Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Klokkurklárar avtalur millum pol­ it­ik­arar eru til at bróta, tað er sjón fyri søgn. Ta fyrstu breyt Sonja... Sonja Jógvansdóttir vil eftir øllum at døma ikki finna seg í, at ein klokkuklár av­tala, sum hon hev­ur gjørt við løgmann, verð­ur brotin. Tað skilja vit sjálvandi væl. Tí gert tú eina av­talu, so skal hon sjálvandi halda. Ella soleiðis átti tað at verið. Hesaferð er tað um fakfelagsgjaldið, sum Sonja Jógvansdóttir vil hava, at fak­fel­ags­ lim­ir skulu sleppa at draga frá í skatti. Men hon hev­ur ikki hugsað um, at millióningar so eisini fáa hendan skattalættan, sum sambært onkrum politikarum kost­ar sam­ fel­ag­num yvir 40 milliónir krón­ur. Men tað var so prísurin, sum Aksel V. Johannesen skuldi gjalda fyri at fáa at­ kvøð­una frá Sonju Jógvansdóttur at fáa fiskivinnunýskipanina samtyka í Løg­ting­i­ num fyri jól. Andstøðan er í øðini inn á hend­an hand­il­ in, og nú eru eisini fleiri tingfólk í sam­gong­ uni sum kvaklast við, tí tey halda tað als ikki vera rímuligt, at øll skulu sleppa at draga fak­felagsgjaldið frá í skattinum. Hetta er alt politikkur. Sonja skal hava síni mál, og hon skal hoyrast og leggjast til merkis – og tí skal hon í heilum taka løg­mann og alla samgongu gísla – sum hon gjørdi í hesum máli. Uttan iva er tað orsøkin til, at samgongan hev­ur gjørt avtalu við Sjálvstýrisflokkin bæði um fíggjarlógina fyri í ár og pen­sjóns­ ný­skip­an­ina. At Aksel so er hoknaður í eini veikari løtu, og heldur ikki hevur hugsað um, at tey vælbjargaðu, sum eitt nú hann sjálvur og Sonja, ikki hava fyri neyðini at fáa hendan dýra og fyri teirra viðkomandi óneyðuga skatta­lættan. Men skal tað so merkja, at øll 15, sum eftir eru í samgonguni skulu atkvøða fyri upp­ skot­inum hjá Sonju? Um vit skulu tosa um brotnar politiskar av­talur, so man Sonja Jógvansdóttir standa rættiliga ovaliga á listanum. Hon hev­ur ikki bara brotið avtalu við løgmann og Javn­að­ ar­flokk­in – men við yvir 1.000 veljarar hjá Javn­að­ar­flokk­inum. Glantrileikurin í Løgtinginum – og ikki minst í Javnaðarflokkinum – kann valla blíva størri – so tað undrar ongan, um eisini hendan avtalan verður brotin. Tillagast má hon so í øllum førum, um nakað skil skal vera í. – Eg vóni at vit finna eina loysn í dag ella í morg­ in, so skipini fáa sent fiskin, sum er land­að­ur her í Bay Robert, heim til Føroyar. Jógvan Hansen frá JFK og formaður í Før­ oya Ráfiskakeyparafelag, er sjálvur í Kanada. Hann sigur, at skipini hava landað og landa í dag. Fisk­urin er á einari tollgoymslu, men hig­ar­ til hava kanadisku heilsumyndugleikarnir ikki vilj­að givið fiskinum eina heilsuváttan. Heilsuváttanin skal til, tí fiskurin skal inn­flyt­ast til Føroyar. Eftir nýggju lógini um fyri­sit­ing av sjófeingi skal hesin fiskurin um før­ oyskan bryggjukant. Fimm línuskip veiða kvotuna. Í fjør landaðu tey á einari fransk­ari oyggj, men tá var ongin trup­ul­leiki at fáa heilsuváttan. Nú er tað í Kanada og nú vilja mynd­ug­leik­ar­ nir ikki skriva heilsu­vátt­anina. – Men eg haldi vit hava funnið eina loysn. Kanadisku myndug­leikarnir gjørdu tað sama fyrr, men tá var eitt annað skjal brúkt. Nú er bara spurningurin um føroyska Heilsufrøðiliga Starvs­sovan fer at góðataka hetta skjal­ið, sigur Jógvan Hansen. Hann leggur afturat, at nógv fólk arbeiða fyri at finna eina loysn. Keypti løgmaður Sonju fyri 40 milliónir? Fáa ikki fiskin heim til Føroyar fLEMISH CAP Les eisini blaðið á telefonini Gott hetta og góðan handan Høgni Djurhuus baksíðan Kanny Sambleben: Part­ur av tón­leika­ søguni farin um sýn Siðsøga síða 24 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Seinastu árini hevur nógv verið kjakast um, hvørt tað er rætt, at fólk sum eru í fullum starvi sum borgarstjórar eisini kunnu røkja starvið sum tingfólk. Annika Olsen, fyrrverandi lands­stýr­is­ kvinna í kommunumalum, hevur havt upp­ skot á tingi um nokta borgarstjórum at røkja ting­starvið umframt. Men semja fekst ikki um tað uppskotið. Annika Olsen er tó enn sannførd um, at ert tú borg­arstjóri, so skalt tú ikki sita á tingi sam­stundis, og tí er hon farin í farloyvi úr Løg­ting­inum, so leingi hon er borgarstjóri í Havn. Miðflokkurin hevur nú lagt upp­skot­ fyri løg­ting­ið, sum broytir kommunuvallógina so­leið­is, at tað ikki skal vera upp til ein meiri­ luta í eini kommunu at gera av, um borg­ar­ stjóri kann røkja tingstarvið ella ikki. – Tey fólkini, sum velja ein borgarstjóra á ting­vali, gera tað fult vitandi um, at við­kom­ andi er borgarstjóri, og tí fer at hava tvey fólka­vald størv, um hann verður valdur. Tí er tað at gera seg inn á teirra val, um ein meiriluti í einum kommunustýri noktar teirra umboði sæti á tingi, sigur flokkurin sum grundgeving fyri uppskotinum. Fýra fulltíðarsettir borgarstjórar vóru í tinginum, sum varð mannað eftir seinasta løgtingsval. Kommunustýrini í Vestmanna, í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn hava givið sínum borgarstjóra loyvi eisini at røkja tingsessin. Men eftir kommunuvalið tók ann­að ting­ fólk við borg­ar­stjóra­sess­inum í Havn, Annika Ol­sen. Hon er púra ósamd við menninar í hes­um máli og er farin í far­loyvi sum løg­ tings­kvinna so leingi hon er borg­ar­stjóri. Vit kunnu siga, at munur er á kvinnum og monn­um í slíkum føri. Menn hava nóg mikið í sær sjálvum, kvinnur víkja fegnar sætið og lata onnur sleppa framat. Miðflokkurin vil hava borgarstjórar á Løgtingi Onkur heldur kanska, at Annika Olsen er maktfullkomin. Men munurin á monnum og kvinnum – sum eru borgarstjórar og vald á ting – er, er menninir partú vilja sita á øllum valdinum, meðan kvinnan hevur nóg mikið við einum sessi og einari løn 19. januar 2018