Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JANUAR 2018 SOSIALURIN 5 32 Brúkti høvdið rakti høvdið Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 T á eg búði í Íslandi fyri h u n d r a ð , pluss minus, mest minus tó, ár­um síðani, lósu vit eina søgu í skúlanum. Søg­ an eitur Nagla­ súpan. Hon er um eitt landastrok, sum kemur á gátt hjá einari konu. Hann verður boðin innar. Hann, landastrokið er ein maður, hevur ikki verið har leingi, tá hann spyr, svangur er hann, um hon ikki eigur okkurt at eta. Nei, svarar hon, har er einki inni. Nú endurgevi eg søguna, sum eg minn­ist hana, tað er jú langt síðani. Søg­an er góð í øllum førum. Gamaní, svarar hann, og spyr hana so, um hon ikki eigur ein seym, ein nagla. Jú, tað eigur hon. Og eina stóran pott og vatn. Jú. Hann leggur so naglan í pottin. Tá næstan er kókað, smakk­ar hann, og sigur, at hetta er nakað veikt, okkurt vant­ar í súp­anina. Spyr varis­ liga, um hon ikki eigur salt. Jú. Lat í, sigur hann, og smakk­ar. Nei, hetta er ikki nóg gott enn, eing­in smakkur. Spyr so, um hon ikki er so væl fyri at eiga eina rót ella báðar tvær. Jú, hon eftir rót­unum, sum fara í pottin. Nei, súpanin er ikki nóg góð enn, ikki nóg sterk. Spyr, um hon kanska eigur epli at lata útí. Jú, tað heldur hon. So s p y r hann um leyk. Jú, har skuldi verið onkur í spís­kamarinum, heldur hon. Og soleiðis heldur søgan fram til snilda landastrokið hevur fingið kjøt at lata í súpanina. Tá er hann nøgd­ur. Súpanin, sum byrjaði við ein­um nagla og vatni, er nú vorðin besta kjøtsúpan. Ein góð søga. Og so er moralurin, boð­skapurin í søguni, eftir. Minnist ikki, hvør hann var tá, vit lósu søg­ una í skúlanum, um hann var nakar yvirhøvur, ella um hetta bara var ein góð søga, og tað var tað. Men modernaði boðskapurin er tann, at eitt nei er ikki eitt nei, utt­ an í MeToo. Konan segði nei, eg eigi einki at lata í pottin. Men tað átti hon so kort­ini, tá spurt varð pent. Ein annar boðskapur, ein meira seri­øsur, er, at til ber at lumpa øll, tað er kjarnin í fólkaræðinum. At krevja meira og meira frá fólkinum, sum kortini velur somu politikarar aftur. Onnur skriva, at søgan er tann, at eitt landastrok kemur til eina lítla bygd. Maðurin hevur grýtuna og naglan við sær og tekur vatn úr mat­aránni. Bygdarfólkið vil í fyrstani ikki lata vallaranum nakað at lata í grýt­una. Tey eiga einki, siga tey. Ikki so frægt sum eitt lítið epli. Eiga einki, lata einki. Men so við og við koma tey við grønmeti og kjøti, hvør við sínum. Og ein góð og kraftamikil súpan spyrst burturúr. Nóg mikið er til øll í bygdini. Og øll eru glað. Hetta skal vera sosialisma. Byrj­ an­in er einki, men so lata øll, og øll fáa. Sosialisma ber ikki til, soleiðis sum lyndið í mannaættini er. Fólk eru ikki nóg búgvin og verða tað held­ur ongantíð. Eg minnist annars ikki søguna so­leiðis. Sama ger, hon er góð í báð­ um førum. Og kann tulkast í allar ætt­ir. Í dag kallast hetta at gera nagla­ súp­an at tøma kuldaskápið, at vevja alt, sum er í kuldaskápinum, sam­an í ein rætt, sum er ónevndur. Í Íslandi kalla tey slíkt við tí gud­ dommi­liga orðinum snarl. Í kost­ skúl­anum í Íslandi, sum eg var í, kall­aðu vit døgurðan fríggjadag, sum var gjørdur av avlopinum hin­ar dagarnar í vikuni, slys (van­ lukka). Munurin á tí er, at her er tal­an um leivdir, gamlan mat. Í nagla­ súp­anini er maturin nýggjur, um eg kann siga so, rávøran er óbrúkt og óspilt. Og, annars, eg drakk eina øl fríggja­dagin, sum var best before 02/06 2042. Haldføri 25 ár. Góð aftur við tømdum kuldaskápi. Men naglin kann ikki etast. Lat tað verða sligið fast við sjey­ tummaseymi. Rakið bara høvdið. Høgni Djurhuus BARBARA HOLM T alið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í 2017 kvinkar spakuligar uppeftir. Nú er samlaða talið av skrásettum harum komið upp á 5.264 harur, sum eru skotnar á 621 túrum kring landið. Hetta eru 78% fleiri harur enn í 2016, tá samlaða talið var 2.950 harur. Eisini túratalið í 2017 er hægri. Higartil eru skrásettir 621 túrar, samanborið við 451 túrar í 2016. Enn eru tað tó fleiri, sum ikki hava skrásett veiðuna. Tá øll tølini eru innkomin, man samlaða talið fyri 2017 fara at nærkast teimum 6.000 harunum. - Eg fari tí at heita á teir, sum enn ikki hava skráseta tølini um at gera tað, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2017, sigur Eyðfinn Magnussen. Hava allarhelst skotið tvífalt so nógvar harur sum í 2016