Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Glasir, Skúlin á Fløt­um og Mu­sikk­skúl­in fara at broyta ferðslu­við­ur­ skift­ini í vest­ urbýnum í Havn munandi Árni Gregersen Nýggju skúlarnir í vest­ur­ býn­um í Havn ella í Markna­ gili fara at gera eitt álvarsligt inn­triv í ferðsluna í Havn. Millum 1000 og 1500 bil­ar fara hvønn morgun at koma til skúlarnar, har teir ann­að­ hvørt seta næmingar av ella skulu parkera bilarnar. Hesin veruleikin hevur í drúgva tíð verið ein stór av­bjóð­ing fyri Teknisku deild hjá bý­ráð­num í Havn, men loks­ins eru tey komin á mál við eini ætlan, sum eft­ir teirra metingum fer at gera, at ferðslan – serliga um átta-tíðina hvønn ger­an­d­is­ morgun – fæst at glíða skila­ gott og trygt. Grundleggjandi verða seks ljós­kurvar – ella ferðslu­ vitar – settir upp og veg­ir verða gjørdir kring skúl­ar­ nar, sum tryggja at børn og næmingar annars kunnu ferð­ast trygt í økinum. – Vit halda vit eru komin á mál við einari skipan, sum virk­ar skilagóð og trygg, og sum kann fáa ferðsl­una at glíða skynsamt hvønn morg­ un, sigur Heini Eyst­ur­oy frá tekn­isku deild hjá bý­ráð­num í Havn. Skúlar og handil Umframt at tríggir skúlar, mið­námsskúlin Glasir, fólkaskúlin Skúlin á Fløtum og Mus­ikskúlin, verða bygdir á ein­um øki, sum meira ella minni hongur saman, so verður eisini ein handil bygdur við innkoyring frá Marknagilsvegnum. Afturat handlinum Bónurs, so verður inn­koyr­ ing­in til Glasir eisini frá Markn­a­gilsvegnum, meðan inn­koyringin til hinar báðar skúl­ar­nar fyrst og fremst er frá Landavegnum. Frá Marknagilsvegnum eru tríggir ferðsluvitar, sum leiða ferðsluna inn á skúla­ økið. Roknað verður við, at tá ið tað snýr seg um Glas­ir hava bæði lærarar og næm­ ing­ar bilar. Tað vil siga, at har er roknað við, at neyðugt er at gera 450 parkeringspláss nær­indis skúlanum. Tá ið tað snýr seg um Skúlan á Fløtum verður ikki mett, at brúk verður fyri so nógv­um parkeringsplássum. Har verða umleið 70 lærarar og starvs­fólk, sum møguliga hava bilar við, meðan meira verð­ur hugsað um, at tað verð­ur lætt og trygt hjá for­ eldr­um at seta børnini av við skúl­an. Trygg avseting Eitt breitt vegastrekki verður sett av, har børnini sleppa und­an at fara tvørtur um vegin fyri at fara til í skúlan, og vegurin er so breiður, at bæði gongubreyt og súkklu­ breyt eru báðumegin við. Vegføringin verður gjørd soleiðis, at foreldur, sum hava set børn av, lætt­liga kunnu koyra til eina rund­ koyr­ing og koyra útaftur á Land­a­vegin, men tey kunnu eis­ini velja hina loysnina og velja at koyra út á Markn­a­ gils­veg­in. Øll sum hava arbeitt við loysn­ini vita, at ferðslan verð­ur nógv og tí er longu nú av­gjørt, at í fólkaskúlanum er møtitíðin klokkan átta hvønn morgun , meðan hon verð­ur 10 minuttir seinni á Seks ljóskurva ferðsluni í Mar Glasir, Skúlin á Fløt­um og Mu­sikk­skúl­in fara at broyta ferðslu­við­ur­skift­in Eitt breitt vegastrekki verður sett av, har børnini sleppa und­an at fara tvørtur um vegin fyri at fara til í skúlan, og vegurin er so breiður, at bæði gongubreyt og súkklu­breyt eru báðumegin við