mánadagur 22. januar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. januar 2018 · Nr. 9
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
B36 ger sáttmála við 29 ára
gamla estiska áleyparan,
Kaimar Saag, ið áður hevur
spælt við danska Silkeborg
og eisini hevur 46 dystir fyri
estiska landsliðið.
Føroyar gera eitt
lítið afturstig á
heimsstyrkislistanum í
fótbólti. Nýggi listin sigur, at
Føroyar eru nummar 97 av
teimum 211 limalondunum í
altjóða fótbóltssamgonguni,
FIFA.
KÍ skrivar undir við nýggjan
kroatiska miðverjuleikara.
Hann er 28 ára gamal og
eitur Marko Dusak. Hann
fær tvey ára sáttmála og er
fjórði nýggi útlendingurin
hjá KÍ higartil í ár.
Víkingur styrkir um
verjupartin og ger
sáttmála við 32 ára
gamla nigerianska
miðverjuleiakran, Rasheed
Alabi. Hann hevur millum
annað spælt við Leixoes
í næstbestu deildini í
Portugal.
Landsliðið í borðtennis
fær nýggjan venjara, nú
29 ára gamli danin, Simon
Nykjær-Fisher, er settur í
starv at taka við eftir Peter
H. Niclasen, ið gevst sum
høvuðsvenjari.
Watford sigur venjaranum,
Marco Silva, úr starvi.
Hann er Premier League-
venjari nummar átta, sum
verður koyrdur frá í hesum
kappingarárinum. Nýggjur
venjari er Javi Garcia.
New England Patriots og
Philadelphia Eagles spæla
seg í Super Bowl, sum verður
spælt sunnukvøldið 4.
februar í U.S. Bank Stadium í
Minnesota.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Jamie Redknapp, viðmerkjari á Sky Sports,
er ikki í iva um, at Alexis Sanchez kemur
at rigga væl í Manchester United
Royndi spælarin hjá Real Betis, Joaquin, visti ikki heilt hvussu hann
skuldi orða seg, eftir Lionel Messi og FC Barcelona vunnu 5-0 í gjár
Tá tú spælir móti Messi, sum…
sum… sum. Ja, eg veit ikki hvat
meiri tú kanst siga um mannin
Sanchez er føddur til at spæla í United
og hann tolir trýstið, sum kemur við
at spæla við einum so stóru felagi
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Aksel Berg
Aldur: 22
Yrki: Amerikanskur fótbóltur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 15 minuttir
2. Boston
3. 3 stig
4. Lilla
5. National Football
League
6. Reytt
7. Jákup Gardar Joensen
8. Vince Lombardi-steypið
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu nógvar minuttir er eitt quarter í
amerikonskum fótbólti?
2 Úr hvørjum stati er New England Patriots frá?
3 Hvussu nógv stig fært tú fyri eitt field goal?
4 Hvønn lit er hjálmurin hjá Minnesota Vikings
5 Hvat er NFL ein stytting fyri?
6 Hvønn lit er flaggið, sum venjarin kastar, tá hann vil
hava dómaran at hyggja at endurtøku á sjónbandi?
7 Hvussu eitur føroyingurin, ið hevur verið á danska
landsliðnum í amerikonskum fótbólti?
8 Hvussu eitur steypið á myndini, sum vinnarin av
Super Bowl fær?
Myndin hesa vikuna:
Hvussu ofta hyggur tú at
amerikonskum fótbólti?
Kappingarárið er bara 17 vikur, so
eg hyggi hvørt sunnukvøld eftir
fleiri dystum í senn. Um eg havi
tíð, so hyggi eg eisini mána- og
hósnætur.
Hvat hevur sermerkt
kappingarárið í NFL í ár?
Alt ov nógvir stjørnuspælarir
skaddir; Aaron Rodgers, Odell
Beckham, J.J. Watt, Carson Wentz,
Deshaun Watson o.s.fr. Tó hevur
kappingin allíkavæl verið tætt og
spennandi.
Hvat hevur verið mest
óvæntað higartil?
At trý lið, uttan serliga góðar
quarterbacks, megna at koma í
hálvfinaluna (Vikings, Eagles og
Jaguars). Annars hava nógv lið
yvirraskað (Rams, Saints, Jaguars
og Eagles) og onnur hava verið
vónbrot (Giants, Buccaneers og
Raiders)
Hví blíva Patriots við
at vera so góðir?
Tí at teirra quarterback, Tom
Brady, hóast hann er 40, spælir
enn á hægsta støði. Hann er
besti amerikanski fótbóltsleikari
nakrantíð og ein maskina, ið ber
liðið fram.
Hvat kunnu vit vænta
av Super Bowl í ár?
Patriots koma at verða greiðir
favorittar, og eg vænti, at Tom
Brady kemur at spæla væl. Eagles
hava tó eina sterka verju, ið kann
seta trýst á Brady, og teirra álop
var
flúgvandi
í
hálvfinaluni.
Um alt gongur rætta vegin fyri
Eagles, so kunnu vit fáa ein sera
spennandi dyst.
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevði fleiri enn eina uppgávu, tá Team Klaksvík spældi á Hálsi leygardagin