týsdagur 23. januar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Atlitini eru mong, nú pensjónsviður
skiftini eru á breddanum.
Eitt er tað vanliga sjabbið um, at
andstøðan skal skjóta tað niður, sum
samgongan kemur við. Hetta kenna
vit, tí soleiðis er tað altíð í Føroyum.
Líkamikið hvør er í andstøðu og sam
gongu.
Lurtar tú eftir Fólkaflokkinum og
Sambandsflokkinum, so tykist við
hvørt sum um, at tað eru hesir flokk
ar, ið eru verjar hjá fólkapensjónini,
og at Tjóðveldi og serliga Javnaðar
flokkurin eru úlvarnir, sum vilja taka
hesa pensjón frá fólkinum.
Søgan um fólkapensjón í Føroy
um er gott 60 ára gomul.
Uppskotið um fólkatrygging, sum
tað tá nevndist, varð fyrstu ferð lagt
fram sum andstøðuuppskot frá Javn
aðarflokkinum í 1957. Tá sum nú var
eitt slíkt andstøðuuppskot skotið
niður. Ikki færri enn tríggjar ferð
ir í 1957 og 1958 varð uppskotið lagt
fram. Ta einu ferðina atkvøddi ein
sambandsmaður fyri. Tað var Georg
Lindenskov Samuelsen, sum hevði
sæti sum varamaður á tingi. Sam
bandsflokkurin átti løgmann, og Cry
on var ikki keisarans vinur tá.
Men málið um fólkatryggingina,
seinni fólkapensjónin, gav Javnaðar
flokkinum vind í seglini. Flokkurin
vann valið í 1958, fekk tríggjar
tingmenn
afturat
og
gjørdist
størsti flokkur, ein støða, hann
helt í 20 ár. Sambandsflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin tóku undir við
málinum, sum varð samtykt í 1959.
Nógv vatn er runnið síðani tá, og
nógvir flokkar munnu halda seg eiga
part í fólkapensjónini, og so eigur
sjálvandi at vera. Men tað hevði sømt
seg betur, at flokkar stóðu saman um
eina pensjónsnýskipan, heldur enn
destruktivt at skjóta alt niður.
Tí sjálvandi eru allir flokkar
samdir um fólkapensjónina. Øllum
er greitt, at vit liva so mikið nógv
longri í dag, at skulu vit samanbera
pensjónsaldurin, so skal hann hækka
upp á kanska 77-80 ár, um støðan skal
vera tann sama sum í 1958 – at miðal
livialdurin er fýra ár hægri enn pen
sjónsaldurin. Tað gongur sjálvandi
ikki.
Tryggingarstjórar vena seg eisini
um, at uppskotið sigur, at privata
pensjónin »bara« skal vera 12 prosent
og ikki 15. Katastrofa, halda teir.
Her er ætlanin, at Samhaldsfasti
skal styrkjast tilsvarandi. Men trygg
ingarfeløg fáa einki úr Samhalds
fasta, sum letur alt til fólkið. Har
er einki umsitingargjald og eingin
millumrokning og eingin annar, sum
skal tjena pengar upp á pensjónina.
Fólkið fær allar pengarnar. Vit kunnu
spyrja, hví ikki styrka Samhaldsfasta
enn meira? Og hví ikki lata fólksins
pengar arbeiða meira í Føroyum?
Pensjónin eigur ikki at vera eitt
stríðsmál á tingi. Ósemjurnar eru í
veruleikanum kávalótir og symbol
politikkur.
Takið tykkum saman og gevið
okkum eina virðiliga skipan – eins og
teir kláraðu fyri 60 árum síðani!
Tingfólk – speglið tykkum
í politikarunum frá 1958
Pensjónistar ella trygging
Ivast í
at byggja
barna
heim
Tíðindi síða 12
Jón
svein A.
Rasmus
sen farin
Minningarorð
Síða 8
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í kjalarvørrinum av orrust
uni um sandoyarsiglingina
sunnukvøldið og mánadagin
kom fram í útvarpinum, at
tað var ikki so lætt at fáa fat
ur á Sjóvinnustýrinum uttan
fyri vanliga arbeiðstíð, tá tal
an er um ein »almennan 8-4
stovn«.
Hetta prikið vil Hans Jo
hannes á Brúgv, stjóri á stovn
inum, ikki hava sitandi. Hann
vísir á, at hetta er skeivt, og at
Sjóvinnustýrið hevur 24 tíma
vakttelefon, sum svarar alt
samdøgrið.
– Vit eru sera ónøgd við út
søgnina frá SSL og hava skriv
að teimum bræv, sigur hann.
Og í brævinum til Strand
ferðsluna vísir hann til tíð
indasendingina
22/1-18,
kl.
07.30 og 08.00, tá samferðslu
leiðarin hjá SSL sigur, at »Sjó
vinnustýrið er myndugleikin
sum kann geva okkum und
antaksloyvi, tí Ternan hevur
ikki loyvi at sigla á Sandoyar
leiðini á vetrardegi. Tað er ikki
sum at siga tað at fáa undan
taksloyvi uttan fyri arbeiðstíð
frá einum stovni, sum er 8 til
4 stovnur«.
– Eg má átala Strand
faraskip Landsins fyri at
bera fram ósonn tíðindi í
útvarpinum, har Strandfara
skip Landsins flytur ábyrgd
ina fyri ónøktandi handfaring
av støðuni yvir á Sjóvinnu
stýrið.
– Sjóvinnustýrið hevur
vakttelefon, sum svarar alt
samdøgrið, allar dagar í viku,
sum avgreiðir slík mál, sigur
Hans Johannes á Brúgv.
– Vit her á blaðnum biða
orsaka, at vit eisini hava borið
somu tíðindi í oddagreinini
mánadagin.
Sjóvinnustýrið
hevur vakttelefon
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Hon var fyrsti
kvinnuligi for
sætisráðharri
í Noregi. Hon
hevur verið ov
asti leiðari fyri
heimsheilsu
stovninum, WHO
Og hon stóð fyri nógv um
røddu Brundtland-rapport
ini, sum snýr seg um at loysa
avbjóðingarnar
við
um
hvørvinum í framtíðini.
Sunnudagin 29. apríl hava
føroyingar
møguleika
at
hitta Gro Harlem Brundtland
á forkunnugum tiltaki í
Norðurlandahúsinum.
Óluva Zachariasen, journ
alistur, fer at gera samrøðu
við Gro Harlem Brundtland
um leiðina upp á hægstu pol
itisku tindar í Noregi. Hvat
var tað, sum kyndi politiska
neistan í henni? Hví var tað
júst hon, sum gjørdist fyrsti
kvinnuligi forsætisráðharrin
í Noregi? Og eru kvinnur
frægari leiðarar enn menn?
Gro Harlem Brundtland,
sum í dag er 78 ára gomul, er
virkin í felagsskapinum The
Elders. Ein felagsskapur við
fyrrverandi statsleiðarum,
sum arbeiða fyri at loysa
fleiri av heimsins trupul
leikum. Hvat eru tað fyri
dyr, sum gamlir leiðarar
duga betur at lata upp enn
teir yngru?
Eisini fer Gro Harlem
Brundtland at svara spurn
ingum um, hvussu vit kunnu
handfara
avbjóðingarnar
sum eitt nú flóttafólk, vaks
andi fremmandaótta, kjarn
orkudubbing
og
einum
Evropa í spjaðing. Kunnu
vit gera nakað? Og hvussu
kunnu vit venda ótta til
virkni?
Tað er felagið Spreki,
sum hevur gjørt avtalu við
fyrrverandi norska forsæt
isráðharran um at koma til
Føroya.
Tiltakið við Gro Harlem
Brundtland í Norðurlanda
húsinum verður sunnudagin
29. apríl klokkan 17-19.
Atgongumerki
kunnu
keypast í Norðurlandahúsi
num, ella á www.nlh.fo
Gro Harlem Brundtland til Føroya
Gro Harlem Brundtland var forsætisráðharri í Noreg í trim
um umførum. Frá februar til oktober í 1981, frá 1986-89 og
aftur frá 1990-96