Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Onkuntíð kann fólkatingssessurin tykj­ast sum tað, ið vit á vánaligum máli kalla »beskeftigilsisterapi« – so inni­haldsleyst arbeiðið kann tykj­ast. Magni Arge, fólkatingsmaður, hev­ur við stórum stavum tosað um at seta eina kompetansunevnd – eina nevnd, sum kann setast at loysa træt­ur um heimastýrislógina. Orsøkin er, at danski utt­an­rík­is­ ráð­harrin, Anders Samuelsen, hev­ ur boð­að Íslandi frá, at ein avtala, sum landsstýrini í Føroyum og Grøn­landi hava gjørt við Ísland, ikki hevur gildi, tí heimastýrini í danska ríkinum ikki hava hesa heim­ild. Akkurát hvat hendan avtalan snýr seg um er ikki greitt fyri fólk í Føroyum – uttan so at tey fylgja ser­liga væl við. Poul Mic­hel­sen, utt­an­rík­is­ráð­ harri, var týð­u­liga fornermaður, men ætl­ar ikki at gera meira við mál­ið, enn mótmælið við ikki at møta á arktiskum fundi í Keyp­ manna­havn. Tí kann tað tykjast sum at skjóta spurvar við kanónum, tá fólka­tings­maður vil upp á hægsta stig um hetta mál. Ikk tí. Vit skilja væl fólka­tings­ mann­in, sum uttan iva hev­ur leit­ að við ljós og lykt eftir onkr­um, sum kann grugga við­ur­skift­ini í rík­is­fel­ags­skap­inum eitt sind­ur. Tað eigur ein tjóð­veld­is­mað­ur at gera – serliga tá alt tyk­ist ganga so sára væl, at tú tú valla kenn­ir sam­ bands­mann frá tjóð­veld­is­manni. – Latið okkum tí fáa eina kon­ front­a­ti­ón. Vit finna okkum ikki í, at dan­ir taka okkum av ræði! Trup­ulleikin er bara, at hetta mál­ið er so lítið og so óinteressant fyri før­oy­ing­ar, at eingin tímir at øsa seg upp um tað. Ikki ein gong Poul Michelsen. Viðgerðin av stjórnar­skip­an­ar­ upp­skot­i­num stendur eisini fyri framm­an. Har verður lagt upp til, at vit formulera okkara egnu grund­lóg, sum vit kalla stjórn­ ar­skip­an, fyri ikki at fornerma danir – og fyri, at hon fyri nøkur okkara kann vera innan fyri ta donsku grund­lóg­ina – samstundis so onnur kunnu látast sum um, at hon er utt­an­fyri. Ivasamt er, um nak­að kem­ur burt­ur úr stjórn­ar­skip­an­ar­ar­beið­ i­num. Eingin tykist vilja leggja ser­liga orku í málið, sum er komið rætti­liga hálvhjartað í tingið. Tí er kanska skiljandi, at ein tjóð­veld­is­maður á Christiansborg royn­ir at sláa upp á stórtrummu og skapa eina konfrontatión í rík­ is­fel­ags­skap­i­num, sum kann øsa før­oy­ing­ar at atkvøða fyri onkr­ um, sum kann irritera donsku stjórn­ina. So hava vit á onkran hátt roynt at fáa loysing – sum annars sær út at vera longri burturi nú enn nakrantíð áður... Fá vita, hvat tað var sum Anders Samuelsen avlýsti eina konfrontatión – takk Lækna­ stríðið í Dimmu Arnstein Niclasen Kjak 14-15 Um­ ber­ing­ar og utt­an­ umtos Allan Mortensen Kjak Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tíggju ár eru liðin, síðan Sha­ ron Weiss og Eyð­bjørg Dals­ gaard á fyrsta sinni lótu dyrn­ ar upp í Frí­ skúlanum í Havn í august 2007 Skúlin hevur síðani byrj­an hildið til á Velbastað í nátt­ úru­vøkrum um­hvørvi – í Føroya størstu skúla­stovu, sum tey plaga at siga. Náttúran er eisini ein sjálv­sagd­ur partur av ger­and­ is­degn­um, eins og kreativu fak­ini spæla ein stóran leik­ lut í undirvísingini. Frískúlin hevur sum aðal­ mál at møta barninum, har tað er. Barnið í síni heild skal tí stimbrast í mun til menn­ ing­ar­stig, evni og í ávísan mun áhuga. Tað skal fáa hósk­andi avbjóðingar, og tá krevst eis­ini at kenna barnið ser­stak­liga væl. Børn eru ymisk og tí má und­ir­vísingin lagast eftir. Summi krevja meiri tíð, eyka frá­læru og venjingar enn onn­ur. Summi gera stór fram­stig, onnur meir líðandi og nógv gera tað í lopum. Næm­ingar kunnu vera stinn­ ir í onkrum og veikari í øðr­ um. Frískúlin í Havn er upp­ bygd­ur við hesum í huga, hann viðurkennir ym­is­k­ leik­an og metir tískil »ser­ ligan tørv« at fata um allar næm­ing­ar. Stimbran er eitt lykla­orð skúlans. – Frískúlin er elsti og mest royndi frískúlin í landinum og hev­ur slóðað fyri, at aðrir frí­skúlar eru settir á stovn, sigur skúlin í tíðindaskrivi. Í Frískúlanum ganga um­leið 40 næmingar í 1. - 6. flokki. Vanliga verða 10-12 næm­ingar tiknir inn hvørt skúla­ár. Hóskvøldið 11. januar 2018 verður kunnandi fund­ur í Kaffihúsinum fyri øll­um á­hug­að­um, sum um­hugsa Frí­skúlan sum ein møgu­leika fyri teirra barn. Á skránni verður kunn­ing um Frískúlan, náms­frøð­i­liga grundarlagið og ger­and­is­ dag­in í Frískúlanum. Høvi verður eisini at fáa prát við lærarar, foreldur og næmingar, sigur skúlin í fráboðanini. Elsti frískúlin 10 ár á baki Í kvøld, mikukvøldið 10. jan­uar skipar sam­bands­ fel­ag­ið í Havn, Føroya Væl, fyri almennum fundi um uppskotið um stjórn­ar­skip­ an. – Tørvur er á einum nógv meira breiðum fólksligum pol­it­iskum kjaki og innliti í, hvat sam­gongan arbeiðir við um nýggja stjórnarskipan. Hetta ætlar Føroya Væl at bøta upp á við einum al­menn­ um politiskum kjakfundi, sigur valfelagið í tíðindaskrivi um fundin. Heitið á fundinum er: »Hví nýggja stjórnarskipan? - Hví Loysing?« – Evnið er valt í sambandi við ætlaðu fólkaatkvøðuna hjá samgonguni um nýggja stjórnarskipan, sigur felagið, sum leggur afturat, at politiski kjakfundurin er serligur uppá hesar mátar: • Fyrstu ferð, at tríggir pol­itiskir flokkar og tess for­ menn, alment stilla seg upp til kjak í hesum málinum • Fyrsti almenni fundur, har part­ur av fólkinum og al­menn­ing­i­num sleppur til orð­anna • Fundurin er umboðaður við heilt ymiskum politiskum dim­en­sjónum – samband- einari miðju-loysing og liberalt-sosialt • Fundurin leggur serligan dent á politiskar áskoðanir og sjón­armið – men eisini við ein­um fakligum íblástri Tey, sum fara at taka lut eru: Bárður S. Niel­sen, for­ mað­ur í Sam­bands­flokk­i­ num, Aksel V. Jo­hanne­sen, formaður í Javn­að­ar­flokk­i­ num og Høgni Hoy­dal, for­ mað­ur í Tjóð­veldi. Eisini fer Torkil V. Ras­mus­ sen, løgfrøðingur at leggja fram. Helgi Abrahamsen verður fasilitator. Kjakfundur um stjórnarskipanina adfasf Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin