Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 207 - 29. oktober 2004 Nr. 207 - 29. oktober 2004 39 Á Kanal 5 hóskvøldið kl. 20.00 Dave Kovis (Kevin Kline) rekur eina avloysarafyri- tøku og trívist væl við at finna arbeiði fyri onnur. Dave líkist annars ameri- kanska forsetanum, Bill Mitchell, akkurát. Av hesi orsøk framførir hann av og á alment við at herma eftir forsetanum. Men, so ein dagin ringir amerikanska fregnartænastan. Teir hava brúk fyri hansara tænastu og bjóða honum starv sum "stand-in" fyri forsetan, hetta skal verða liður í trygdararbeiðinum fyri sjálvan ovasta myndugleik- anum í USA. Alt gongur sum smurt. Men, so fær forsetin, Mitchell, ein hjartatilburð. Nú er Dave noyddur at taka sær av hesum forsetaleiklutinum í eitt longri tíðarskeið, inntil Mitchell er komin fyri seg aftur. Aftaná at hava sitið í foresetaembætinum í nakrar vikur setur Dave sær fyri at gera sær dælt av hesi heldur ørligu støðu, sum hann er komin í. Okkurt skal gerast við arbeiðs- loysið og fátækradømið í landinum. Og so er tað eis- ini forsetafrúan (Sigourney Weaver), ið Dave dámar rættiliga væl... Við í film- inum eru nakrir senatorar og so eisini Oliver Stone. Hetta er ein skemtifilmur frá 1993, ið snýr seg um ein amerikanskan forseta. Dave Kovis (Kevin Kline), starvsleiðari, endar í eini heldur ørkymlandi støðu, sum amerikanskur forseti Michael Felgate (Hugh Grant) er ein bretskur lista- kennari, ið rekur eitt væl- koyrandi uppboðsøluhús við serliga virðismiklum listaverkum. Michael er skotin í tí vøkru Gina (Je- anne Tripplehorn), men tá hann biður um hond henn- ara, fær hann krakk. Hon sigur honum, at hon ong- antíð fer at giftast við hon- um orsaka av familju henn- ara. Men Michael gevst ikki so og fer at vitja pápa hennara, Frank Vitale (James Caan). Nú sær hann beinanvegin tað, ið Gina var so bangin fyri. Frank er mafiosur og frammanund- an hevur hann tikið allar biðlarnar hjá Ginu undir sínar brotsmannaveingir. Frank fær skjótt gott eyga á Michael, men veruligi ovastin í familjuni er gud- faðirin Vito (Burt Young). Hetta hevur við sær at Frank má krevja onkrar smærri tænastur av Michael. Og, júst sum Gina hevði væntað, so er Micha- el longu í ferð við at rein- vaska mafia-pening gjøg- num uppboðsøluhús sítt. Og samstundis gerst hann kendur sum mafiosurin Mickey Blue Eyes úr Kan- sas City. Tað gerst støðugt meiri trupult at venda aftur til sína vanligu lógligu tilveru - hetta er uttan iva serliga orsakað av at Michael í einum óhappi drepur psykotiska son Vito, Johnny. Og tá Vito fær at vita, at Michael hevur dripið son sín, fær Frank uppgávuna at revsa og beina fyri Michael. Men Frank hevur als ikki hug at gera av við sín egna verson. Mickey Blue Eyes Dave Á TV3 leygarkvøldið kl. 20.00 Sigourney Weaver er í leiklutinum sum forsetafrúan Michael Felgate (Hugh Grant) og Frank Vitale (James Gran Michael Felgate (Hugh Grant) er skotin í tí vøkru Ginu (Jeanne Tripplehorn), men fleiri forðingar gera seg galdandi FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Frumsýning Fríggjadagin 29.10. kl. 2030 Fríggjadagin 29.10. kl. 2300 Leygardagin 30.10. kl. 2030 Leygardagin 30.10. kl. 2300 Sunnudagin 31.10. kl. 1930 Sunnudagin 31.10. kl. 2200 Skúlasýningar verða fyriskipaðar Fríggjadagin 29.10. kl. 1945 Leygardagin 30.10. kl. 1945 Sunnudagin 31.10. kl. 1900 Fríggjadagin 29.10. kl. 2230 Leygardagin 30.10. kl. 2230 Sunnudagin 31.10. kl. 2130 Fríggjadagin 29.10. kl. 1830 Leygardagin 30.10. kl. 1830 Sunnudagin 31.10. kl. 1730 Hýruvognsførarin, Max, er vælnøgdur. Hann hevur júst koyrt eitt viðskiftafólk skjótasta vegin, og hon hevur kvittað við einum smíli – og sínum viðskifta- korti. Næsti túrurin tykist eins lovandi. Vincent skal ferðast umvegis L.A., og áðrenn hann fer víðari við flogfarinum, skal hann vitja fimm vinir, so hann tekur bilin fyri alla náttina. Tað kundi verið ein av teimum heilt góðu túru- Collateral – TAXI DRIVER Stórt úrval av DVD-filmum til sølu num, var tað bara ikki, tí líkið av einum av hesum fimm vinunum hjá Vin- cent brádliga lendir á bili- num. Vinur er kanska dek- an ov nógv sagt, tí skjótt stendur fast, at hesi fimm eru offur, sum leigudráps- maðurin, Vincent, skal rudda av vegnum. Tey eru øll fimm vitni í einum sakarmáli móti ein- um narkodrápsmanni. Max er júst vorðin sam- sekur í morði, og ger hann ikki júst soleiðis, sum Vin- cent sigur, verður hann skjótt sætta offurið. Max hugsar sum óður um, hvussu hann skal steðga drápsmanninum, sam- stundis sum hann sjálvur sleppur livandi burtur úr øllum hesum. Í leiklutunum síggja vit millum annað Tom Cruise sum ískalda drápsmannin og Jamie Foxx sum sum hýruvognsføraran. Micha- el Mann hevur leikstjórn- að filminum. P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. C M Y K 39 38