Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-01-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. januar 2018 · Nr. 10 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Í dag verður lutakastið til Nations League, sum er nýggja kappingin hjá UEFA, har vinningurin er fýra atgongumerki til EM-endaspælið, sum verður kring alt Evropa á sumri 2020. Øll 55 londini í Evropa verða deild upp í fýra bólkar, eftir styrkis­metingunum, sum tær eru í dag. Í lægsta styrkismetta bólkinum eru 16 lond. Har í millum Føroyar. Hesi 16 londini spæla um eitt atgongu­merki til EM endaspælið. Tað vil also siga, at Føroyar skulu ikki kappast við aðrar stórar fót­ bólts­tjóðir, men heldur móti lond­ um, sum vit samanbera okkum við ítrót­ta­rliga, fyri at koma til EM- enda­spælið í 2020. Í hesi greinini hyggja vit nærri at bólkunum og hvussu kappingin er sett saman. Hví Nations League? Í longri tíð hevur landsliðsfótbóltur staðið í skugganum av lið-fótbólti. Í fleiri londum er torført at fáa tjóðina at standa saman um lands­ liðið, meðan tað í øðr­um før­um verður víst á, at venj­ingar­lands­ dystir als ikki eru áhugaverdir. Føroyska Fótbóltssambandið hevur eisini havt trupult við at fáa venjingarlandsdystir. Millum ann­að tí tað ikki er so áhugavert at spæla móti Føroyum, og tí tað ikki eru stórar inntøkur í tí. Vit hava eisini verið fyri álopi frá týska landsliðsvenjaranum, Joachim Löw, sum heldur tað er spill av tíð at spæla móti smáum fót­bólts­tjóðum, so sum Føroyum. Her skal sigast, at tá hann bleiv spurdur um júst tað til tíðinda­ fundin til HM-undan­kapp­ingar­ dystin á Tórsvølli móti Føroyum í 2013, helt hann fyri, at Føroyar vóru av teimum frægastu at spæla ímóti, tí vit royndu í minsta lagi at luttaka í dystunum. Nations League er eitt svar upp á venjingarlandsdystir uttan týdning, og tryggja at mótstøðan er javnt góð, umframt at tað er nakað at spæla fyri. Soleiðis er uppsetingin Tað verða 24 lond við til EM 2020, sum verður deilt yvir 12 býir í 12 londum í Evropa. Øll 55 londini skulu spæla um at koma til enda­ spælið, so talan verður ikki um nakra vertstjóð. 20 lond koma at vinna seg víðari gjøgnum vanligum EM-undankappingina, meðan fýra pláss verða eftir til Nations League. Her verða tey 55 londini deild upp í fýra bólkar eftir styrkis­ meting. Í hvørjum av teimum fýra høvðusbólkunum, sum er eyð­ merktir, A, B, C og D, verða so aftur gjørdir fýra bólkar við trimum ella fýra londum, alt eftir hvussu nógv eru í hvørjum høvðusbólki. Vinnararnir av bólkaspælinum, sum verður avgreitt í seinnu hálv av hesum árinum, fara víðari til Play-off dystirnar, har tað eru hálv­ finalur og finalur. Men frá tí bólkaspælið er liðugt, til hálvfinalurnar skulu spælast, verður vanliga EM-undan­ kappingin avgreidd. Vinnur eitt land seg viðari til EM-enda­spælið gjøgnum vanligu undan­kapp­ ingina, so verður liðið frítikið at spæla avgerandi dystirnar í Nations League, meðan landið næst í rekkjuni avloysir í hálv­ finalun­um. Eisini verður spælt um upp og niðurflyting. Tað vil siga, at lond í bólki A, kunnu flyta niður í bólk B. Soleiðis tilpassar styrkismetingin seg sjálva í framtíðini. Nations League verður tey árini, tá HM ella EM endspælið ikki er. Møguleikarnir hjá Føroyum Føroyar eru styrkismettar í bólki D, sum eru 16 tey veikastu londini í Nations League. Tað verða fýra bólkar á fýra lond. Í bólki D eru Føroyar styrkismettar í øðrum styrkis­lagi saman við Armenia, Lett­landi og Luksemborg. Í ovasta styrkislagið eru Azerba­ djan, Makedonia, Hvítarussland, Georgia, í styrkislagi 3 eru Kasak­ stan, Moldova, Liktinstein, Malta og í styrkislagi fýra eru Andorra, Kosovo, San Marino, Gibraltar. Øll fýra londini í ovasta styrkis­ lagi eru lutfalsliga sterk í mun til okkum. Tí er ilt at siga, at eitt lutakast er betri enn hitt. Í styrkisbólki trý er hinvegin eitt sindur av muni á. Serliga Kasak­ stan tykist vera sterkari enn styrkis­metingin sigur. Somuleiðis í styrkis­bólki fýra, har Kosovo er saman Andorra, San Marino og Gibraltar. Farna HM-undankappingin prógvaði, at sjálvt Andorra er ein trupul uppgáva fyri okkum. Tí verður hetta ikki lætt á nakran hátt, men sleppa vit undan Kasakstan og Kosovo, so sær nøkunlunda gott út. Marran Um vit ganga út frá, at Kasakstan og Kosovo eru londini, sum vit helt vilja sleppa undan í styrkisbólki trý og fýra, so er marran at fáa Kasakstan í okkara lut. UEFA hevur ásett at orsaka av longu ferð­ing­ini, so kann Kasakstan ikki koma í bólk saman við Andorra ella Gibral­tar í bólki fýra, um Føroyar og Kasakstan koma í bólk saman. Tað vil siga, at koma Føroyar og Kasakstan í bólk saman, so kunnu vit bara fáa Malta ella Kosovo úr styrkis­bólki fýra. trondur@sosialurin.fo Aldrin hevur møguleikin fyri at koma til eitt endaspæl verið størri enn nú, men tað er framvegis langt á mál. Í dag verður lutakastið til nýggju landsliðskappingina, Nations League, har vit saman við 15 teimum lægst styrkismettu spæla um eitt pláss í EM 2020 endaspælinum NATIONS LEAGUE – OKKARA VEGUR TIL EM 2020 Besti møguleikin nakrantíð: