Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRIKADELLUR Vilmund Jacobsen Mungar tú eftir frikadellum ella knettum og ikki hevur møgu­leikan at keypa tær fisk, er altíð møguligt at keypa gulllaksafars í Tavuni í Leirvík, sum alt árið liggur inni við farsi. Gulllaksur hevur góð bindi­evni og er sera væl egnaður til frikadellur og knettir. Tey, sum hava roynt gull­laksafars - og tey eru mong - siga, at tað næstan ikki kann “kiksa” at gera frika­dellur ella knettir úr gulllaksi. Summi brúka gulllaksa­ fars einsamalt, og onnur blanda farsið upp í fars úr øðrum fiski. Gulllaksavirksemið í Tavuni er frá umleið hálvum apríl og út í august/ sep­tem­ ber. Tá verður vanliga lagt um til upsaframleiðslu, sum síðan koyrir allan veturin. Soleiðis er eisini í vetur, undan­tikið við einum steðgi í november og nakað inn í desember, tá Tavan hevur koyrt eina royndarverkætlan við at skera sild í bitar. Bíligar frikadellur Vinnublaðið hevur spurt tey í Tavuni, hvussu fólk, sum ynskja sær fars til frikadellur og knettir, skulu bera seg at, nú Tavan ikki longur fer út at selja. - Í vertíðini, tá vit arbeiða gull­laks, kunnu fólk altíð koma her og keypa fars. Men, fólk kunnu eisini keypa fars uttan fyri vertíðina. Vit hava altíð frystar blokkar við farsi á 7,5 kilo, sum vit selja fyri 220 krónur blokkin, og hetta hevur verið prísurin í nógv ár. Í Tavuni vísa tey á, at 7,5 kilo av farsi geva umleið 75 stórar frikadellur, og tá kostar farsið til hvørja frika­ dellu minni enn tríggjar krón­ur fyri hvørja. - So, hetta er eitt gott høvi hjá fólki, sum vilja keypa sær góðan fiskamat fyri ein lutfals­liga lágan prís. Tá gulllaksavertíðin í Tavuni er liðug um heystið, liggur Tavan altíð inni við nógv­um gulllaksi, tí virkið hev­ur levering til sínar keyp­ ar­ar uttanlands alt árið. - Vit hava eina frysti­ goymslu her í Leirvík á um­ leið 500 tons, og síðan hava vit samstarv við Bergfrost í Fuglafirði um goymslu. So, her fer ongantíð at standa á hjá okkum - líkamikið hvør árstíðin er - eisini at kunna selja fars til privatfólk, siga tey í Tavuni. Eisini í Føroyum hevur Tavan nógvar keypara av gulllaksafarsi, og her eru bæði virkir, sum fram­leiða frikadellur og knettir til heimamarknaðin og slaktar­ ar kring um í mat­vøru­handl­ um. Í einari grein, sum stóð at lesa í føroysku net­miðlun­ um hin 26. mai í 2009, verður bein­leiðis sagt, at gull­laksa­ fars er “cool”, sum tikið verður til í yvirskriftini. Greinin varð skrivað í eini tíð, tá fólk í Tavuni plagdu at koyra út og selja nýmalið gulllaksafars, og henda dagin vóru tey komin til Havnar at selja í Vágsbotni. Nógv fólk var í Vágs­ botni, og her var stór bíði­ røð, og niðurstøðan hjá tí, sum skrivaði um stóru mannamúgvuna, var, at gulllaksafars eftir stóra áhuganum at døma bein­ leiðis er “cool”. Hvat er gulllaksur Gulllaksur verður í mesta lagi 60 sentimetrar langur. Hann er á djúpum vatni - úr 150 metrum og niður á um­leið 1400 metrar, og vit kunnu siga, at gulllaksur bæði er botnfiskur og upp­ sjóvarfiskur. Óskalaður skyggir fisk­ urin gyltur og viólbláur. Kroppurin á gulllaksi er næstan eins breiður, og hann er høgur, og í tvør­skurði er hann eitt sindur fýr­kant­ aður. Høvdið er rættiliga stórt, og hann hevur stutta gron, stór eygu, lítlan kjaft og stóra roðslu. Tá hann er nýveiddur, gongur ein ávísur agurku­ kend­ur, súrligur roykur gong­ur at honum. Øll kunnu keypa sær gulllaksafars í Tavuni - Vit selja mest av gulllaksafarsi til viðskiftafólk í vertíðini, tá vit framleiða, men fólk kunnu altíð koma til Leirvíkar og keypa ein frystan blokk á 7,5 kilo, sum gevur einar 75 stórar frikadellur, siga tey í Tavuni 7,5 kilo av gulllaksafarsi geva umleið 75 stórar frikadellur, og tá kostar farsið til hvørja frikadellu minni enn tríggjar krónur fyri hvørja Tá Tavan seldi gulllaksafars í Vágsbotni, var áhugin stórur, og niðurstøðan var, at gulllaksafars er “cool”