Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. januar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Vit eiga at geva fólki eina gul­a­rót fyri at verða limur í ein­um fakfelag, tí týdn­ingurin av at hava ein vælskipaðan ar­ beiðsmarknað er so stórur, at hann kann ikki yvirmetast Áki Bertholdsen – Tað hevur so stóran týdn­ ing fyri eitt samfelag, at hava ein vælskipaðan ar­beiðs­ markn­að, at tað kann sle­tt ikki yv­irmetast. Tað er orsøkin til, at Sonja Jógv­ansdóttir nú hevur lagt upp­skot fyri Løgtingið um at limir í fakfeløgum skulu sleppa at draga limagjaldið til fak­felagið frá í skatti. Tryggjar eitt støðugt samfelag Hetta er eitt hjartamál hjá henni, tí hon staðfestur, at kanska meiri enn nakað ann­að, er ein vælvirkandi arbeiðsmarknaður við til at leggja samfelagið í eina trygga legu og tí eiga vit at geva fólki eina gularót fyri at verða limur í fakfeløgum. Samstundis verða løn­ tak­ar­ar og arbeiðsgevarar javn­settir, tí arbeiðsgevarar sleppa at draga limagjaldið til ar­beiðs­gevarafelagið frá í skatti. Tað er eisini vanligt í lond­ unum rundan um okkum, at fólk sleppa at draga lima­ gjaldið til fakfeløg frá í skatti, leggur hon afturat. Er sinnað at hjálpa til Fleiri tinglimir í samgonguni hava reist spurningin um, hvat hetta fer at kosta landið og kommunum í mistum inn­tøkum og at hetta er ein spurn­ing­ur, greiða má fáast á. Fíggjarmálaráðið metir, at tað fer at kosta minst 40 mill­ i­ónir krónur, men sjálv met­ ir Sonja Jógvansdóttir, at tað fer at kosta einar 20 milliónir krón­ur. Hon sigur, at tað met­ing­ ina byggir hon á samrøður við nógv fakfeløg og á hetta kunnleika annars til fak­fel­ ags­ar­beiði. – Tað verða neyvan øll fak­feløg, sum fara at gera brúk av hesum møgu­leika­ num, tí øll eru ikki so væl skip­að. Og samstundis vita vit, at eini 20 prosent av løn­ tak­ar­u­num eru ikki limir í ein­um fakfelag, sigur hon. Men hon ásannar, at í roynd og veru vita vit ikki, hvat tað fer at kosta, fyrrenn vit hava roynt skipanina í eina tíð. Fleiri tinglimir í sam­gong­ uni krevja skal ætlanin hjá Sonju Jógvansdóttir sett í verk, skulu tilsvarandi spar­ ing­ar finnast aðrastaðni í fíggj­a­rlógini. Sonja Jógvansdóttir sig­ ur, at er tað treytin, skal hon gleð­i­liga hjálpa samgonguni at finna pengarnar. Hon sigur, at tað er nóg mikið av pengum til í landi­ num, sum kunnu skattast. Eitt nú heldur hon, at al­i­ vinn­an tolir saktans at rinda hægri avgjald fyri at fáa ser­ rætt til at brúka firðirnar til al­ing. Hon heldur eisini, at hægri skattur kann leggjast á teir heilt høgu inntøkurnar. Tað ber eisini til at hækka parta­fel­agsskattin, tá ið av­ lopið fer upp um eitt ávíst. – Er tað neyðugt at útvega meiri pening, skal tað verða ein lítil løta at finna út av tí, legg­ur hon afturat. Ikki blandast saman Fleiri tinglimir reisa eisini spurn­ingin um, hví eisini fólk við góðari løn skulu fáa ein skattalætta, og um tað ikki hevði verið betur at givið teim­um lægstløntu ein lætta, held­ur enn bara limunum í fak­feløgunum. – Er samgongan eisini sinn­að at geva teimum lægst­løntu ein lætta, kann hon saktans gera tað kortini. Tað eig­ur ikki at blandast upp í hetta málið, sigur Sonja Jógv­ans­dóttir. Men hon sigur at hetta við fak­fel­ags­gjaldinum er nevni­liga ikki eitt sosialt til­ tak, tí endamálið er at eggja fólki til at vera limur í einum fak­felagið og at javnseta løn­ tak­arar og arbeiðsgevarar, tí ar­beiðs­gevarar kunnu draga lima­gjald­ið frá. Tað er eisini orsøkin til, at eisini fólk við góðari løn skulu fáa hendan frádráttin. Men hon heldur, at skal eitt mark setast, er markið ALS setir, hóskandi. Hjá Als er tað markið ásett, at fólk rinda ikki gjald til als av inn­ tøku yvir 650.000 krónur. Og er tað ein treyt, at mark skal setast, er tað hóskandi at siga, at fólk, sum hava yvir 650.000 krónur í løn um ár­ ið, skulu ikki fáa hendan frá­ dráttin. Nú fáa tey møguleikan Annars sigur Sonja Jógv­ans­ dóttir, at hon hevur gjørt eina avtalu við løgmann um hetta, men í teirri avtaluna hev­ur aldrin verið tosað um nak­að mark. Kortini hevur hon av sínum eintingum sett tað mark í, at ongin skal fáa hægri frádrátt enn tað, sum svarar til tvey prosent av eini verk­a­mannaløn. Hon vísir annars á, at tá ið Javnaðarflokkurin, Tjóð­veldi og Framsókn, sótu í and­ støðu, tóku tey undir við, at limir í fakfeløgunum skuldu sleppa at draga limagjaldið frá í skatti – og tá var einki mark ásett yvirhøvur. – Nú fáa tey so høvið til at vísa í verkið, at tey ikki eru rák­snúgvingar, sum meina eitt tá ið tey sita í andstøðu, men meina tað beint øvugta, tá ið tey sita í samgongu, sig­ ur Sonja Jógvansdóttir. Sonja Jógvansdóttir hev­ur ongantíð vilja sagt, hvørj­ar avleiðingar tað fær fyri hennara stuðul til sam­ gonguna, verður hetta felt. – Tað er ikki nakað, eg hugs­ið um, tí eg vænti av­ gjørt, at avtalur verða hildn­ ar, og eg arbeiði sum um at avtalan verður hildin, sigur Sonja Jógvansdóttir. PENGARNIR SKULU FINNAST Verður hetta sett í verk, skal tað gerast for­ svar­liga, og tað merkir, at pen­garnir skulu finnast onk­ustaðni Áki Bertholdsen – Eg havi ikki gjørt nakra avtalu við Sonju Jógv­ans­ dóttir, og eg havi heldur ikki biðið um hetta. Í so máta er hetta ikki mítt problem. Men skal tað gerast, skal tað ger­ ast forsvarliga. Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Fram­sókn, og forkvinna í Fíggj­ar­nevndini hjá Løg­ ting­inum, er rættiliga iva­ som um uppskotið, Sonja Jógvansdóttir, Løg­tings­ kvinna, hevur lagt fyri Løgtingið um at limir í fak­fel­ øg­um skulu sleppa at draga lim­a­gjaldið til fakfelagið frá í skatti. Ruth Vang sigur, at tað eru nógvir leysir endar í upp­skot­inum, og tað vil hon hava greiði á, áðrenn talan kann verða um, at hon tekur und­ir við tí. Trý ivamál Tað eru serliga trý ivamál, Ruth Vang vil hava greiði á áðr­enn hon kann taka støðu í mál­inum. Tað fyrsta ivamálið, hon vil hava greiðu á, er, hvat hetta fer at kosta. – Tað eru rættiliga stór ó­vissa um, hvat hetta fer at kosta staðfestir Ruth Vang. Hon sigur, at fyrstu ferð, upp­skotið varð lagt fram, vóru ongar avmarkingar, og tá metti Sonja Jógvansdóttir, at tað fór at kosta sjey mill­i­ ónir um árið. Men nú metir hon, at kosta 20 milliónir um árið, hó­a­st ein grundleggjandi av­marking er sett í, og tað er at ongin skal sleppa at draga meiri frá í skatti enn tað, sum svar­ar til tvey prosent av eini verk­a­mannaløn. Tað svarar til ein frádrátt upp á góðar 5000 krónur um ári. Hinvegin hevur Fíggj­ar­ mál­a­ráð­ið roknað seg fram til, at hetta fer at kosta minst 40 milliónir krónur, og Ruth Vang hevur størri álit á teim­um útrokningunum enn teimum hjá Sonju Jógv­ ans­dóttir. – Óvissan um, hvat hetta fer at kosta, er so stór, at tað er neyðugt at fáa hetta út­ grei­nað, so at vit yvirhøvur vita, hvat vit taka støðu til, sigur Ruth Vang. Annað ivamálið, for­kvinn­ an í fíggjarnevndini vil hava greiði á, er, um komm­un­ urnar eru sinnaðar at rinda sín part av tí, hetta fer at kosta í mistari skatta­inn­ tøku. – Verður hetta sett í verk, er tað nevniliga ikki bara land­ið, sum missur inntøkur, tí komm­unurnar missa eisini ein part, og vit vita ikki, hvørja støðu kommunurnar hava til tað, sigur Ruth Vang. – Tað er ein ógvuliga við­ koma­ndi spurningur. Eru komm­unurnar ikki sinnaðar at rinda sín part, er tað lands­kassin, sum kemur und­ir allan missin, leggur hon afturat. Og triði spurningurin, Ruth Vang vil hava greiði á, hvussu hetta skal fíggjast. – Tað er ein greið avtala í sam­gonguni, at alt, vit seta í verk, skal fíggjast. So skal limagjaldið til yrkisfeløg drag­ast frá í skatti, skulu vit so­statt finna fíggingina til tað. Tað merkir, at sostatt skulu vit finna tilsvarandi spar­ingar á fíggjarlógini, ella skulu skattir og avgjøld hækk­ast tilsvarandi, tí hetta skal ikki føra til, at út­reiðsl­ ur­nar á fíggjarlógini, veksa, stað­f­estir Ruth Vang. – Í samgonguni mugu vit lúka tey krøv, vit hava sett okk­um sjálvum, leggur hon Ein gularót fyri a limur í einum fak Hetta er ein spurningur um at eggja fólki at vera limur í einum fakfelag, tí tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri samfelagið. Endamálið er eisini at geva løntakarum sama rætt sum arbeiðsgevarum, sigur Sonja Jógvansdóttir Hetta er ikki mítt problem