Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Flestu skip, sum fiska undir Føroy­um, komu til lands, tá hervi­ligt ódnarveður leikaði í seinasta hósdag. Tað var tískil ikki fyrr enn um vikuskiftið, at skip­ ini loystu aftur, og tí er ikki væntandi, at hetta verður nøkur stór vika við land­ing­ um og ráfiski til føroysku fiska­virkini. Týsdagin vórðu tó sløk 15 tons seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya, og her var meginparturin toskur og hýsa. Stívliga trý tons vóru av toski 3, sum fekk miðalprísin 24,02 - og toskur 4 fór fyri miðal­prísin 20,69 krónur fyri kilo. Besti miðalprísur fyri tosk á marknaðinum týs­ dag­in var 28 krónur fyri kilo, sum var fyri stívliga 300 kilo av toski 1. Sløk fýra tons var av hýsu 2, og her var miðalprísurin 17,39. Hálvt triðja tons var av hýsu 3, sum fekk miðalprísin 11,10 krónur fyri kilo. Lítið var av øðrum fiska­ sløgum á søluni hjá Fiska­ marknaði Føroya týsdagin. Tey sløku 15 tonsini, sum vórðu seld á marknaðinum í gjár, fóru fyri samanlagda miðal­prísin 18,60 krónur fyri kilo. Seldu tosk og hýsu á marknaðinum Tey sløku 15 tonsini, sum vórðu seld á marknaðinum í gjár, fóru fyri samanlagda miðalprísin 18,60 krónur fyri kilo Seinasta fríggjadag varð skipað fyri serligum merkis­degi, tá starvsfólk hjá Norð­oya Bú-og Heima­ tænastu fingu heiðursgávu fyri at hava starvast ávíka­ vist 10, 20, 25 og 30 ár. Øll starvsfólk hjá eldra­ tænastuni vórðu boðin við til hátíðarhaldið, sum eisini var ein serlig jólaløta við hugleiðing, framløgu og sangi frá Bárði á Lakjuni. Til hátíðarhaldið hug­ leiddi Hanus á Gørðum, prest­ur, um, hvat um­ sorgan merkir, og leiðarin fyri Norðoya Bú-og Heima­ tænastu, Marna Ellings­ gaard Jensen, nýtti høvi at upplýsa um tey átøk, sum eru sett í verk síðan 2016. Tær, sum vórðu heiðraðar, vóru Ella Ol­ sen, Birna Vágslíð, Burna Hentze, Gunnvá Müller og Katrin Hansen (10 ára starvsdag). Jana Ellings­ gaard, Jancy Gunnarson og Hanna Jacobsen (20 ára starvsdag). Margith Nicla­sen og Selma Olsen (25 ára starvsdag). Dagmar Jacob­sen, Elsa Petersen og Lisbeth Gunnarstein Han­ sen (30 ára starvsdag). vilmund@sosialurin.fo Heiðrað fólk í Norð- oyggjum Vilmund Jacobsen Seinnapartin mánadagin var samkoma í Barnagarðinum á Mýrunum, og høvið var, at tær báðar, Jastrid Weihe og Sólgerð Joensen, sum búgva ávikavíst í Runavík og í Lamba, hava virkað á ansingarøkinum hjá Runa­ víkar kommunu í fjórðings­ øld. - Tað var Kongshavnar Kvinnu­felag við hini eld­ hugaðu, Elsu Súsonnu Jacob­sen sum forkvinnu og mongum øðrum kvinnum her um leiðir, sum loysti ansingar­málið úr lagdi frá byrjan. Tær bygdu hitt trivaliga húsið - sum seinni er mest kent sum Posthúsið í Heiðunum - og í kjallaranum høvdu tær vøggustovu og barna­garð. Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at Runavíkar kommu­na seinni tók yvir og keypti bygningin hjá Kongs­ havnar Kvinnufelag, sum síðan keypti sær eini onnur hús - eini sethús millum tá­verandi Glyvra Bio og Missións­húsið á Glyvrum, og hesi húsini eigur kvinnu­ felagið framvegis. - Jastrid Weihe og Sólgerð Joen­sen hava verið so mikið leingi í starvi, at tær báðar hava virkað í kjallaranum, har Kongshavnar Barna­garð­ ur áður helt til, og har sum Posta nú hevur sítt virksemi. Eftir okkurt rend, eitt nú í dagrøktini, hava tær báðar í mong ár virkað í Barna­ garðinum á Mýrunum, Jastrid Weihe sum leiðari og Sól­gerð sum námsfrøðingur. Heilsan og gávur Við hátíðarhaldið segði triv­ nað­arleiðari hjá Runa­víkar kom­munu, Jákup Foldbo, nøkur orð og borgarstjórin, Tór­bjørn Jacobsen, heilsaði og handaði teimum báðum gávur í sambandi við merkis­ dagin. - Síðan vórðu køkur og kaffi at fáa hjá øllum teim­ um, ið høvdu leitað sær inn á gólvið at heilsa upp á Jastrid Weihe og Sólgerð Joen­sen, siga tey í Runavíkar kom­ munu. HAVA TÆNT BØRNUM EINA FJÓRÐINGS ØLD Jastrid Weihe og Sólgerð Joensen hava verið so mikið leingi í starvi, at tær báðar hava virkað í kjallaranum, har Kongshavnar Barnagarður áður helt til, og har sum Posta nú hevur sítt virksemi Jastrid Weihe og Sólgerð Joensen hava tænt ansingarøkinum eina fjórðings øld TÍÐINDI