Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TRYGGJA TEY VEIKU Áki Bertholdsen – Tað er ikki rímiligt, at tað eru tey veikastu í sam­felag­ num, sum verða harðast rakt, hvørja ferð eitt verkfall er. Tað sigur Fía Petersen, for­kvinna í Javna. Hon sipar til verkfallið hjá pedagogunum nú um árs­skiftið, og sum rakti fólk við menningartarni limirnir rætti­liga hart. Avleiðingin av verk­falli­ num var, at summi sambýli og búfelagsskapir, har fólk við menningartarni búgva, vórðu stongd, so at tey ikki sluppu at vera heima hjá sær sjálv­um. – Eg vildi hildið, at tað er eitt brot á grundleggjandi manna­rættindini at nokta fólki at vera í sínum egna heimi. Øll áttu at fingið trygd fyri, at tey kundu vera heima hjá sær sjálvum, sigur hon. Tilsamans vórðu 36 vaksin fólk koyrd út úr sín­ um egna heimi í verk­fall­ inum hjá pedagog­unum, og vórðu noydd at vera í út­legd hjá foreldrum og næstringum, ofta ímóti sín­ um vilja, boðaði Javni frá undir verkfallinum. –  Tað vóru eisini fleiri stovn­ar, har starvsfólkatalið varð avmarkað, og tað hevði stóra ávirkan á gerandis­ dag­in hjá teimum, sigur Fía Peter­sen Somuleiðis vórðu barna­ ansing­ar­stovnar stongdir, frí­tíðar­til­boð vórðu aftur­ latin, og vard verkstøð, har fólk við menningartarni ar­ beiddu, vórðu eisini stongd. – Skúlabørn við serligum tørvi, mistu eisini sínar pedagog­isku stuðlar, og so­ statt vórðu eisini tey hart rakt av verkfallinum, tí av tí sama sluppu tey ikki í skúla. Ikki á jøvnum føti Forkvinnan í Javna vísir á, at við hesum verður tað enn eina ferð skorið út í papp, bæði fyri teimum við menningartarni, og fyri øllum øðrum, at fólk við menn­ingartarni eru ikki er á jøvnum føti við øll hini, og at tey ikki eri samansjóðað í sam­felagið, tí tað varð bara hesin bólkurin, sum varð rakt­ ur, har onnur ikki gjørdu tað. –  Hetta hevur enn eina ferð kastað ljós á, at vit eru ikki øll á jøvnum føti í hes­ um samfelagnum, leggur for­kvinnan í Javna, afturat. Og Fía Petersen sigur, at tað er sama søgan, hvørja fer pedagog­arnir eru í verkfalli, tí tað eru tey veikastu í sam­felagnum, sum verða meinast rakt hvørja ferð. – Tey vórðu tey sum vórðu harðast rakt í verkfallinum í 2012 og tey vórðu aftur harðast rakt í verkfallinum hesa ferð. Núverandi sátt­ máli hjá pedagogunum gong­ur til 1. oktober í 2020, og enda samráðingarnar, sum tá skulu vera, eisini við verk­ falli, verða tað aftur tey veik­ astu í samfelagnum, sum enn eina ferð verða harðast rakt, sigur forkvinnan í Javna. –  Og í næstum verða samráðingar ímillum Lærara­ felag­ið og Fíggjarmálaráðið, og enda tær samráðingarnar úrslita­leysar og tað endar við verkfalli, verða næm­ ingar við serligum tørvi í fólka­skúlanum raktur enn eina ferð – og so er tað aðru ferð í nakrar fáar mánaðir, at tey verða rakt av stríði á arbeiðs­marknaðinum, leggur hon afturat. Órímiligt Fía Petersen heldur ikki at tað er rímiligt, at tað hvørja einastu ferð skulu vera tey allar veikastu í samfelagnum, sum skulu svíða ringast fyri eitt verkfall. Tí heldur hon, at stig eiga at verða tikin fyri at tryggja, at tað ikki hendur aftur. Men hvørji tiltøk skulu setast í verk, hevur hon onga meining um, tí hon skil­ur eisini væl, at fakfeløg stúra fyri at slík tiltøk fara at trekkja tenninar úr teimum, so at broddurin fer at verða tik­in av einum møguligum verk­falli. Men hon staðfestir sam­ stundis, at sum forkvinna í Javna er tað hennara fremsta áhugamál at tryggja áhuga­ málini hjá teimum veikastu í samfelagnum, og hon heldur ikki, at tað er rætt, at tað skulu vera tey, sum skulu svíða ringast fyri eitt verkfall. Hon vísir á, at ein í 2014 gjørdu Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið eina av­talu, har tað stendur, at »arbeiðs­ steðgur í minst møguligan mun eigur at raka fólk, sum eru óhjálpin og sum tørva námsfrøðiliga hjálp til at klára seg.«  –  Verkfallið hesa ferð er prógv fyri, at hendan avtalan er ikki nøktandi, tí fólk, sum eru óhjálpin, og krevja náms­ frøðiliga hjálp, vórðu hart rakt. Fía Petersen vísir eisini á, at fyrr vóru nógv fleiri tænastu­menn og teir hava ikki loyvi til at fara í verkfall. Tænastu­menn hava góða løn og góða eftirløn og fyri at spara pening, hevur politiski myndug­leikin miðvíst niður­ lagað skipanina við tænastu­ monnum, tí vanlig starvsfólk hava ikki so góðar sømdir sum tænastumenn hava. Men afturfyri hava vanlig starvs­fólk rætt til at fara í verk­fall, og tað hava vit sæð nøkur dømi um seinastu árini. Forkvinnan í Javna sigur ikki at loysnin er at broyta hesi viðurskiftini, men í øll­ um førum heldur hon, at viður­skiftini hjá fólki við menn­ingartarni eiga at verða tryggjað onkusvegna, so at tærra rættindi ikki verða sett til viks, hvørja ferð verkfall er. VIT MUGU SLEPPA UNDAN HESUM ÓTRYGGLEIKANUM Vit mugu fáa eina skipan sum tryggjar, at tey veikastu í samfelagnum verða so hart rakt, hvørja ferð, verkfall er, sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna OKKURT MÁ GERAST Tað er ikki rímiligt, at tað hvørja einastu ferð skulu vera tey allar veikastu í samfelagnum, sum skulu svíða ringast fyri eitt verkfall, og tí má okkurt gerat, heldur Fía Petersen, forkvinna í Javna