týsdagur 16. januar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. januar 2017 · Nr. 7
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Eirikur Lindenskov
Nýggi meirilutin í Tvøroyrar
býráð kann til eina og hvørja
tíð taka aftur loyvið hjá
Kristini Michelsen at sita í
Løgtinginum samstundi sum
hann er borgarstjóri.
Tað stafestir Hilmar Høg
enni, deildarstjóri í Komm
unu- og náttúrudeildini í
Heilsu- og innlendismálaráð
num.
– Annaðhvørt situr tú í
Løgtinginum, ella situr tú
ikki í Løgtinginum, har er
eingin millumvegur, stað
festir Hilmar Høgenni.
Hann vísir til ásetingina í
kommunustýrislógini í grein
6 stk. 2, sum er rættiliga greið,
tá borgarstjórin er fulltíðar
settur: »So skal hann, tá hann
er valdur, leggja borgarliga
starvið frá sær umframt øll
almenn álitisstørv, sum ikki
beinleiðis hava samband við
starvið sum borgarstjóri«
– So kemur undantak
ið, sum er síðsta punktið:
»Kommunustýrið
kann
loyva fráviki frá reglunum
í fjórða punkt, tá ræður um
størv, sum eru beinleiðis
fólkavald.
– Har hevur býráðið á
Tvøroyri samtykt, at hann
kann røkja bæði størvini. Og
tann avgerðin er galdandi,
so leingi, sum tey ikki hava
samtykt nakað annað.
– Men tað er einki, sum
forðar einum meiriluta í bý
ráðnum at taka hesa sam
tyktina aftur.
So kunnu vit spyrja, hvat
so, um býráðið samtykkir, at
hann ikki kann hava annað
fólkavalt umboð?
– Tá er avgerðin upp til
hansara. Býráðið kann ikki
gera av, hvat og hvussu, um
hann velur borgarstjórasess
in ella løgtingssessin.
– Ætlar hann sær at vera
borgarstjóri, so má hann
leggja hitt starvið frá sær,
sigur Hilmar Høgenni.
Krúllan er væl tann, at
Tvøroyrar býráð kann ikki
boða Løgtinginum frá, at
hann leggur starvið frá sær.
Tað má hann sjálvur gera.
– Skuldi býráðið valt at
tikið aftur loyvið hjá honum
at røkja tingmannastarvið
umframt borgarstjórastarv
ið, so kunnu tey bara fyri
halda seg til at fyljga tí, sum
tey hava samtykt, at hann
skal gera.
Um borgarstjórin áhald
andi ber seg undan at fremja
tað, sum býráðið hevur sam
tykt, so ert tú í heilt aðrari
áseting í kommunustýris
lógini.
Tá ert tú í grein 22, har
stendur í stykki 2: »Ber borg
arstjóri seg undan at fremja
tær uppgávur, sum annað
hvørt eftir lógini ella komm
unustýrisskipanini eru latn
ar honum at umsita kann
kommunustýrið tilnevna ein
annan kommunustýrislim at
røkja hansara uppgávur.
Kommunustýrið kann í
álvarsomum førum, ella tá
ið borgarstjórin ferð eftir
ferð ber seg undan at fremja
uppgávur sínar, fyribils velja
ein annan kommunustýr
islim sum virkandi borgar
stjóra«.
Og so kemur í stykki 3, um
hvør avleiðing er:
– Ein avgerð, sambært
stykki 2, 2. punktum, skal alt
fyri eitt verða latin lands
stýrismanninum til stað
festingar, og stykki 4 sigur,
»staðfestir landsstýrismað
urin eina avgerð hjá komm
unustýrinum samb. stk.3
er borgarstjórin undantik
in starvi sínum frá hesum
mundi.
Og víðari verður sagt í
stk. 5: »Hevur landsstýr
ismaðurin
staðfest
eina
avgerð samb. stk. 4, skal
kommunustýrið alt fyri eitt
leggja málið inn fyri dóms
valdið til rættarroynd fyri at
royna um treytirnar í stk. 2.
2. punkt. eru til staðar.
Og kemur dómsvaldið til
ta niðurstøðu, at treytin í stk.
2. 2. punkt. er til staðar, skal
borgarstjórin víkja sætið.
– Hetta er hugsað tí, at
ásetingin um at hann skal
leggja starvið frá sær og
onnur álitisstørv er jú ógv
uliga inngrípandi fyri tann,
sum verður valdur til borgar
stjóra, tí eru hesar ásetingar
ætlaðar at verja borgarstjór
an, sigur Hilmar Høgenni.
Men hvat er so í tí fintuni,
sum víst var á í Sosialinum
og Kringvarpinum mána
dagin um, at Kristin Michel
sen bara kann lata vera við at
møta upp í tinginum og lata
tingsessin standa tóman. Ber
tað til?
– Altso annaðhvørt er
hann í tinginum ella ikki.
Hann er tingmaður, fyri tað
um hann ikki møtir upp.
– Tað einasta býráðið
kann fyrihalda seg til, tað er,
um hann ikki ger, sum bý
ráðið hevur samtykt, sigur
Hilmar Høgenni.
– Tað stutta av tí langa í
mun til kommunustýrislóg
ina er, at antin er hann eitt
fólkavalt umboð ella ikki.
Tað ber ikki til at vera eitt
sindur. Tað er sum at vera
upp á vegin, tað er antin ella,
heldur Hilmar Høgenni.
eirikur@sosialurin.fo
Fyrst slapp Jógvan
ikki – so slapp hann
Fordømi er um borgar
stjóra, sum ikki fekk loyvi
frá kommunustýrinum at
røkja tingsessin. Tað var
eftir løgtingsvalið í 2015,
tá Klaksvíkar býráð nokt
aði Jógvani Skorheim,
borgarstjóra,
at
røkja
tingsessin umfram borg
arstjórasessin.
Tá kom Báðrur Kass
Nielsen á ting fyri Jógvan
Skorheim.
Men eftir kommun
uvalið í 2016 – tá Sjálv
stýrisflokkurin
og
Javnaðarflokkurin eins
amallir
skipaðu
sam
gongu í Klaksvíkar býráð
– og Tjóðveldi varð sett
uttanfyri, fekk Jógvan
Skoreim loyvi frá býráð
num at røkjar báðar sessir
samstundis.
eirikur@sosialurin.fo
Kristin Michelsen kann ikki sita í Løgtingum og vera borgarstjóri samstunds, um býráðið á Tvøroyri noktar honum tað.
Um hann ikki aktar boðini, so kann býráðið velja annan býráðslim í hansara stað. Tað staðfestir kommunustýrislógin
Kristin kann
kroystast
úr tinginum
FAKTA
Navn: Kristin Michelsen
Aldur: 61 ár
Útbúgving: bankamaður og
timburmaður
Størv: Borgarstjóri á Tvøroyri og
løgtingsmaður. Hevur starvast sum
eykapolitstur og sýslufulltrúi.
Valdur á ting fyri Javnaðarflokkin
við valið 29. oktober 2011 og 1.
september í 2015.
Valdur í Tvøroyar býráð fyrstu ferð
á kommunuvalinum 21. november í
2000 fyri lista D.
Á býráðsvalunum í 2004, 2008,
2012 varð hann valdur fyri
Javnaðarflokkin.
Á býráðsvalinum í 2016 var hann
valdur fyri Kommunulistan.