Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-12-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. desember 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýggjar tenn? Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum Takk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, hjálpsemi og stuðul, tá okkara elskaði maður, babba, verfaðir og abbi, John Jógvanson Johansen andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar, gávur og klemm. Takk til Martin Olsen fyri góð orð á kapellinum. Takk til Jonu og vinir hennara fyri ómetaliga væl spældar tónar, tá John bleiv borin út úr kapellinum. Ein serlig tøkk til Emil Olsen, prest og Paula Høj, samkomuleiðara í Kelduni, fyri væl vald, góð og troystarrík orð. Takk til sangarar og kirkjutænarar. Takk til Lisu Fredriksberg og Símun Olsen fyri góðan hjartanemandi sang, ið fekk okkum at minnast á góðar tíðir, við sorgblídni. Takk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum fyri at taka sær væl av John í sjúku hansara. Takk til Sólsetur fyri alla hjálp. Takk til øll, sum hjálpti til at gera ervið og annars fólk ið ringdu og komu framvið við einum góðum orðið, ella einum góðum bita. Tað vermir um hjarta í sorgini, at vita at fólk eru um ein. Poula, Johnny, Olivia, Vinjard, Hans Ove og Siri við familju. Vit vilja við hesum hjartaliga takka øllum tykkum, sum sýndu okkum samkenslu á ymiskan hátt, tá elskaði maður, pápi, abbi, langabbi og verfaðir okkara Petur (á Lava) Olsen f. 22. okt. 1941 d. 16. sept. 2017 andaðist og varð jarðaður. Vit vilja fegin takka heimasjúkrarøktarfrøðingunum, palliativa toymið og onnur frá heilsuverkinum. Eisini tykkum mongu, sum vitjaðu so trúliga og á annan hátt vóru við til at lívga um ta seinastu tíðina. Takk fyri góð orð í kapellinum og í Ebenezer, og takk til sangkórið hjá Skálafjarðar Sløkkiliði og Sangkórið í Ebenezer fyri vakran sang. Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervið, og tykkum mongu, sum fylgdu út á seinasta hvíldarstaðið. Takk fyri vakrar blómur og minnisgávur til Zarepta. Friður veri við minninum. Fyri familjuna Sólvá og børnini TØKK NØVN Eina hjartans tøkk vilja vit veita tykkum sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið høgt elskaði maður mín, okkara elskaði pápi, verfaðir, abbi, langabbi og oldurabbi Eivind Petersen Oyndarfjørður f. 13. január 1928 d. 20. oktober 2017 andaðist og varð jarðaður. Vit eru sera taksom fyri stóra umsorgan og samkenslu, starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum vísti honum og okkum seinastu tíðina. Ein serlig tøkk til Jógvan Fríðriksson fyri góð og troystarrík orð í kapellinum, og Símun Persson Jacobsen fyri vakra og troystaríka talu til jarðarferðina. Takk fyri mangar ríkar og gevandi løtur saman við tykkum, og takk fyri tað tit vóru fyri Eivind. Vit takka Gudny og Biritu fyri, at tit løgdu tykkara vøkru røddir til sangin, sum var ein heilsan til Eivind. Takk til John Olsen fyri vælvild og lán av bussum. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk fyri alla hjálp, ið var veitt okkum til jarðarferðina og ervið. Takk fyri vakrar heilsanir við kransum og blómum, og stóra takk fyri tær mongu minnisgávurnar, ið lætnar vóru til kirkjuna og missiónshúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, ið skrivaði so vøkur minningarorð. Av hjarta vilja vit takka tykkum mongu sum komu í kapellið og í kirkjuna tá vit komu norð, og sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Øllum verður ynskt eini gleðilig og friðsæl jól, og eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunnar vegna Esther, Judith, Anni, Leif, Eilif og Gunnleyg TØKK