týsdagur 12. desember 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
E
g hevði ikki ætlað mær
at
komið
við
nakrari
viðmerking, men tá tað
ikki er nakar møguleiki fyri einari
skilagóðari framtíðartryggjaðari
fiskivinnu, so havi eg kortini hesar
hugleiðingar.
At síggja til hevur landsstýrið
bara eina ætlan; hon er at skjóta
spurvar við stórum kanónum!
Tað kann ikki vera rætt, at
nøkur reiðarí, sum hava gjørt tað
gott nú í nøkur ár, skulu verða tey,
sum alt snýr seg um at raka - og
so verður alt annað drigið við um
somu leið.
Er tað ikki bara soleiðis, at
fiskivinna er skiftandi, og at tær
størru eindirnar nú hava havt
viðrák?
Skip hava sanniliga havt tyngri
rakstur í mínari stutt tíð í hesi
vinnu, og flakavinnan á landi hevur
eisini havt stórar brotasjógvar.
Sjálvur byrjaði eg í 1995 í
Fiskavirking, sum tá var ein roynd
at
tryggja
fiskavinnuna.
Har
var lítið av fiski, og skuldin var
ovurstór.
Mín støða í dag er einfalt at
reka eitt minni fiskavirki á landi,
eina landingarmiðstøð og eina
fiskasølu, og hetta er slett ikki
nøkur løtt uppgáva.
Í fleiri ár hava vit eftirlýst
betri fyritreytum fyri útróðri,
línuskipum og trolbátum, soleiðis
at hesar vinnur kunnu koma á
føtur.
Hesar vinnur eru í skeljasori,
og her er eingin lønandi rakstur at
síggja.
Orsøkirnar eru ivaleyst fleiri,
eitt nú náttúruviðurskifti, æti,
hiti í sjónum, friðingar og annað,
men her er eisini talan um, at
landið einki hevur gjørt fyri at
framtíðartryggja hesar vinnur.
Minstiforvinningur er minkaður
burtur í einki, sjálvt í hesum góðu
tíðum, og her er eingin skipað ætlan
um at lata útróðri og húkavinnu
sum heild nøkur ”input”, sum
kundu styrkt húkavinnuna.
Trolbátar hanga í klønum tráði,
tí stórur partur av landgrunninum
er
friðaður,
og
har
tað
er
blandingsfiskiskapur, eru kvotur
á, sum gera tað vónleyst at fiska
legalt.
At fáa fólk til hesar vinnur er
sera trupult; línuskiparar noyðast
at ringja frá komu til teir loysa
aftur fyri at fáa manning, og tað er
ikki so sjáldan, at loyst verður við
ov lítlum manningartali.
ALS og aðrar almennar skipanir
eru so mikið stirvnar og lítið
fleksiblar, at ikki ber til at fáa hjálp
har, tá á stendur, og eingin innan
hesar skipanir tykist vita, hvaðani
okkara inntøkur veruliga koma.
Halló!
Um nøkur ár eru vit helst har, at
alt verður framleitt á sjónum, og at
fleiri bygdir ikki longur hava nakra
sjóvinnu - og í heila tikið ikki hava
nakra vinnuliga framtíð yvirhøvur.
Tá verða Føroyar fátækari, enn
tær eru í dag.
Skulu vit hava kvotur, onga
rúmligheit í skiparakstri og eitt
statsapparat, sum stýrir við harðari
hond alt sum fyriferst á sjónum, so
er kanska besta loysnin at bjóða
Putin higar til prát og hugna.
Eingin
hevur
loyst
tær
avbjóðingar,
sum
eru
í
at
framtíðartryggja okkara fiskivinnu
- og at smalasti parlamentariski
meiriluti
yvirhøvur
skal
gera
tað á henda hátt, soleiðis sum
málið
um
okkara
sokallaðu
fiskivinnunýskipan nú fyriliggur,
er bara ikki í ordan.
Tey fólkavaldu skuldu verið
kravd
eftir
einum
breiðari
meiriluta, og tey áttu at hugt inn í
seg sjálvi fyri at funnið eina betri
fiskiveiðiskipan enn hana, sum nú
liggur á borðinum.
Vit hava eitt gott land at búgva
í. Latið okkum fáa øll við - uttan at
gera tað á ein slíkan hátt, sum fer at
steðga teirri framdrift, ið vit hava.
Virðingarmest
Leif Høj,
PF Fofish - Norðfra, Leirvík
Føroyar gerast fátækari
KJAK
- Um nøkur ár eru vit helst har, at alt verður framleitt á sjónum, og at fleiri bygdir ikki longur
hava nakra sjóvinnu - og onga vinnuliga framtíð yvirhøvur, sigur Leif Høj, umboðandi Fofish
og Norðfra í Leirvík, sum hugleiðir um fiskivinnulóggávuna, sum ætlanin er at fremja