Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað hevur gingið sera væl hjá teimum smáu trolbátunum seinastu tíðina, og í mána­ dagin minti bryggjan í Leirvík, tá Olga Maria og Siga­tindur landaðu, mest um gamlar dagar, sum onkur tók til. Báðir trolbátarnir, sum høvdu verið úti í einar fimm dagar hvør, vóru fullir undir lúkur­nar. Olga Maria, sum er fyrr­ verandi Sigrun, hevði stívliga 70.000 pund og Sigatindur, sum er fyrrverandi Hansa Maria, hevði 64.000 pund. Ein stórur partur av veið­ ini hjá trolbátunum sein­astu tíðina hevur verið toskur, men teir hava eisini havt nakað av hýsu og øðrum fiska­sløgum. Sagt verður úr Leirvík, at fisk­urin hjá trolbátunum er bæði stórur og góður. - Hetta er stórur toskur, toskur 1 og toskur 2 og hýsan, sum er uppi í veiðini, er eisini óføra góð, verður sagt. Allir fáa fisk Tað er ikki bara hesin eini túr­urin hjá trolbátunum, sum hevur roynst sera væl. Fiskiskapurin hevur yvir­ høvur verið góður í sein­astu­ ni, og allir trol­bátar­nir hava fingið fisk. Aðrir trolbátar, sum eisini hava gjørt góðar túrar sein­ astu tíðina, eru eitt nú Skála­ fossur, Fiskaklettur og Jens Leon, sum eisini eru komnir aftur til lands við stórum fongi. Flestu trolbátar hava roynt ymsastaðni norð­ an fyri og vestan fyri, men Búgvin hevur sein­astu dagarnar verið á Skeiva­ banka. Búgvin hevur roynt eftir hav­tasku, sum hevur góðan prís, og sum skilst hevur Búgv­in eisini ein góðan túr, nú teir koma inn at landa í dag. Talan er ikki um, at nakar nýggjur kassi er latin upp norðan­fyri. Men, um stutta tíð verða kassar stongdir fyri trolveiði. Hetta eru gýtingar­frið­ ingar, nú toskurin kemur inn norðan fyri at gýta. Onkur leið verður stongd fyri trolveiði nú 1. februar og onkur onnur 15. februar. Fiskur er framvegis Í gjár ringdu vit á Sosiali­ num umborð á ein av trol­bát­ unum, sum er komin út aftur á leiðirnar norðan fyri eftir at hava verið inni og landað. - Vit hava júst havt fyrsta hálið á hesum túrinum. Tað gav 25 kassar eftir umleið seks tímum. Tað er 2500 pund, og tað eru vit nøgdir við. Maðurin, sum er stýri­ maður umborð á einum av trol­bátunum, sigur, at slíkan fiski­skap, sum teir hava havt hesa seinastu tíðina, hevur hann ikki upplivað áður. Hetta hevur verið ógvuliga spenn­andi, og tað kann saktans vera gott, um tað ikki framhaldandi verður eins gott, og tað hevur verið hesa seinastu tíðina. Stýrimaðurin sigur, at fisk­urin er sera væl í holdum, og slagið er gott. - Toskurin er stórur, ein stór­ur partur er toskur 1 og toskur 2 og hýsan, sum vit hava fingið, hevur eisini verið óføra góð. Vit síggja framvegis smáa nebba­ sild í fiskinum, sigur stýri­ maðurin. Olga Maria og Sigatindur landaðu í Leirvík mánadagin, og báðir trolbátarnir vóru fullir undir lúkurnar Mynd: Jákup Johannes Dalsá Tað sær hugaligt út á bryggjuni í Leirvík - Hetta er sum í gomlum døgum, tá fiskiskapurin var upp á tað besta, helt onkur fyri á bryggjuni í Leirvík mánadagin - Hetta minnir um gamlar dagar, tá fiskiskapurin var upp á tað besta, helt onkur fyri á bryggjuni í Leirvík Mynd: Jákup Johannes Dalsá Trolbátarnir hava landað. Teir eru farnir avstað aftur og hava longu borið við fisk aftur norðanfyri Mynd: Jákup Johannes Dalsá