týsdagur 12. desember 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. desember 2017 · Nr. 145
MERKISDAGAR
95 ára føðingardagur
Mikudagin 13/12-2017 verður
Olga vágslið, Klaksvík 95 ár
Dagurin verður hildin
saman við børnunum við
familju Undir Fossum 71
Brúdleyp
Tórsdagin 28. desembur
2017 giftast Aleksandra
Rudy Michelsen og Hallur
Poulsen. Vígslan verður
í Vágs kirkju kl. 13:00.
Veitslan verður hildin á
Seglloftinum kl. 19:00 fyri
innbodnum.
Tøkk
Eg vil fegin takka øllum teimum sum gjørdu 80
ára føðingardagin hjá mær, sum var 27 oktobur,
ógloymandi.
Øll tey sum hjálptu til, komu inn inn á gólvi, komu
suður, ringdu og sendu eina heilsan, eina hjartans
tøkk vil eg bera teimum.
Eina serstaka tøkk sendi eg til kingokórið í Tjørnuvík.
Tað var sera rørandi at hoyra tykkum.
Samstundis ynski eg øllum bæði nær og fjar eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár.
Heilsan Mathea Petersen, Sandur
Tøkk
Hjartans tøkk øll sum mintust meg á 80 ára degnum.
Hjartans tøkk øll.
Irena Poulsen. Sumba
Sunnudagin 4. desember rundaði Kitty Johansen tey
85 árini.
Kitty er gumma mín og var gift pápabeiggja mínum,
Hans Johansen, sála.
Tey fyrstu árini, eftir at tey vóru gift, búðu Kitty
og Hans í kjallaranum hjá ommu og abba í Vørðsluni
saman við dóttrini, Eyð.
Í Vørðsluni var nógv lív í. Mamma og babba búðu
uppi á við okkum systkjum saman við ommu og abba.
Vit vóru sostatt ein stór familja undir somu lon.
Í seinnu helvt av 60-unum fluttu Kitty og Hans
saman við dóttrini Eyð í nýggj hús í Gundadali.
Kitty og Hans vóru røsk at vitja oman aftur í
Vørðsluna, og altíð var tað við einum smíli og góða
orðinum at hoyra Kitty tosa um tíðina, tey búleikaðust
í Vørðsluni.
Kitty vaks upp úti á Borðuni saman við systkjum
og foreldrunum, har pápin var vitapassari. Hon gekk
í skúla í Nólsoy, men so komu krígsárini, og tá valdi
mamman og pápin at flyta Kitty inn á Nes at ganga í
skúla.
Seinni fór hon í skúla hjá nonnunum í Havn.
Kitty starvaðist sum ung genta á Føroya
Barnaheimi, og miðskeiðis í 50-unum fór hon
til Danmarkar at nema sær útbúgving innan
barnapleygu sum tað kallaðist tá.
Aftur komin úr Danmark starvaðist hon aftur á
Barnaheiminum.
Kitty fekk fortjenestemedalju frá drotningini, tá
hon hevði starvast á Barnaheiminum í samfull 40 ár,
og hon varð sett sum leiðari, tá smábarnadeildin flutti
í Mitenshús við Varðagøtu.
Kitty man hava verið ein pedagogur við hjartanum
á røttum staði, tí enn tann dag í dag vitja børn, sum
hava búð á Barnaheiminum, niðan til Kitty, tá tey eru
í Føroyum.
Mær er eisini sagt, at Kitty hevði kamar beint
við síðuna av, har børnini svóvu, tá hon starvaðist
sum ung genta á Barnaheiminum. Sostatt var hon
atkomilig, bæði dag og nátt.
Kitty og Hans tóku eisini Elinu til sín, sum sítt egna
barn, og stór var gleðin, tá Hans Aron kom, og Kitty
kundi kalla seg omma.
Tað er týðiligt, at Kitty elskar at hugna um sína
familju. Altíð er hon blíð og hugnalig at koma inn til í
hugnaliga heiminum uppi Millum Gilja.
Við hesum orðum vil eg ynskja tær - góða Kitty - alt
tað besta í framtíðini.
Katrin
Kitty Johansen
85 ár
LÝSINGATORG
NØVN
Tøkk
Vit vilja hjartaliga takka øllum tykkum fyri sýnda
samkenslu, tá okkara
elskaða mamma, verðmamma, omma og
Langomma
Kirstin Valgerda Nordendal
Fødd 5. August 1924 - deyð 3. Novembur 2017
Vit vilja hjartaliga takka øllum tykkum fyri sýnda
samkenslu, tá okkara elskaða mamma, verðmamma,
omma og Langomma
Tøkk til tykkum heimahjálpina, sum vóru so fittar
og umsorgsfullar við mammu, mamma elskaði
tykkum.
Tøkk til tykkum á Ellis og Røktarheiminum í
Runavík fyri tað góðu røktina tit góðu mammu tað
síðstu tíðina hon var har, líka til hon doyði og fór
frá Røktarheimum
Takk til Ova Prest fyri góð og troysta rík orð.
Takk til kirkjutænarar, urguleikara, forsangarar og
gravarar. Eina hjartans tøkk til Petur Hans, Jónhild
og Andrea fyri so rørandi og góðan sang og Klaver
spæl í Kirkjuni
Takk til tykkum sum á ymiskan hátt, hjálpti til
ervið.
Takk til tykkum sum støktu inn á gólvið, vístu
samkenslu, og høvdu okkurt við.
Takk fyri kransar, blómur
Takk til tykkum mongu sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað
Familjunar vegna
Marner, Tom, Binne, og Kristin við familju
Festibræv til sølu
Festi er á Skála innangarðs matr. nr. 100 a
og 100 e uttangarðs 4 merkur og 13 gyllin
í Miðhaga Ytri partur Seljarin tilskilar sær
rætt at velja og vraka ímillum øll tilboðini.
Áhugaði kunna venda sær til festarin
Jacob Petur Johannesen tlf 588827
Arbeiði
Alt innan- og uttandura
timburarbeiði
verður gjørt av húsasmiðji.Ring
og fá eitt gott tilboð
tlf 263605
Býli í Føroyum
Ìbúð ynskist.
Ìbúð ynskist Vaksin kvinna
ynskir íbúð í Tórshavn. Gjaldi
til tíðina, og eri álítandi. Ring
284772
Ring 284772
Matur
Garnatálg
Góð garnatálg til sølu. 1 drýlur
(uml 1 kg) kostar 120 kr. koyrt
verður til dyrnar.
211856
Kjøtpylsa
Góð kjøtpylsa av Trøllanesi til
sølu. Eyðun og Anja Eliassen
286663 - 217574
Ymiskt
95 ára føðingardagur
Mikudagin 13 desembur verður
Olga Vágslið Klaksvík 95 ár
Dagurin verður hildin saman
við børnunum við familju Undir
Fossum 71