hósdagur 18. januar 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JANUAR 2018
SOSIALURIN 8
32
Gott hetta og góðan handan
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
G
ott nýggjár! Tað
hava vit hoyrt
oftari enn tvær
ferðir um dagin
síðani, ja, nýggjár.
Og vit hoyra og
siga tað enn. Og
tað danska í líka
máta.
Nøkur halda,
at tað er ein staðfesting. At árið er
longu nú og verður gott alt árið.
Enn eitt gott ár. Tað er ein misskilj
ing. Gott nýggjár er eitt ynski, ein
ynskidreymur, um tú vilt.
Eitt ynski um, at nýggja árið
verður gott hjá tí, tú sigur gott
nýggjár við. Tað verður ikki gott hjá
øllum, men sama ger. Eitt lortaár
hjá summum.
Men vit ynskja so nógv, góðan
dagin, tillukku, væl gagnist, sov
væl, góða eydnu, Jesus fylgi tær,
gott veður, ynskini eru nógv.
Staðfestingarnar koma aftaná.
Um dagurin var góður, um
maturin gagnaðist væl,
um Jesus var við á ferðini,
ella bara endurskin ella
trygdarbelti.
Nøkur ynskja ikki
bara gott nýggjár, men
takka eisini fyri tað
farna, fyri tað gamla,
hóast tað er ein ella 19
dagar gamalt, og hóast einki er at
takka fyri.
Men tað er eisini fólkaligt at
siga gott nýggjár við fólk, eisini
tey, tú ikki kennir. Bara tey
ikki taka tað sum ein sann
leika, tí hann er illa
dámdur. Men eitt
ynski ber altíð til
at svølgja.
Eitt hug
skot er, at
tá ein sig
ur gott nýggjár, so er tað galdandi
fyri alt árið. So slepst til dømis
undan at siga góðan dag minst 365
ferðir. Tað kallast rationalisering,
sparing, eina ferð fyri allar í eitt
heilt ár.
Vit brúka so nógv tóm orð. Tosa
bara fyri at tosa. Í einum sangi
verður sagt, at ”eg átti milliónir,
vóru tárini gull.”
Hetta kann lættliga umyrkjast:
”eg átti milliardir, vóru orðini gull.”
Nøkur orð eru gull. Men verri
enn so øll. Ikki milliardir, bara nøkur
hundrað túsund í mesta lagi.
Orð verða brúkt sum ífylla.
Platon segði longu tá fyri knappliga
2500 árum síðani, at tann vísa (og
vísi?) tosar bara, tá hon(hann)
hevur okkurt skilagott at siga.
Skulu vit øll tosa líka nógv sum
hini gera, var samdøgrið alt ov stutt
til fundir. So tað er bara óført, at øll
ikki siga so nógv.
Og onkur hugsar í staðin fyri at
tosa og tosa og tosa.
Taka vit so skrivingina í sonevndu
sosialu miðlunum, sum ikki eru í
verkfalli, hóast har er harðliga brúk
fyri stuðulspedagogum í hópatali,
so er ovboðið.
Nú fáa vit post tríggjar ferðir um
vikuna.
Men anda róliga. Nú fáa vit boð,
bólkadagføringar og fráboðanir
hvørt sekund alt samdøgrið. Og
post, teldupost, nógvar ferðir hvønn
einasta dag, eisini sunnudagar og
allar halgidagar.
Fólk tiga, meðan tey lesa, nøkur
gera.
Sagt varð, at tungur er tigandi
róður. Onnur siga, at tøgn er gull.
Men hatta er gamalt og farið. Tað
var tá.
Um tøgn er gull, eru óneyðug orð
rustað gamalt jarn fyri eina krónu
kilo.
Men tað vil fólk hava. Fólk vil
hava discount. Fólk eru noydd til
at vilja hava discount.
Øgilig neyð og undantaksstøða,
ófriðartíð var. Foreldur noyddust
at hava síni egnu børn. Fløktur ger
andisdagur. Ein kleppur um beinini.
Men nógvar ommur og abbar
vóru at gera verkbansrakt arbeiði.
Samhugaverkfall gomorgin (stað
festing). Eingin samhugi uttan við
egnum limum, sum fáa eitt laaangt
vikuskifti. Samhugaverkføll eru
altíð fríggjadag ella mánadag.
Eingi samhugi heldur hjá ar
beiðsgevarum við verkbanninum,
einki samhugaverkbann fráboðað
har.
Løgið, at kommunurnar ikki
hava ráð at geva námsfrøðingum
meira løn, tá tær hava ráð til dags
stovnapláss fyri einki. Fyri skatta
krónurnar hjá teimum, sum eingi
børn eiga.
Gott verkfall, gott verkbann, go
morin. Gott hetta og góðan handan,
so eru vit heilgarderað.
Høgni
Djurhuus
L
eygardagin klokkan 16
verður eykasýning av
skemtileikurin 'Allo 'Allo í
Løkshøll í Runavík. Tað er
Losjan Glotti í Gøtu, sum stendur
aftan fyri leikin, sum hevur verið
fram úr væl vitjaður - og ikki minni
umtóktur.
Úr Gøtu verður sagt, at eftir 26
útseldum sýningum í Losjuni við
Gøtugjógv og nú trimum útseldum
sýningum í Løkshøll, er nú allar
seinasta sýningin sett til sølu.
Tað er eykasýningin í Løkshøll
nú leygardagin klokkan 16.
- Fyrsta sýning var hin 29.
oktober, og siðan vóru fleiri sýn
ingar vikurnar eftir. Í desember
høvdu leikararnir ein steðg, og
síðan varð herjað á aftur longu 5.
januar. Higartil hava fleiri enn 3000
fólk sæð skemtileikin.
'Allo 'Allo er ein gamal kenn
ingur av heimsins pallum og sjón
varpsskíggjum. Jeremy Lloyd og
David Croft skrivaðu leikin í 1992
við støði í sjónvarpsrøðini, sum
gekk á BBC One í 1980-unum.
Nógv munnu minnast neyðars
kaféeigaran René Artois, sum í
krígsherjaða Fraklandi manrerar
millum týska og bretska hervaldið
við stolnum og fjaldum málningum
og pylsum.
Vápnaður við sjarmu roynir
René at gera hervaldinum, mót
støðurørsluni, konuni og elskar
indunum til vildar, men hetta er
sjálvsagt eingin løtt uppgáva, tá
kríggj og kaos setir dagsskránna.
Tað er Súsanna Tórgarð, sum
hevur leikstjórnað, og serstaka
pallin hava Nicolaj Falck og Klæm
int Isaksen bygt og sniðgivið.
'Allo 'Allo fyri
seinastu ferð