Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Hetta var eitt stórt vónbrot. Georg F. Hansen, for­ maður í Føroya Arbeiðara­ felag er ómetaliga vón­ brot­in av tí sum hendi í Løg­tinginum mánadagin. Sonja Jógvansdóttir, løg­ tings­kvinna uttanflokka, hevði lagt uppskot fyri Løg­tingið um at limir í fakfeløgunum skulu sleppa at draga limagjaldið til fak­ felagið frá í skatti. Hetta er eitt uppskot, samgongan hevði gjørt avtalu við Sonju Jógvansdóttir um at taka undir við. Talan skal í mesta lagi vera eitt prosent av eini arbeiðaraløn næsta ár og tvey prosent í 2019, sum limir í fak­feløgunum skulu sleppa at draga frá í skatti. Sonja Jógvansdóttir sig­ur, at metingar vísa, at hetta fer at kosta Landið og kommunum 10 milliónir í mistari skattainntøku næsta ár, og síðani fer tað at kosta 20 milliónir krónur um árið. Hetta er samstundis tann upphæddin, limirnir í fak­feløgunum fáa í skatta­ lætta. Og tá ið málið var til viðgerar, helt Aksel V. Johannesen, løgmaður, fyri, at tað var ikki tað ringasta, sum kundi henda. Tá ið Løgtingið skuldi atkvøða um málið mána­ dagin, var samgongan ikki full­mannað, tí Kristin Michel­sen var burtur­ staddur. Men øll væntaðu kortini at málið fór at verða sam­tykt, tí Bill Justinussen, ting­maður fyri Miðflokkin, hevði skrivað undir upp á at atkvøða fyri uppskotinum. Men tá ið løtan var komin at atkvøða, hendi tað heilt óvanliga, at Bill Justinussen atkvøddi ikki fyri kortini, og sostatt fall uppskotið. Kom óvart á Tá ið Løgtingið viðgjørdi upp­skotið, varð upplýst, at fíggjar­ligu avleiðingarnar hjá Sonju Jógvansdóttir vóru grov­liga undirmettar. Tvørtur ímóti varð upplýst, at brúka allir limir­ nir í fakfeløgunum hendan møguleikan, fer tað ikki at kosta Landið og kommunum 20 milliónir í mistari inntøku, men 40 milliónir. Og Bill Justinussen segði við KvF, at tað var hann ikki fyri­reikaður upp á, so tað kom óvart á hann. Hann segði eisini, at hann hevði ikki lisið uppskotið nóg væl, tí hann hevði hildið at talan var bara um verkafólk, sum skuldi sleppa at draga lima­ gjaldið frá í skatti, og ikki eisini fakfelagslimir við góð­ um lønum. Og so helt hann eisini, at tá ið samgongan ikki so frægt sum var fullmannað í eini atkvøðugreiðslu sum hesari, kundi tað verða tað sama, tí so fór hann ikki at hjálpa samgonguni at halda eina avtalu við Sonju Jógvansdóttir, sum førdi ein politikk, Miðflokkurin ikki undir nøkrum umstøðum vildi kennast við. Hevnd Georg F. Hansen sigur, at hetta var eitt stórt vónbrot, tí hetta er eitt mál, sum hevur stóran týdning fyri limir­nir í fakfeløgunum. Men hann heldur, at tá ið Bill Justinussen ikki at­ kvøddi fyri, var tað bara fyri at hevna seg inn á Sonju Jógvansdóttir fyri at hon hevur slóðað fyri, at sam­ kynd kunnu giftast. – At Bill Justinussen leyp frá tá ið atkvøðast skuldi, er fullkomiliga burturvið, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag. Hinvegin heldur hann eisini, at tað var heldur enn ikki bláoygt at løgmanni og samgonguni at seta sítt álit at Bill Justinussen skuldi koma við avgerandi at­kvøðu­ni. –  Tey máttu havt sagt sær sjálvum, at tað einasta rætta hevði verið at bíða við atkvøðugreiðsluni til sam­ gongan aftur var full­mann­ að, tí so slapst undan øllum hesum óneyðuga ruðu­leika­ num. – Hetta var eisini kleyvar­ skapur av samgonguni, sigur for­maðurin í Føroya Arbeiðara­felag. Og frágreiðingin frá Bill Justinussen um, at hann ikki hevði lisið uppskotið, gevur hann lítið fyri. –  Hatta hevur einki við tað at gera. Hatta er rætt og slætt hevnd, og einki annað, sigur Georg F. Hansen. Men hann hevur kanska ikki hugsað um, at í sama við­fangi rakti hevndin eisini fakfelagslimir í túsundatali, leggur hann afturat. Vístu sína sanna muru Hinvegin heldur Georg F. Hansen eisini, at hetta fer at koma løgtingsmanninum fyri Miðflokkin, aftur um brekkur, tí eisini veljararnir hjá honum munnu vera limir í einum fakfelag. Georg F, Hansen sigur, at Fólkaflokkinum hevði hann ongar vónir til kortini. Men hann er óendaliga vónbrotin av Sambandsflokkinum, sum fullkomiliga gruggaði málið heilt av kós við at blanda øll møgulig viðurskifti upp í. Sambandsflokkurin spurdi nevniliga, hvat skal skiljast við eitt yrkisfelag, og um tilvildarligir bólkar av fólki bara kunnu stovna eitt yrkis­felag rinda limagjald og draga tað frá í skatti. –  Tað var nógv fyri at hoyra tey sláa hetta upp í glens, og tað var eitt stórt vónbrot at hoyra Sam­ bandsmenn føra seg soleiðis fram. Har vístu teir sína sanna muru, heldur Georg F. Hansen. Gera alt ov nógv av Formaðurin í Føroya Arbeið­ ara­felag heldur eisini, at tað er at gera alt ov nógv av, tá ið tað varð sagt í Løgtinginum, at hetta fer at kosta Landið og kommunum einar 40 milliónir um árið í inntøku av mistum skatti. – Tað hevði verið úrslitið, skuldi allir fakfelagslimir drigið fult gjald frá. Men Før­oya Arbeiðarafelag, og í øðr­um feløgum við, eru tað heilt nógvir limir, sum ikki arbeiða fulla tíð, og sum so­ statt heldur ikki kunnu fáa fullan frádrátt, sigur Georg F. Hansen. –  Tískil fer tað at kosta lands­kassanum munandi minni enn ræðumyndin, sum varð løgd fyri Løgtingið, legg­ ur hann afturat. Nú verður enn ein roynd gjørd at leggja uppskot fyri Løgtingið um at limir skulu sleppa at draga limagjald til fakfeløg. frá í skatti Sum vit skriva í hinari greinini, feldi Løgtingið uppskotið mánadagin. Og eftir tingskipanini kann eitt uppskot, sum er felt, ikki leggjast fram aftur í somu tingsetu, uttan at Løgtingið samtykkir tað. Og í gjár boðaði løgtings­ for­maðurin frá, at á Løgtings­fundi í dag skuldi Løg­tingið atkvøða um tann spurningin. Verður tað samtykt, er ætlanin at leggja tað fram aftur alt fyri­ eitt, og tað er valla hent áður, at eitt uppskot, sum er fallið, verður lagt fram aftur tveir dagar seinni. Verður tað ikki samtykt, kan tað ikki leggjast fram aftur fyrrenn eftir ólavsøku, tá ið nýggj tingseta byrjar. Gera eina roynd afturat HATTA VAR BARA FYRI AT HEVNA SEG INN Á SONJU EITT STÓRT VÓNBROT Tað var bláoygd av Løgmanni at seta sítt álit á Bill Justinussen, heldur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag RÆÐUMYND Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, heldur, at tað var ein ræðumynd, sum varð løgd fyri Løgtingið mánadagin