Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4 Árni Gregersen Ikki síðani Fiskivirking lat aftur, eru so nógv fólk søgd úr starvi í senn, sum í hesi vikuni, tá ið Bakka­ frost sendi eina vakt á goðsk­ingar­ deild­ini heim. Talan er um 147 fólk tilsamans. Orsøkin til uppsøgnina hongur saman við, at teir sáttmálar, sum um­fata portiónirnar, ikki allir eru end­urnýggjaðir, sum fyritøkan ann­ars hevði roknað við. Tað hevur við sær, at framleiðslan verður minkað so mikið nógv, at nú er ikki brúk fyri tveimu vaktum, sum fyri­ tøk­an annars hevur brúkt í eina drúgva tíð. -Eg má siga, at hetta ikkim var ein av teimum bestu døgnum, segði Regin Jacobsen, stjóri, tá ið hann hevði boðað starvsfólkunum frá støð­uni. Bakkkafrost er størsta arbeiðs­ plássið á Skálafjørðinum og hevur verið at rokna sum eitt trygt arbeiðs­pláss. Hesin veruleikin er neyvan broytt­ur fyri tey flestu, men fyri tey 150 fólkini kom hetta sum ein skelk­ur. -Ja, tað má eg siga. Nógvir av okkara limum vóru heilt skelkaði, tá ið tey fingu boðini, sigur Stig David­sen, virkandi formaður í arbeiðs­mannafelagnum Hæddini í Runa­vík. -Hetta koma púra óvart á tey flestu, tí tey væntaðu hetta als ikki, sigur formaðurin. Útlit Uppsøgnirnar á Bakkafrost komu óvart á tey flestu. Eisini stjórin, Regin Jacobsen. Var eitt sindur ovfarin av tí, sum hendi. Hann sigur, at teir sáttmálar, sum eru gjørdir um sølu av góðsk­ aðu vørunum, vanliga røkka yvir seks ella 12 mánaðir. Vanliga verða hesir sáttmálar endurnýggjaðir, men eftir øllum at døma, so hava keypararnir funnið aðrar vørur fyri ein bíligari penga. -Vit siga ikki, at okkara vørur eru tær bíligastu. Vit halda tær eru best­ar og tí mugu vit eisini taka tann prísin, sum dekkar okkara útreiðsl­ur fyri føroyska laksin, sigur Regin Jacobsen. Hann heldur ikki, at tað fer at ganga so drúgv tíð fyrr enn Bakkka­ frost aftur fær hendur á sáttmálum til portiónirnar, so hann vónar, at tá ið summarið nærkast fer aftur at vera arbeiði til baáðar vaktirnar. Bakkafrost hevur í ársfrágreið­ ingini í fleiri ár gjørt greitt, at tað hevur verið trupult at fáa nóg góð­ an rakstur í hendan partin í fyri­ tøk­uni. Tað kemst millum annað av, at prísurin á feksum laksi er so høgur og at góðskingarvirkið keypir laks­ in inn fyri hendan prísin. Úlit fyri arbeiði So sjálvt um støðan sær svørt út júst nú hjá teimum, sum hava fingið uppsøgn, so sæst ein glotti fyri framman. Ikki bert tí Bakkafrost metir, at arbeiði verður aftur á virkinum um ikki so langa tíð, men eisini tí, at tørvur er á arbeiðsfólkií Føroyum. Serliga virkini í Eysturoynni mangla starvsfólk. Har eru fleiri fiska­virkir, sum hava brúk fyri fólki og har kunnu fleiri av tiemum sum eru uppsøgd fáa arbeiði. Men um øll fáa arbeiði bein­an­ vegin er meira ivasamt. -Eg havi ómetaliga góðar vónir um, at tey sum hava fingið eina uppsøgn nú, hava rættuliga góðar møguleikar at finna okkurt annað arbeiðið rættuliga skjótt, sigur stjórin á ALS, Magni á Deild Olsen. Hann var saman við fleiri øðrum til staðar á Bakkafrost, tá ið fólkini fingu uppsøgnina og kundi saman við sínum starvsfólkum vegleiða teimum uppsøgdu um, hvussu tey skulu fyrihalda seg fyri at fáa arbeiðs­loysisstuðul so skjótt sum til ber. Spurdur um hann sær, at ferð­ in á búskapinum í Føroyum er minkað hesa seinastu tíðina, svarar ALS-stjórin: -Nei vit kunnu ikki siga, at vit hava merkt at ferðin á sam­felags­ kjól­unum er minkað. Alt hevur fulla ferð, sum vit síggja tað, sigur Magni Olsen. Laksur Føroysku alifyritøkurnar hava havt nøkur góð ár. Útboðið av laksi hevur verið minni, menðan eftir­ spurn­ingurin hevur verið vaksandi. BAKKAFROST VÓNIRNAR AT F ARBEIÐI ERU GÓ Sjálvt um mong fingu ein skelk, tá ið tey vóru uppsøgd á Bakafrost, so eru vónirnar at finna nýtt arbeið góðar heldur ALS Magni á Deild Olsne, stjóri á ALS, heldur, at tey flestu uppsøgdu skjótt unnu finna nýtt arbeiði