hósdagur 11. januar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Omanfyri ella niðan fyri donsku
grundlógina. Tað er tað, sum málið
stendur og fellur við...
– Stendur ætlaða føroyska stjórnarkipanin
omanfyri ella niðan fyri donsku grundlógina?
Tað er eftir øllum at døma framvegis ein
spurningur, sum greiða ikki er á innanveggja
í samgonguni, hóast Aksel V. Johannesen
hevur lagt uppskot fyri tingið um nýggja
stjórnarskipan, sum sambært honum – og
sambært tulking forsætisráðharrans – er
innan fyri vald donsku grundlógarinnar.
Mikukvøldið skipaði sambandsfelagið í
Havn fyri almennum fundi um stjórnarskip
anina í auluni í fyrrverandi Kommunuskúla
num í Havn, sum nú eitur Finsen. Nógv fólk
møtti til fundin, har Bárður Nielsen, Sjúrður
Skaale og Høgni Hoydal dystaðust um evnið.
Arbeiðið við grundlógini byrjaði und
ir fullveldislandsstýrinum, sum ætlaði, at
Føroyar skuldi loysa frá Føroyum – ein
loysing, sum hevði verið framd fyri nøkrum
árum síðani, um tað gekk, sum Fólkaflokkur
in, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin høvdu
ætlað.
Arbeiðið er broytt og endamálið tillagað
fleiri ferðir. Tá Jóannes Eidesgaard úr
Javnaðarflokkinum gjørdist løgmaður varð
»grundlóg« broytt til »stýrisskipan«, ein
týðulig tilsiping til, at nú skuldi ikki loysast
– men viðurskiftini við Danmark greiðast á
einhvønn hátt.
Í 2011 bendi nógv á, at full semja var í Løg
tinginum um eina niðurstøðu í stjórnarskip
anarnevndini, men so glapp.
Á fundinum mikukvøldið kom greitt fram,
at Tjóðveldi heldur fast við, at stýrisskipanin
er oman fyri grundlógina.
Harvið er greitt, at ikki bara er ósemja
millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin – men
eisini Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.
Fyrr nevndu flokkar hava livað av júst
hesi ósemju alla sína tíð – og um stjórnar
skipanaruppskotið stendur og fellir við krav
inum, um hon skal vera omanfyri ella niðan
fyri donsku grundlógina, so eru vit komin
líka vítt sum sítt.
Men skerva vit ígjøgnum og góðtaka støð
una, sum hon er, men staðfesta, at føroying
ar hava sjálvsavgerðarrættin – sum danskar
stjórnir í mong harrans ár hava staðfest, so
eru vit komin longur.
Spurningurin um loysing frá Danmark
er bara partvíst aktuellur millum tjóðveldis
fólk í hesum døgum – og tí ikki eitt veruligt
politiskt mál á dagsskrá.
– Hetta er fjákut! Tað er stutti
boðskapurin hjá Sonna Smith,
fyrrverandi útvarpsmanni og
málkennara, tá hann verður
spurdur um navnabroytingina
frá Vodafone til Hey.
– Nú er tað næstan so, at
tú blívur illa við, tá starvsfólk í
einum handli siga »hey« við teg. Eg var inni í Før
oya Tele í gjár og tordi næstan ikki at siga »hey«
við fólk, sigur við in.fo.
Seinastu árini hava vit sæð eitt rák í Føroyum,
har nøvn á stovnum, fyritøkum og øðrum gerast
styttri og styttri.
– Tað skal vera so stutt sum møguligt, so fá
stavilsi sum møguligt, og so skulu vit helst sleppa
undan at benda orðið.
– Í stuttum – vit skulu sleppa undan at hugsa
ov nógv. Eg fái ongantíð vant meg við Betri. Tað er
eitt tað mest mislukkaða navnið yvirhøvur í mín
ari verð. Hetta rákið er bæði fjákut og ljótt, sigur
hann. – Tað eru hesi smørtu marketing-fólkini,
sum finna upp á, og viðhvørt mislukkast tað og í
tveimum førum er tað
gingið heilt galið – við
betri og Hey. Eg skal
siga akkurát sum er, eg
verði flóvur av hasum,
sigur Sonne Smith.
Valdið í Føroyum aftur á breddan
Skammfuktaður
av Hey og Betri
málvinur
Les eisini blaðið
á telefonini
Brúkti høvdið
rakti høvdið
Høgni Djurhuus
baksíðan
Eingin virðing fyri
námsfrøðingum
síða 12-13
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Í dag – fríggjadagin 12. januar fyllir kendi
havnarmaðurin Heri Simonsen í Havn 50 ár.
Heri er kendur sum skemtari, hermari og
undirhaldari og sum útvarpsvertur á Rás2.
Hann skrivar greinar fyri in.fo, umframt
at hann er kendur sum stadionspeakari
hjá B36 og á Tórsvølli, tá landsdystir eru.
Nógv minnast hann eisini frá sendingunum
»Loynimyndir« í Sjónvarpinum í 1994 – og
mong munnu hava upplivað Hera herma í
veitslum. Eisini kryddar hann javnan face
book við stuttligum og orðkringum viðmerk
ingum.
Heri er havnarmaður. Hann er føddur í
1968 í Esbjerg, sonur Ingu, f. Gunnarsson, úr
Havn, og Árna Simonsen, sála, úr Fuglafirði.
Frá 1969¬70 búði familjan í Runavík og frá
1970-75 í Havn. Tey búðu í Manitsoq í Grøn
landi frá 1975 til 1978, tá tey fluttu aftur til
Havnar.
Eftir loknan barnaskúla og framhalds
deild á Venjingarskúlanum og í Grønlandi,
tók Heri HF-prógv í Hoydølum í 1986.
Fyrst í 90-unum var hann á málskúla í
Onglandi og á háskúla í Danmark. Frá 1995-
96 gekk hann á Norðurlendska Fólkaháskúl
anum í Kungälv í Svøríki og á Medieháskúla
num í Kristiansand í Noregi frá 1996-97.
Heri hevur arbeitt sum postmaður í Havn
í tveimum tíðarskeiðum, frá 1987-1994 og frá
1997-2007. Hann var álitismaður og varaálitis
maður hjá postboðsbólkinum í Havn í fleiri
ár og var eisini fyrsti tiltakslimur og virkandi
nevndarlimur í nevndini hjá Føroya Postfel
ag í nøkur ár.
Í føroyskum fótbólti er tað B36, sum
stendur hansara hjarta næst og í enskum
fótbólti er tað Machester United. Hann er
ein av stovnarunum av føroyska fjepparafel
agnum hjá Machester United.
Hjá okkum starvsfeløgum í Miðlahúsi
num er Heri ein hollur, góður og hjartaligur
vinur. Stuttligur er Heri sum fáur – og
ómetaligu góðu evnini at herma koma
mangan til sjóndar á arbeiðsplássinum, bæði
í gaman og álvara.
Góði Heri! Vit starvsfelagar ynskja tær so
hjartaliga tillukku við teimum hálvthundrað
í dag og bestu eydnu framyvir, frægi vinur
okkara!
Heilsan starvsfelagar
Heri Á. Simonsen fimmti