hósdagur 18. januar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
4
Vit eru mangan illa bankaði av ringum
veðri og vit hava mangan havt summar,
har kalendarin hevur víst eitt, men veðrið
nakað heilt annað.
Í fjør høvdu vit eitt gott summar og
veturin hevur – við undantøkum – verið
ómetaliga góður. Hesir seinastu dagarnir
við kava, sól og stilli gera, at tað er stuttligt
at búgva her í Føroyum -sjálvt um veturin.
Tað gonur móti ljósari tíðum, dagurin
er longdur við meira enn einum tíma.
Samfelagið er so smátt komið upp í
ferð aftur. Á Flemish Cap fáa línuskipini
nógvan fisk og uppsjóvarskipini veiða av
stóru svartkjaftakvotuni.
Undir Føroyum fáa trolararnir eitt
sindur av upsa aftur og hinir fáa nakað av
hvítum fiski, tó ikki tær stóru nøgdirnar.
Bakkafrost segði 150 fólkum upp
herfyri, men eftir øllum at døma er hetta
fyri eina stutta tíð.
Góða gongdin sæst eisini aftur í
politiska lívinum. I hesum døgum verður
arbeitt við pensjónsskipanini, sum fyrst
og fremst skal tryggja búskaparliga hald
førið fram í tíð.
Men pengar verða eisini brúktir her
og nú.
Íløgur verða gjørdar í nýtt Barnaheim.
Onki er at ivast í, at neyðugt er vð einari
slíkari íløgu.
Føroyar eiga at vera eitt gott land at
búgva í. Um tað ikki er tað, so er tað okkara
egna skyld. Okkara land og tað sum hartil
hoyrir,, eigur lættliga at lívbjarga 50.000
fólkum, bæði so og so.
Tað sum vit eiga at fara at kanna hjá
okkum sjálvum er heldur, um vit hava
innrættað okkara samfelag so skilagott,
sum til ber.
Vit eiga at minnast til, at flestu okkara
hava danskar útbúgingar og eru lærd, at
danskar skipanir av øllum handa slag eru
millum heimsins bestu.
Hetta fær okkum sjálvandi til fyrst at
hyggja at, hvussu ymiskar skipanir verða
gjørdar í Danmark. Danmark hevur meira
enn 100 ferðir so nógv fólk, sum vit eru í
Føroyum, so tað er greitt, at teirra skip
anir eru størri.
Tí er tað ikki altíð rætt hjá okkum bara
at skala skipanirnar niður og so siga, at
tær hóska líka væl til 50.000 fólk.
Okkara embætisverk og ráðgevarar
gera sjálvandi teirra besta, men tað er ikki
altíð nóg gott. Viðhvørt eiga vit heldur at
fara upp í helikjoptarin og hyggja úr erva,
hvussu støðan er.
Nógv dømi eru um, at trupulleikar
eru loystir og at ting virka, uttan at
forkromaðar skipanir eru gjørdat at stýra
og hava eftirlit við.
Sjálvandi skulu vit ikki fara fram eftir
fummum og ikki hava eina ætlan, men
viðhvørt kunnu vit gera, sum vinnan
mangan ger, at byrja við úrslitinum og so
gera leiðina til úrslitið so einfalda sum
møguligt.
Jú, lætt at siga, men
alvorliga haldi eg, at vit
eiga at gera ting so
edinfalt sum tilber.
Hetta er galdandi á
flestu økjum. Bara
vit eftirmeta og ikki
gera somu mistøk
fleiri ferðir.
Hitt, sum eg havi
ein varhuga av at vit
gera, er at ganga við
reim og seðlum áðrenn
vit byrja at arbeiða.
Tá kemur ofta lítið burt
urúr.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Í næstu sending hjá Tóri verur vitja á reinsarínum,
sendingin nevnist Við Tóri á snóri, síðan vitjar
hann ein bónda tað er Við Tóri í flóri og til endan vitjar hann
Mannskórið í sendingini Við Tóri í kóri.
A-landsliðið í hondbólti
tapti allar tríggjar
dystirnar í HM-
undankappingini í Italia
Tríggir journalistar
hava kært uppsøgnina
av tíðindaleiðaranum
til Mentamálaráðið
Fólk í Skálafirði
klaga um, at nú skola
spreingitráðir eisini upp á
sandin har.
Sunnunáttina skrivaði
Føroya Pedagogfelag og
Fíggjarmálaráðið undir
nýggjan sáttmála og
verkfallið bleiv avlýst.
Stormur var um landið
sunnudagin. Ein oljubátur
sleit í Klaksvík og ein
takdúkur á Bovlinghøllini
á Hálsi fór.
Eldur kyknaði
í virkinum hjá
Bakkafrost á Glyvrum,
men gjørdi lítlan skaða.
Rættarmálið móti gomlu
leiðsluni í Eik Banka
byrjaði í Føroya rætti
mánadagin
Kristin Michelsen
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir krónur skal nýggja
Barnaheimið í havn kosta.
60
Kristin Michelsen hevur verið borgarstjóri
á Tvøroyri síðani 2001 og løgtingslimur
síðani 2011. Hann fekk 87 atkvøður á
kommunuvalinum í 2000, uppstillaður fyri
lista D. Hann fór í meiriluta við lista A og
B og helt soleiðis Javnaðarflokkinum frá
valdinum.
Á kommunuvalinum í 2004 stillaði hann upp
fyri Javnaðarflokkin og fekk 225 atkvøður.
Í 2008 fekk hann 298 atkvøður, í 2012 239
atkvøður og í 2016, tá hann stillaði upp á
egnum borgaralista, fekk hann 297 atkvøður.
Á løgtingsvalinum í 2011 fekk hann 393
atkvøður og í 2015 302 atkvøður.
Visti tú?
Dagurin er vorðin
ein tíma longri síðani
stytsta dag.
Sæð á Facebook:
Á donskum eitur
sendingin TorTur.
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3
til 8 m/s. Samdrigið og sólglottar
og ælaveður, lutvíst við kava
ella vátaslettingi. Hitin millum
frostmarkið og 3 hitastig, um
náttina niður í 5 kuldastig.
3-8 m/s
2-7 m/s
8-13 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Lot til andøvsgul av norðri og
landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum
lækkar í ein eystan og landsynning
og um náttina øtlar í stívt
andøvsgul, 10 m/s. Samdrigið
og okkurt æl, í støðum við kava
ella vátaslettingi. Hitin millum
1 kuldastig og 4 hitastig, um
náttina niður í 6 kuldastig.
Andøvsgul upp í ein strúk í
vindi av landsynningi, 8 til 13
m/s, sum um kvøldið hækkar
í ein landnyrðing. Skýggjað og
regn ella vátaslettingur. Hitin
millum 2 og 6 hitastig.