Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hervør pálsdóttir Tráðin Nónklett Kjak síða 10 Spar­ ing­ar sum at pissa í buks Kári thomsen Kjak síða 10 Mikro­ plast frá alivinnuni Nei, sandoyingar skulu einki av­ loys­ar­a­skip hava, tá Teistin ikki er tøkur. So einfaldur er politiski veru­ leik­in. Hvørki Brandur Sandoy ella Ger­hard Lognberg megnaðu at loysa ta uppgávuna, og tað gera Páll á Reynatúgvu og Jónleif Jo­hanne­ sen heldur ikki. Løgtingið vil ikki, at Strandferðslan skal hava av­loys­ar­ a­skip. Men hvørja ferð, at galið er við sand­oy­arferjuni, so hoyra vit somu plát­una umaftur og umaftur. Vit skilja væl, sera væl, at sand­ oy­ing­ar eru misnøgdir. Tí farleiðin um Skopunarfjørð er so sera um­ ráð­andi fyri oynna. Ikki bara tí at fólk skulu um fjrøðin til arbeiðis, men fyri alt lív í oynni, bæði vørur til oynna og vørur av oynni skulu ferð­ast um hesa farleið. So eru tað altjóða krøvini um trygd á sjónum sum gera, at tað ikki ber til at seta Ternuna í sigling um Skopunarfjørð á vetrartíð. Tað verð­ur trupult at seta seg ímóti tí – men sum skilst, so ber til at fáa und­an­tak. Men tá sagt verður, at tað er so trup­ult at fáa undantaksloyvi í úrtíð frá einum stovni, sum bara hev­ur opið gerandisdagar frá klokk­an 8 til 16, so skurrar. Tí hev­ur Sjó­vinnu­stýrið so stóran mynd­ug­ leika, so má stovnurin eisini vera til at fáa fatur á úrtíð. Vit skilja væl kravið um av­loys­ ar­a­skip – og skilja eisini væl, fólk úr øðrum plássum, eitt nú Nólsoy, arg­ast, tá tað gongur út yvir teirra farleið, at eitt nú Teistin fær sigl­ ing­artrupulleikar. Men tað skerst ikki burtur, at vit mugu hava eina tilbúgving, sum ger tað gjørligt hjá øllum at hava samband, hóast ólag er á onkr­um skipi. Og at Sandoyggin hev­ur ein serligan trupulleika, tí har búgva so nógv fólk, og at har eru so nógvur farmur at flyta, tað skilja øll – uttan politikararnir, sum skulu játta pengarnar til endamálið. Hjá teim­um er trupulleikin ikki so stórur, tað er bara at lata »sand­oy­ ing­ar grenja« – og so leggur tað seg aft­ur av sær sjálvum, hugsa teir helst. Tað krevur dirvi at sita við fíggj­ ar­ligu ábyrgdini. Tað skilja vit eisini. Men tað gongur ikki, at ein heil oyggj skal liggja í flutningsloysi, tí at ein bilferja er í ólagi. Har má okk­urt bráðfeingis kunna gerast, so fólk og farmur verða flutt um fjørð­ in kortini. Annað ber ikki til í 2018. Nyttar ikki bara at snakka Nýggi H-bygningurin er part­ur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Lands­sjúkrahúsinum. Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingj­ar­deildir, føði- og barns­burð­ar­deild, psyki­atr­ isk­an depil, hølir til sjúkra­ hús­upp­venjing og køk. Í kjallaranum verður tøkn­i­rúm til hitapumpur, seingja­vaski­sen­tral­ur, høv­ uðs­goymsla, parkering og rúm til burturkast. Saml­aða gólv­víddin er 14.500 fer­metr­ ar. Av samlaðu játtanini til Lands­sjúkrahúsið eru 4,0 mió. kr. settar av árliga til ym­iskt viðlíkahald. Soleiðis fer nýggi H-Bygningurin at síggja út Tað krevur meira enn orð at loysa flutningstrupulleikan Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingj­ar­deildir, føði- og barns­burð­ar­deild, psyki­atr­isk­an depil, hølir til sjúkra­hús­upp­venjing og køk Mikudagin 24. januar letur Mið­nám á Kambsdali dyrn­ ar upp á víðan vegg. Frá 17 til 21 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestr­ar­veg­leið­ar­ar og upp­ liva fjølbroytta lestr­ar­um­ hvørv­ið og góðu karmarnar á Kambs­dali. – Vit leggja stóran dent á góði og við­komandi kunn­ing og vóna, at komandi næm­ ing­ar og for­eld­ur teirra gagn­ nýta hend­an møgu­leik­an at vitja skúlan og hitta starvs­ fólk og næmingar á Kambs­ dali. Síðsta ár vitjaðu um 500 fólk tiltakið, og vónandi verð­ur undirtøkan eins góð í ár, sigur Páll Isholm, rektari. Skúlin bjóðar 6 ymiskar breyt­ir. Her eru bæði stu­ d­ents­út­búgv­ing­ar inn­an nátt­úru, mál og handil og yrk­is­útbúgving innan skriv­ stovu, handil og fyri­sit­ing, og serbreytin, ið er ætl­að ungum við serligum av­bjóð­ ing­um. Møguleiki er at søkja inn á allar breytirnar í ár, og um­ sókn­ar­freist­in er 15. mars. Opið hús á Kambs­ dali mikudagin Frá klokkan 17 til 21 mikukvøldið hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestr­ar­veg­leið­ar­ar og upp­ liva fjølbroytta lestr­ar­um­hvørv­ið og góðu karmarnar á Kambs­dali Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin