Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018 SOSIALURIN 8 29 Leiðari til Studna Hevur tú áhuga í at fyrisita lestrarstuðul? Søkt verður eftir leiðara til Studna, ið er fyrisitingarlig eind í komandi Undirvísingarstýrinum undir Mentamálaráðnum. Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at hava ábyrgd av dagligu leiðsluni og menning av fyrisitingini innan økið. Uppgávurnar í Studna eru at fyrisita lóg um lestrarstuðul v.m. herundir: • Stuðulsveiting til lesandi í Føroyum • Ferðastuðul til lesandi uttanlands • ÚSUN stuðul • Lánsafturgjalding Studni hevur umleið 8.000 virkin mál og árliga peningarenslið er í løtuni umleið 145 mió. kr. Starvið Leiðarin hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Studna við tilvísing til stjóran í Undirvísingarstýrinum. Leiðarin hevur m.a. ábyrgd av: • Fyrireika mannagongdir og býta arbeiðið innan fyrisitingareindina • Fíggjarstýring, roknskap og eftirlit • Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið • Samskifta við og ráðgeva hægri myndugleika • Tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • Starvsfólkaviðurskiftum • Aðrar uppgávur, sum verða lagdar til leiðaran Leiðarin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at bygnaður/mannagongdir eru í samsvari við reglur og nútímans krøv. Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava: • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • Áhuga fyri umsiting og leiðslu • Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og ella leiðsluútbúgving. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og tola møguligar bygnaðarbroytingar. Vit bjóða Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjølbroytt starv í støðugari menning og í einum góðum arbeiðsumhvørvi Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar Setanar- og lønartreytir Starvið verður lønt sum deildarleiðari 2 eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF, AKF ella avvarðandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvískvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. februar 2018. Starvið verður at seta 1. mars 2018 ella eftir nærri avtalu. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 55 50 10. Studni er fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum undir Mentamálaráðnum, og starvast 6 starvsfólk innan økið. Nærri kunning um Studna fæst á heimasíðuni www.studni.fo. Undirvísingarstýrið er nýggj fyrisitingareind undir Mentamálaráðnum, sum er við at verða skipað. MENTAMÁLARÁÐIÐ DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á