týsdagur 9. januar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4
Tað er trupult at meta um, hvussu út sær, nú
eingin línubátur enn hevur drigið fulla setu á
Flemish Kap. Men, soleiðis sum útlitini eru,
og fiskiskapurin hevur verið hesar fyrstu
dagarnar, teknar tað seg rættiliga væl
Vilmund Jacobsen
Tað gleðiliga er hent, at øll tey fimm
frystilínuskipini, sum beint eftir
jólahøgtíðina løgdu longu leiðina
yvir á Flemish Kap, hava rent seg í
fisk har yviri.
Sunnudagin kundu skipini byrja
at fiska, og tá vóru tey øll komin
yvir og vóru klár at byrja.
Føroysku frystilínuskipini, sum
higartil eru komin yvir á Flemish
Kap, eru Klakkur, Kambur, Stapin,
Eivindur og Ågot.
Sjaskut veður
Í gjár, týsdagin, frætti Sosialurin,
hvussu gingist hevur teir fyrstu
tveir dagarnar hjá línuskipunum,
tó at veðrið hesar báðar dagarnar
hevur verið sjaskut.
- Øll línuskipini hava nú fiskað í
tveir dagar, og fiskiskapurin hevur
ligið millum 14,5 og 19 tons í lastina
hjá hvørjum skipi um dagin. Hetta
er avhøvdaður fiskur, sum er farin
til frystingar.
Keldan hjá Sosialinum sigur, at
Stapin tann eina dagin fekk stívliga
19 tons í lastina, og Kambur hevur
ligið millum 17 og 18 tons um dagin.
Annan av døgunum hevði Eiv
indur 15 tons, og í tveir dagar hevur
Ågot fingið millum 14 og 15 tons í
lastina um dagin, alt avhøvdaður
fiskur.
Soleiðis, sum veðrið hevur verið,
síðan føroyski línufiskiskapurin á
Flemish Kap byrjaði sunnudagin,
eru menn nøgdir.
Eingin full seta
Tað er trupult at meta um, hvussu
út sær, nú eingin línubátur enn
hevur drigið fulla setu á Flemish
Kap.
Men, soleiðis sum útlitini eru,
nú skipini hava fiskað í tveir dagar,
teknar tað seg væl.
Ein av bestu døgunum á leiðini
í fjør átti frystilínuskipið Klakkur,
har teir fingu 22 tons í lastina í ein
dag.
- Annar dagurin hjá Stapanum
hevur nú longu givið 19 tons, og tað
má sigast vera óførur fiskiskapur í
tí sjaskveðri, sum hevur verið.
Sum skilst, er veðrið óstøðugt á
leiðini í løtuni.
- Tá tú fiskar við línu, og tað er
sjaskut veður, kann roknast við,
at nakrir góðir fiskar fara av aftur
línuni undir draging, verður lagt
aftrat.
Felags kvota
Tað var á midnátt leygarkvøldið,
at føroysku línuskipini kundu seta
fyrstu ferð á Flemish Kap í ár.
Føroyska kvotan í ár er 2491 tons
av toski., og hetta er felagskvota,
sum øll skal fiskast við línu.
Tað eru tilsamans átta línuskip,
sum í ár hava fingið loyvi at fiska
av hesi kvotu sum soleiðis kundi
givið skipunum stívliga 311 tons í
part í miðal.
Við tað, at hetta er felagskvota
fara øll skipini ikki at fáa tað sama
burtur úr, og mest fær tað skipini í
lastina, sum fiskar skjótast.
Kravið til skipini, sum fiska á
Flemish Kap er
Alt til Føroya
Kravið er, at allur fiskur, sum verð
ur veiddur á Flemish Kap, skal
avreiðast í Føroyum. Skipunum
nýtist tó ikki at sigla longu leiðina
heim til Føroya, tá tey hava fingið
uppí.
Reiðaríini
kunnu
nevniliga
leggja veiðina upp í bingjur í Ný
Foundlandi og senda fiskin heim
til Føroya.
Skipini, sum í ár hava fingið
loyvi at fiska av føroysku kvotuni,
eru Ågot, Klakkur, Kambur, Stapin,
Eivind, Pison, Sandshavið og Jákup
B.
FØROYSKU
LÍNUSKIPINI
RENT SEG Í FISK
Á FLEMISH KAP
LÍNUSKIP
Tað hevur verið sjaskveður á Flemish Kap, síðan tey
fimm frystilínuskipini byrjaðu at fiska har yviri
Við tað, at felagskvota er á Flemish Kap, fara øll skipini ikki at
fáa tað sama. Mest fáa tey skipini í lastina, sum fiska skjótast