju
– Vit bjóða øllum í bygd og bý at verða hjartaliga vælkomin til konsert í Vestmanna kirkju
fríggjakvøldið.
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin