týsdagur 9. januar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. januar 2017 · Nr. 4
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
– Nú er eingin
fastur sendi
maður á sendi
stovuni í Dan
mark longur.
Hann er kallaður
heim til Føroya,
og almenningurin
hevur ikki fingið
orsøkina at vita,
sigur Edmund
Joensen
Eirikur Lidenskov
– Hvør er orsøkin til, at Sendi
stova Føroya í Keypmanna
havn í longri tíð ikki hevur
havt fastan sendimann?
Tað vil Edmund Joen
sen,
løgtingsmaður,
hava
Poul Michelsen, uttanríkis
ráðharra, at svara uppá. Tí
hevur løgtingsmaðurin sett
honum ein sonevndan grein
52 fyrispurning um málið.
Edmund
JOensen
vil
eisini hava at vita, hvussu ber
tað til, at ein sendimaður bert
av og á vitjar sendistovuna í
Danmark. Hann vil eisini
vita, hví landsstýrismaðurin
niðurraðfestir sendistovuna
í Keypmannahavn á henda
hátt.
– Er talan um eina til
vitaða politiska strategi, at
Sendistova Føroya í Keyp
mannahavn skal niðurprior
iterast, spyr Edmund Joesen
landsstýrismannin.
Edmund Joensen vísir í
viðmerkingunum á, at Før
oyar hava síðani 1997 havt
sendistovusamstarv við Ís
land og Grønland á Norður
atlantisku Bryggjuni í Keyp
mannahavn.
–
Hetta
útnorðursam
starvið hevur virkað væl. Í
Danmark eru búsettir einir
20.000 føroyingar umframt
teir umleið 50.000 í Før
oyum. Væl bar til at skipa
samstarvið
millum
Før
oyar, Ísland og Grønland
við sínum tilsamans umleið
450.000 borgarum í sjálvum
metropolinum Keypmanna
havn, sigur Edmund Joen
sen.
Og hann heldur fram:
– Hesir borgarar – eisini
føroyskir borgarar og fyr
itøkur – hava tørv á sendi
stovutænastum. Samstarv
hevur sjálvsagt eisini verið
við danskar myndugleikar,
og Føroyar hava við Sendi
stovuni havt eitt diplomat
iskt andlit og samstarv við
aðrar sendistovur í Dan
mark, vísir Edmund Joensen
á.
– Harafturat styrktust út
norðurlendsku mentanirnar
í felag. Tær gjørdust kendar,
londini marknaðarførdu seg
einsæris og í felag, mentan
arlig tiltøk og ráðstevnur
av ymsum slag fóru fram á
sendistovunum, og annað
mangt, sigur Edmund Joen
sen.
– Nú er eingin fastur
sendimaður á sendistovuni
í Danmark longur. Hann er
kallaður heim til Føroya,
og
almenningurin
hevur
ikki fingið orsøkina at vita.
Bert av og á vitjar hann
Sendistovu Føroya í Keyp
mannahavn,
ið
sjálvsagt
hevur tørv á einum føstum
sendimanni eins og allar aðr
ar sendistovur Føroya.
– Verandi landsstýri rekur
eftir øllum at døma ein pol
itikk, ið forðar fyri hesum
sunna útviklinginum saman
við Íslandi og Grønlandi.
– Roknast skal við, at
flestu tingfólk vilja vita or
søkina til, at landsstýrið nið
urraðfestir, ella í grundini
leggur fótonglar fyri sendi
stovuvirkseminum í Dan
mark, sigur Edmund Joen
sen.
Vil vita hví hví sendistova
verður niðurraðfest
Føroyar hava við Sendistovuni í Keypmannahavn havt eitt diplomatiskt andlit og samstarv
við aðrar sendistovur í Danmark, sigur Edmund Joensen
Løgmaður
á fund við
Lars Løkke
Løgmaður
skal
hitta
Margretu
drotning
og
danska forsætismálaráð
harran í dag.
Fyrrapartin í verður
fundur millum løgmann
og danska forsætisráð
harran Lars Løkke Ras
mussen í Keypmanna
havn.
Á fundinum fara løg
maður og danski forsæt
isráðharrin at umrøða
fleiri mál. Millum annað
skulu teir skifta orð um
uttanríkispolitisku lógina,
stjórnarskipanina
og
norðurlandamál.
Í Danmark skal løg
maður eisini hitta Mar
gretu drotning.
Løgmaður kemur aftur
til Føroya í kvøld.
Fyrilestur
um Nicolinu
á Barna
heiminum
25. januar verður fyrilestur
í Føroyahúsinum í Keyp
mannahavn um Nicolinu
á Barnaheiminum.
Tað verður við støði í
bókini um Barnaheimið,
sum Gerhard Hansen hev
ur skrivað.
Tað
verða
Gerhard
Hansen og Jana Højgaard
Brodersen, sum fara at
greiða frá um kvinnuna,
Nicolinu Højgaard Simon
sen, sum stovnaði fyrsta
og einasta barnaheim í
Føroyum.
Harafturat
verður
greitt frá lívssøgu og virki
hennara.
Tað er Kvinnufelagið, ið
skipar fyri.
– Hvørji førleika
krøv verða sett
sendiharrum á
føroysku sendi
stovunum?
Eirikur Lindenskov
Hendan spurningin vil Kári
P. Højgaard hava Poul Mic
helsen, landssmann í utt
anríkis- og vinnumálum at
svara sær uppá.
Kári P. Højgaard vil eis
ini hava at vita, um størv
ini sum sendimaður verða
lýst leys ella um talan bert
er
um
flytingar
millum
starvsfólkini í Uttanríkis
ráðnum.
– Kemur tilmæli frá eini
setanarnevnd, ella er tað
landsstýrismaðurin,
sum
einsamallur
setir
sendi
harrarnar? Og eru størvini
áramálssett, og hvussu verða
tey lønt, spyr løgtingsmaður
in.
Kári P. Højgaard vísir á, at
landsstýrismaðurin í tíðind
unum hevur váttað, at eina
ferð í summar verða nýggir
sendiharrar settir í Moskva
og í Brüssel.
– Samstundis verða nøvn
ini kunngjørd á teimum, sum
tá skulu manna hesi týdning
armiklu størv, sigur hann.
Víðari vísir løgtingsmað
urin á, at ivaleyst er eitt krav
at tey, ið sett verða, hava eina
góða viðkomandi akadem
iska útbúgving, fyri at kunna
røkja starvið.
– Íslendingar hava tó part
vís havt ta siðvenju á sínum
sendistovum at brúka eldri
politikarar sum sendiharrar,
ið hava drúgvar altjóða
royndir og kenna politisku
skipaninar.
– Vanligt er, at týðandi
vællønt størv innan tað al
menna verða lýst leys. Tí er
tað sera viðkomandi at fáa
greiðu á, hvussu hesi størv
verða sett, saman við før
leikakrøvum, sigur Kári P.
Højgaard, sum ikki sæð hesar
starvslýsingar í føroysku
miðlunum og tí spyr lands
stýrismannin um málið.
Vil kenna førleikar hjá sendifólki
Í Íslandi er vanligt, at eldir politikarar, ið hava drúgvar altjóða royndir, verða settir sum sendiharrar, sigur Kári P. Højgaard